Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-23, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2013síða 54

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 39 | 23. september 2013 Ókeypis lýsingarblað 22 Vilmund Jacobsen Lassi Klein í Saltangará er kendur úr politikki, bæði sum landsstýrismaður og løgtingsmaður. Áðrenn hann fór undir sína egnu meklara-fyritøku í 2006, arbeiddi hann sum fíggjarleiðari hjá AWI-Boats árini 2001-2006. Tá Lassi fór úr løgtinginum í 1998, tí hann ikki varð afturvaldur, fór hann til skips, og hann var á sjónum í eini trý ár. Her var hann við farmaskipinum Halga­felli og síðan línuskipinum Stapa­num tað mesta av tíðini. Áðrenn vit fara til meklaravirksemi hjá Lassa, kunnu vit nevna, at hann sat í landsstýrinum árini 1985-1989. Hann varð valdur á ting á løg­tings­ valinum í 1988 og sat í løgtinginum fram til 1998. Meklaravirksemi Síðan Lassi Klein fór undir sína meklara­fyritøku – Meklarin – hevur hann húsast í leigaðum hølum niðri við høvuðsvegin í Saltangará, men herfyri flutti hann skrivstovu sína niðan í snotulig høli í kjallaranum í egnu sethúsum sínum í Túnagøtu 2 í Saltangará. – Eg selji fastognir, hús, bygningar, jørð, skip og bátar, sigur hann. Um orsøkina til, at hann fór undir meklaravirksemi, sigur Lassi, at hann í sínari tíð fekst við bókhald og rokn­ skapir í fleiri ár. – Tá fekk eg ofta áheitanir frá mínum viðskiftafólki um at hjálpa teimum at selja fyritøkur, vinnu­bygn­ ingar, sethús, skip og bátar. Tí var tað nokso náttúrligt at fara í holt við meklara­virksemi. Lassi Klein vísir á, at á sølulistanum hjá Meklaranum eru nógvir bátar, skip og fleiri sethús kring um landið, um­ framt vinnubygningar, jørð, grund­ stykkir og annað. – Vit hava eisini fingist við sølu av nýggjum íbúðum, og eitt nú hava vit selt einar 35 íbúðir fyri samtakið Sp/f Vist09. Flott framløga Lassi Klein sigur, at hvørja ferð, Meklarin tekur sær av at selja eina fastogn, verður ein vælskipað fram­ løga gjørd yvir ognina við neyðugari kunn­ing. – Hetta er ein framløga á umleið átta síður, sum bæði seljari og tey, sum vísa ognini áhuga, fáa. Hetta ger eftir okkara tykki, at fólk fáa eitt størri álit á, at vit gera tað, sum liggur í okkara makt fyri viðskiftafólk – og keyparar, sum skulu síggja, hvat ognin snýr seg um. Lassi sigur, at tað eru eisini fólk, sum koma inn á skrivstovuna og vilja hava hjálp til at finna út av, hvussu eitt roknistykkið hongur saman við keypi av sethúsum. – Ein annar partur av okkara arbeiði er at gera uppgávur fyri skiftirættin, og tað eru eisini sakførarar og onnur, sum biðja okkum gera virðismetingar av fastognum og bátum. Lassi Klein sigur, at Meklarin er botn­erligur mótvegis keyparum, og her verður einki krógvað burtur. – Eru eini sethús illa bjálvað, leka ella fýrur er í teimum, so fær keyparin alt at vita. Tað ræður um opinleika og erligheit, sigur meklarin í Saltangará. Tey, sum vilja hava fatur á Meklara­ num í Saltangará, kunnu ringja á tlf. 239690. vilmund@sosialurin.fo Ræður um opinleika og erligheit – Tað ræður um opinleika og erligheit í okkara arbeiði, og hetta leggja vit stóran dentin á, sigur meklarin í Saltangará, Lassi Klein Mynd: Vilmund Jacobsen Vilmund Jacobsen Handilin Colorama í Saltangará, sum Petur Gaardlykke eigur, er kendur sum málingahandil við í fyrsta lagi svensku Beckersmálingini og norsku Jotunmálingini í sínum útboði. Bæði merkini fáast í mongum útgávum, bæði til innan-og uttandurabrúk. Colorama umboðar eisini Jotun- marinvørur, ið eru ætlaðar til máling av skipum og bátum. Petur Gaardlykke sigur, at Colo­ rama hevur selt Beckers-máling í tvey ár, og hann ásannar, at beckers-við­ skifta­fólkini eru sera trúføst, sum hann tekur til. – Vit selja eisini laminat-og parket­ gólv, vinyl og sveisivinyl, og vit útvega linoleum eftir bílegging. Í samstarvi við aðrar veitarar kunnu vit leggja øll gólv og vinyl. Sum málingahandil selur Colorama eisini alt, sum hevur við tapet at gera, og her eru nógv forvitnislig tapetsløg. Stór gardindeild Colorama er nógv meiri enn máling, tapet og gólv. Uppi á í stóra bygninginum, har handilin húsast, er stór gardindeild við umleið 400 sløgum av gardintoyi á goymslu, umframt fleiri enn 500 toyprøvar, sum viðskiftafólk kunnu bíleggja eftir. – Vit fáa toy heim hvørja viku, og vit bjóða okkum at seyma gardinurnar fyri fólk, sigur Petur Gaardlykke. Colorama umboðar eisini rullu­ gardinur, persiennur og lamellgardinur, sum er lodrættir strimlar. Í deildini á ovaru hæddini eru eisini dýnur, seingjarklæði, handklæði, viskistykkir og ymiskt annað. – Umframt alt hetta hava vit ein hóp av tí, sum rópt verður »brugs­ kunst« – ella gávulutir av ymiskum slagi, sigur handilseigarin. Nýggjur handil Hin 1. juni í ár læt Petur Gaardlykke eisini upp handil, sum hann rópar Colorama Deild C. Hetta er í hølunum hinu megin gøtun, har Vøruhúsið áður helt til. Deild C-navnið kemur av, at í bygn­ing­inum var í nógv ár handilin Deild C. – Í summar hava vit selt urtagarðs­ møblar, springvøtn og annað uttan­ dura­pynt til tún og garðar. Petur Gaardlykke sigur, at handilin er komin fyri at verða og tað, sum hann hugsar sær við Colorama Deild C, er at selja ymiskar bíligar el-lutir, eitt nú kaffikaskinur, ketlar, toastarar og ymiskt annað. Tey, sum vilja hava fatur í Colorama í Saltangará, kunnu ringja á tlf. 449149. vilmund@sosialurin.fo Handilin við tí fjølbroytta útboðnum Colorama í Saltangará er ein forvitnisligur handil við stórum vøruútboði Mynd: Vilmund Jacobsen Runavík Tunnil Í sínari tíð fekst Lassi Klein við bókhald og roknskapir. Tá fekk hann ofta áheitanir frá viðskiftafólki um at hjálpa teimum at selja fyritøkur, vinnubygningar, sethús, skip og bátar. - Tí var tað nokso náttúrligt at fara í holt við meklaravirksemi, sigur hann Colorama í Saltangará er ein forvitnisligur og spennandi handil, sum er so nógv meiri enn ein málinga-, tapet-og gólvhandil