mánadagur 23. september 2013síða 52
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 39 | 23. september 2013
Ókeypis lýsingarblað
20
Runavík Tunnil
Vilmund Jacobsen
Felagið Sp/f Vind í Runavík, sum
hevur heimasíðuna www.vind.fo, selur
dygdargóð vindeygu úr plasti, træi og
træ/alu til kappingarførar prísir.
Tað eru nøkur ár síðan, at fyritøkan
fór undir sítt virksemi, men fyri hálvum
øðrum ári síðan keypti Hans Petur
Ellingsgaard felagið, sum nú húsast
í snotuligum og dagførdum hølum
við Løkin 2 í Runavík, har BBR Service
áður hevði bilaverkstað.
Í sínum konsepti hevur felagið
vindeygu, úthurðar, garaguhurðar og
køkar sum kunna teknast í 3d tekn
ingum.
Alt eftir ynski
Øll árini síðan byrjan hevur Sp/f
Vind selt ensk plastvindeygu, ið líka
sum hava verið grundstamman í
fyritøkuni. Seinni er felagið eisini farið
at selja vindeygu hjá tveimum stórum
donskum veitarum. Onnur fyritøkan er
veitari av plastvindeygum og træ/alu,
og hin er veitari av trævindeygum.
- Við vindeygum, úthurðum og
garaguhurðum úr ávikavíst Bretlandi
og Danmark kunnu vit veita eitt fjøl
táttað úrval til eitt og hvørt endamál
- og í ymiskum sniðum.
Serframleiðsla
Hans Petur Ellingsgaard ásannar, at
veðurlagið í Føroyum setir heilt serlig
krøv til vindeygu og úthurðar, og tí
er vøruútboðið hjá Sp/f Vind eisini
valt við hesum fyri eygað - at kunna
halda til tað ofta harðbalnað føroyska
veðurlagið.
- Vit hava lagt okkum eftir at selja
vindeygu og úthurðar av hægstu
góðsku, ið er serframleidd til føroyska
veðurlagið, leggur hann aftrat.
Allar lásaskipanir á ensku vindeyg
unum og úthurðunum eru úr rustfríum
stáli.
- Í Føroyum er meira vanligt at
brúka galvaniserað stál, men av tí, at
galvaniserað stál kann rusta og terast
við tíðini, hava vit valt bara at brúka
rustfrítt, sigur hann.
Sp/f Vind hevur nógv ymisk snið
at velja ímillum, bæði við vindeygum
og úthurðum, og øll vindeyguni verða
framleidd til tey mát, ið viðskiftafólk
hava tørv á.
– Vit hava lagt okkum eftir bert
at selja vindeygu, ið krevja minimalt
viðlíkahald - til gagns fyri viðskifta
fólkini.
Ísetan av vindeygum
Hans Petur Ellingsgaard vísir á, at
Sp/f Vind varð sett á stovn, tí mett
varð, at tørvur var á dygdargóðum
vindeygum og úthurðum.
- Eitt nú hevur bretski framleiðarin
í samráð við Vind broytt og betrað
vørurnar, so tær nú eru enn betri
egnaðar til føroyska veðurlagið.
Millum annað hava vindeyguni
dupultan tetning og superlágorku
rútar.
Í samband við sølu av vindeygum
bjóða Vind eisini tænastuna at seta
vindeyguni í.
- Ofta kann vera torført at finna
fólk til at gera hetta arbeiðið, men
eru vindeyguni keypt hjá Sp/f Vind,
verða góð tilboð givin uppá íseting,
og samstundis verður veittur 10 ára
garantiur, sigur Hans Petur Ellings
gaard.
Meiri kann lesast um útboðið hjá
Sp/f Vind á heimasíðuni www.vind.
fo - og annars ber til at seta seg í
samband við felagið á tlf. 456100/
596100.
Dygdarvindeygu og hurðar hjá Sp/f Vind
Felagið Sp/f Vind í Runavík, sum Hans Petur Ellingsgaard eigur, selur dygdargóð
vindeygu úr plasti, træi og træ/alu til kappingarførar prísir
- Í okkara framsýningarhølum í Runavík kunnu fólk síggja okkara
útboð, sigur Hans Petur Ellingsgaard, eigari av Sp/f Vind
Vilmund Jacobsen
At fólk í Runavíkar kommunu hava
arbeiði er ein treyt fyri, at handilslív
kann fungera.
- Tað gleðiliga er, at her er nógv
virksemi, bæði í útflutningsvinnuni,
byggivinnuni og ikki minst í handils
vinnuni, eins og økið hevur eina
rímiliga breiða tænastuvinnu á fleiri
økjum.
Magnus Rasmussen, borgarstjóri,
vísir á, at í løtuni verður nýggjur stovnur
bygdur til Reiðrið í Runavíkarøkinum,
eins og Bakkafrost í løtuni er í holt
við at byggja nýtt kassavirki, sum er
partur av eini størri útbygging. Har
aftrat kemur, at arbeiðið at byggja
nýggja fimleikarhøll eisini er í gongd.
- Tað gleðiliga er eisini, at vit her í
Runavíkar-økinum hava fingið nakrar
nýggjar handlar. Ein av hesum er
Glimmur, sum nú er undir sama taki
sum Parfumarí Ninni - og so er eisini
nýggjur handil komin í hølunum, har
Vøruhúsið var í Saltangará. Her er tað
Colorama Deild C, sum hevur latið
handil upp, og sum skilst á eigaranum
er hesin handil komin fyri at vera.
Magnus Rasmussen vil gjarna
nýta høvi at bjóða øllum hjartaliga
vælkomnum í økið, nú tunnilsdagur
verður leygardagin.
- Tað gleðiliga er eisini, at vit her
í Runavíkar-økinum hava fingið
nakrar nýggjar handlar, sigur
Magnus Rasmussen, borgarstjóri í
Runavíkar kommunu, sum bjóðar
øllum hjartaliga vælkomnum
Borgarstjórin fegnast um
fjøltáttað handilslív
w– Eg fegnist um verandi handilsfyritøkur
í økinum, og eg fegnist eisini um, at nýggir
handlar eru komnir, sigur borgarstjórin í
Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen