mánadagur 23. september 2013síða 58
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 39 | 23. september 2013
Ókeypis lýsingarblað
26
Runavík Tunnil
Vilmund Jacobsen
Um ársskiftið verða trý ár liðin, síð
an Annika Gregersen yvirtók móta
handilin Shop-In á Glyvrum, sum
mamma
hennara,
Anna
Nolsøe
Joensen, hevði átti og rikið í fleiri ár.
Øll árini, síðan Anna keypti Shop In,
hevur handilin húsast í bygninginum
á Glyvrum, har blómuhandilin Orkis er
í norðara enda.
Serliga tey yngru
- Hetta er ein mótahandil við klæðum
til kvinnur, heilt úr umleið 12 árum og
upp til tær elstu. Vit hava eitt breitt
úrval av klæðum, men tað eru serliga
tey ungu og yngri kvinnur, sum vit
síggja inni á gólvinum.
Annika Gregersen sigur, at Shop-
In serliga hevur klæði av merkjunum
Only, Veromoda og Sisters Point.
- Í eini trý ár hava vit eisini havt
klædnamerkið 30+Pulz. Pulz er eitt
sindur dýrari klædnamerki, meðan
áður nevndu merkini, Only, Veromoda
og Sisters Point eru lutfalsliga bílig,
men góð klæði.
Hon sigur, at Pulz ikki minst er
kent fyri sínar buksur, sum eru at fáa
í ymiskum sniðum.
- Tað vísir seg, at tey, sum keypa
hesar buksur einaferð, koma altíð
aftur, tí hetta eru serliga behagiligar
buksur at ganga í - og tær sita júst,
sum tú ynskir tað, sigur Annika.
Shop-In hevur eisini eitt ávíst úrval
av skógvum av merkinum Duffy.
- Her hava vit skógvar við høgum
hali, eins og vit eisini hava vetrarstivlar,
leggur hon aftrat.
Nógv nýggj vøra
Annika Gregersen sigur, at Shop-In fær
vøru alla tíðina, og seinastu dagarnar
eru komnir nógvir vetrarjakkar.
- Litirnir, sum kvinnur velja í løtuni,
eru serliga vínreytt, fløskugrønt, myrka
blátt, grátt - og so sjálvandi eisini svart,
sum altíð er eftirspurdur litur.
Handilskvinnan sigur, at ymiskt er
frammi í løtuni og eitt, sum selur væl,
er milliter blusur og gamasjur, eins og
tey eisini fara at fáa onnur pløgg við
milliterlitum.
Annika Grgersen leggur aftrat,
at tað, sum eisini selur væl í løtuni
til kvinnur, eru langir kjólar og
buksudraktir, sum Shop-In hevur á
goymslu.
Shoppa í Shop-In á Glyvrum
Shop-In fær vøru alla tíðina, og seinastu dagarnar eru komnir nógvir smartir vetrarjakkar. - Litirnir, sum kvinnur
velja í løtuni, eru serliga vínreytt, fløskugrønt, myrkablátt, grátt - og so sjálvandi eisini svart, sigur handilseigarin,
Annika Gregersen, sum hevur eitt stórt og forvitnisligt útval av klæðum til kvinnur og ungar gentur
Vilmund Jacobsen
Á matarskránni hjá Café 44 er
mangt og hvat, sum myndin saman
við hesum teksti eisini vísir.
Sólfríð Jacobsen, sum saman
við soninum, Christiani Høgna
Jacobsen og dóttrini, Ann Djur
huus, eigur smápartafelagið aft
an fyri fyritøkuna, sigur, at aftur
meldingarnar, sum tey fáa, eru
sera positivar.
- Jú, vit síggja, at nógv við
skiftafólk, sum fyrst hava verið
her inni á gólvinum einaferð, koma
aftur, og tað kunnu vit bara taka sum
eitt positivt barometur um, at fólk eru
nøgd við matin og ta tænastu, tey fáa
í Café 44.
Gott leygarkvøld
Sólfríð Jacobsen sigur, at uppi á í
hølunum, sum verður rópt Péche, er
barr, og her er livandi og vælumtóktur
tónleikur hvørt fríggjakvøld við nógv
um fólki.
- Vit hava eisini opið leygarkvøld,
men tá er tað ikki við livandi tónleiki,
og tá er gjarna eisini væl minni av
fólki, sigur hon.
Áðrenn vit sleppa Café 44 og
Péche, kunnu vit upplýsa, at kafé’in
er opin við fullari matarskrá hvønn
yrkadag frá klokkan 11.30-19 – og
fríggjadag og leygardag frá klokkan
11.30 til 21.
- Á tunnilsdegnum, tá frítt er at
koyra undir Leirvíksfirði, hava vit altíð
nógv at gera, og vit vænta, at soleiðis
verður eisini leygardagin, sigur Sólfríð
Jacobsen, sum bjóðar øllum væl
komnum á gátt í Saltangará.
Góður matur og tænasta í Café 44
Café 44 er vorðið ein rættiliga umtókt matstova í
Saltangará við eini forvitnisligari matarskrá, har einki,
sum er í skránni, fer yvir 100 krónur. Heldur ikki leskiligi
búffurin kostar meiri enn ein hundraðkrónuseðil, sum
má sigast at vera ein rættiliga rímiligur prísur
Matarskráin hjá Café 44 í Saltangará
er áhugaverd og forvitnislig
Mynd: Vilmund Jacobsen