Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-23, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2013síða 56

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 39 | 23. september 2013 Ókeypis lýsingarblað 24 Runavík Tunnil Vilmund Jacobsen Oddvá Davidsen, sum er dóttir Sannu og dagliga er til arbeiðis í handlinum, sigur, at klæðini til børn úr 0-3 ár eru av merkinum MeeToo. Klæðini til børn úr 2 árum og upp í 8 ár eru av merkinum KidsUp, og síðan eru tvey merki við klæðum til børn í aldrinum, 8-16 ár. Hetta eru merkini D-Xel og Grunt, sum eru smartari klæði. - Vit hava eisini nútímans klæðir av merkinum NCD :) við undirheitinum XGirls, sum eru nógv eftirspurd. Hetta eru klæði til gentur í aldrinum, 8-16 ár, sum eru eitt sindur størri enn miðal. Oddvá leggur aftrat, at NCD-klæð­ ini fáast bæði sum buksur, jakkar, blusur og annað. Konfirmatiónsklæði Nú konfirmatiónirnar stunda til, kann vera vert at nevna, at Hjá Sannu eisini selur konfirmatiónsklæði til dreingir, og her fæst bæði jakki, vestur, skjúrta og buksur. - Á tunnilsdegnum leygardagin fara vit at hava opið til klokkan 20, og øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið, sigur Oddvá Davidsen. Hjá Sannu hevur eisini vøkur veitslu­klæði til gentur, eins og eitt av­markað útboð av skóm. Eisini kosmetik Handilin Hjá Sannu er ein klædna-og kosmetikhandil, og her er stórt úrval av kosmetikki, parfuma og ymiskum gávulutum, bæði til kvinnur og menn, gentur og dreingir. Hjá Sannu fært tú alt til børn og ung Handilin Hjá Sannu er ein væl umtóktur handil í Saltangará sum selur klæðir til børn, bæði gentur og dreingir, úr 0 (null) árum og upp til umleið 16 ára aldur. Handilin hevur eisini eitt breitt úrval av kosmetikki og gávulutum Vilmund Jacobsen Blómuhandilin Várperla, sum Anna Hansen eigur, verður tvey ár hin 18. oktober í ár. – Eg visti, at tað fór at gerast strævið at byrja ein nýggjan handil, men eg havi onga løtu angrað, at eg fór í gongd. Tað sigur fryntliga handilskvinnan í snotuliga handli sínum á Heiðavegi 10 í Runavík. – Søla av blómum, avskornum, summar-og heilsársplantum hevur sína tíð. Nú stundar til konfirmatión, sum verður í oktober, og tað plagi eg eisini at merkja. Eg havi alt, sum kann prýða stovu ella onnur høli til eina konfirmatión. Her eru vasar, sum kunnu leigast út, eins og eg havi ljós, ymiskar stakar og borðpynt. Tá konfirmatiónin er løgd aftur um, fer jólahøgtíðin at nærkast, og tað er eisini ein góð tíð hjá blómuhandli. - Nakað verður selt av blómum, og fólk eru eisini ófør at keypa ymiskt gravarpynt til høgtíðirnar. Anna sigur, at hóast heystið er komið, og veturin stundar til, hevur hon ongar plastikplantur. - Eg dugi ikki ordiliga at síggja nakra meining í hjá einum blómuhandli at selja plastikplantur, leggur hon aftrat. Serligar vørur Eigarin av Várperlu sigur, at hon í stóran mun selur ymiskt, sum hoyrir einum blómuhandli til, men sum aðrir handlar ikki selja. – Nú tunnilsdagur verður leygar­ dagin fari eg at hava opið til klokkan 20. Her er nógv nýggj vøra heimkomin og øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið. Anna Hansen hevur nógvar ymiskar urtapottafjalarar á sínum hillum, og aftanvendandi er, at nógvir av hesum eru silvurlittir ella hvítir, men annars er talan um ymiskar litir. - Eg havi eisini nógvar fjalarar við motivi av uglu, tí tað vísir seg, at ugla, sum verður søgd at vera ein vitugur fuglur, altíð er nógv eftirspurd. Várperla hevur eisini alt til jarðar­ ferðir, kransar og blómusamlingar við vøkrum avskornum blómum. Serstøk bomm Á hillunum, tá tú kemur inn í Várperlu í Runavík, standa gløs og pakkar við ymiskum bommum og karamellum. - Her havi eg eitt ávíst úrval av sukurfríum bommum og bommum við sukuri. Her eru eisini lekrar og væl­ smakkandi karamellur. Anna Hansen sigur, at tey eru nógv, sum koma inn til hennara at keypa hesi serstøku bomm og karamellur, sum hon keypir frá tveimum aldargomlum veitarum. - Eg brúki eisini av hesum, tá eg pynti kurvar og skálir til viðskiftafólk. Onkur velur eisini at hava fruktir, og tær keypi eg eftir tørvi, sigur eigarin av Várperlu í Runavík. Tey, sum kundu hugsað sær at hitt Annu Hansen á máli, kunnu ringja á tlf. 213012. Várperla Blómuhandil er eisini at finna á facebook. Várperla nógva nýggja vøru – Nú tunnilsdagur verður leygardagin fari eg at hava opið til klokkan 20. Her er nógv nýggj vøra heimkomin, og øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið, sigur Anna Hansen, sum eigur Várperlu í Runavík Oddvá Davidsen vísti okkum áhugaverda handilin við tí stóra útboðnum av klæðum til børn og ung Mynd: Vilmund Jacobsen Tað eru skjótt tvey ár, síðan Anna Hansen fór í holt við blómuhandilin Várperlu í Runavík Myndir: Vilmund Jacobsen