mánadagur 23. september 2013síða 60
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 39 | 23. september 2013
Ókeypis lýsingarblað
28
Vilmund Jacobsen
Sunrid í Gong, fotografur, er úr Havn,
har hon er fødd og uppvaksin. Longu,
tá hon var eini 14 ára gomul, fór hon at
droyma um at gerast fotografur. Í dag
er hon 33 ára gomul og hevur havt sína
egnu fyritøku í umleið fimm ár.
– Sum blaðung dámdi mær væl
at taka myndir, og eg plagdi at brúka
myndatólið hjá pápa mínum. Eingin
í familjuni var fotografur, men eitt
nú plagdi pápi mín at taka myndir til
stuttleikar.
Sunrid slapp í læru hjá Judith Jo
hannessen, fotografi, sum býr á Toft
um og hevur havt handilin Fotomið
støðina í Saltangará í nógv ár.
– Um ta tíðina, tá eg varð liðug
at læra, minkaði Judith nógv um sítt
fotografvirksemi. Eg arbeiddi hjá henni
sum fotografur í einar tveir mánaðir
ella so eftir loknað útbúgving, og so
fór eg í gongd við mína egnu fyritøku,
sigur hon.
Tvey støð
Høvuðssætið hjá Sunrid í Gong er
framvegis í hølunum við síðuna av
Fotomiðstøðini hjá Judith Johannes
sen, og tær hava øll árini havt eitt
fyrimyndarligt samstarv.
Sunrid sigur, at hon er í Saltangará
frá týsdegi til og við fríggjadag frá
klokkan 10-17 og annars eftir avtalu
leygardag.
– Eg havi eisini studio í Dvørgastígi
7 í Havn, sum er ein síðuvegur til
vinstru, tá tú koyrir niðan eftir Varða
gøtu. Her arbeiði eg mánadag, men
her kann eg eisini eftir avtalu gera
uppgávur um kvøldarnar, um brúk er
fyri tí.
Hon sigur, at privatfólk, feløg,
barnagarðar, skúlar og onnur, sum
hava brúk fyri fotografi, kunnu altíð
venda sær til hennara á tlf. 269255.
– Eg eri eisini at finna á facebook,
bæði við privatum profili og míni
fyritøku, leggur hon aftrat.
Ymiskar uppgávur
Uppgávurnar hjá einum fotografi eru
ymiskar og skiftandi.
– Eg havi eitt nú havt fleiri son
evndar mánaðarkundar, sum eru for
eldur, ið vilja hava børn síni avmyndað
einaferð um mánaðin ella so. Hetta er
vanliga, til børnini eru upp til eitt ára
gomul.
Sunrid í Gong sigur, at afturvend
andi arbeiðsuppgávur hjá henni sum
fotografur eru konfirmatiónsmyndir,
brúdleypsmyndir, myndir av barna
garðsbørnum, skúlabørnum - og ikki
minst myndir við børnum tiknar í
hugnaligum jólaumhvørvi til postkort,
tá tann tíðin kemur.
– Eg havi viðskiftafólk úr ymiskum
heraðshornum - og ikki bara úr Eystu
roy og úr miðstaðarøkinum í Suður
streymoy. Eg havi eisini viðskiftafólk úr
eitt nú Norðoyggjum, Norðurstreymoy
og úr Sandoynni.
Sunrid hevur eisini gjørt ymiskar
myndatøkur fyri blaðið Kvinnu.
Ymisk motiv
Spurd, hvar hon tekur brúðarmyndir,
sigur fotografurin, at her verða nógv
fleiri myndir tiknar úti enn inni.
– Ofta hava pør sínar egnu tankar
og hugskot um, hvar tey vilja hava
myndirnar tiknar, og her kunnu
hugskotini verða rættiliga ymisk og
kreativ. Eru fólk í iva um, hvat eitt
hóskandi motiv er, hjálpi eg teimum við
hugskotum. Tað er jú bert hugflogið,
sum setir mørkini.
Sunrid hevur eitt minni úrval av
rammum í hølunum i Saltangará, men
hon kann útvega allar rammur, sum
viðskiftafólk ynskja sær.
– Eg havi avtalu við veitara og fái
soleiðis allar tær rammur gjørdar, sum
fólk vilja hava. Flestu velja svartar ella
hvítar rammur, men tað eru eisini tey,
ið velja aðrar litir, sigur fotografurin,
Sunrid í Gong.
– Eg havi viðskiftafólk úr ymiskum heraðshornum
- og ikki bara úr Eysturoy og úr miðstaðarøkinum í
Suðurstreymoy, sigur Sunrid í Gong, fotografur
Vilmund Jacobsen
Á framsýningini hevur Orkis ymiskar
fermingarkjólar til gentur, og her eru
eisini fermingarklæði til dreingir.
– Tað eru ymiskir veitarar, sum
vit samstarva við, ið selja hesi klæði,
og her er eisini veitari, sum seymar
fermingarkjólar eftir ynski og máti.
Tað sigur Anette Sonne.
– Vit hava eisini framsýning av
fermingar-og brúdleypsmyndum, sum
fotografar hava tikið og sum eru við
til at prýða hølini, nú fermingarfram
sýningin er.
Blómuhandilin Orkis er ein nútím
ans blómuhandil á Glyvrum, sum eisini
selur tað, ið rópt verður brúkslist, og á
hvørjum ári hevur handilin fermingar-,
brúdleyps-og jólaframsýningar.
– Vit hava alt, sum kann prýða eitt
veitsluhøli, og vit eru altíð til reiðar at
veita góð ráð, leggur hon aftrat.
Gamlir møblar
Orkis hevur eisini aðrar framsýningar
við ymisk høvi, og í løtuni er framsýning
við ymiskum forvitnisligum, sum hoyrir
gamlari tíð til.
– Her eru eitt nú sofur, stólar,
skenkar, borð, lampur og ymiskt annað
og fólk, ið hava áhuga fyri gomlum,
kunnu saktans gera eitt gott keyp,
sigur Anette Sonne.
Orkis hevur viðskiftafólk úr øllum
landinum, og nú hevur handilin eisini
samstarv við handilin Sorella í Miðvági,
sum eitt nú selur blomstur og annað,
sum Orkis hevur í sínum útboði.
– Vit hava eisini samstarv við bila
fyritøku, sum koyrir úr Eysturoy í Vágar
hvønn dag og tvær ferðir um dagin, og
tí kunnu vit saman við Sorella eisini
veita eina góða og skjóta tænastu.
– Alt, sum vit hava í Orkis á Glyvr
um, kann í prinsippinum eisini keypast
í Sorella í Miðvági, sigur Anette.
Tunnilsdagur
Blómuhandilin Orkis á Glyvrum hevur
opið vanligar gerandisdagar frá klokk
an 10-17.30 og leygardag frá klokkan
9-14.
– Nú tunnilsdagur verður leygar
dagin, fara vit at hava opið til klokkan
20
leygarkvøldið,
sigur
Anette
Sonne.
Vikublaðið kann leggja aftrat, at
forvitnisligi handilin á Glyvrum er at
finna á facebook undir navninum -
Blómuhandilin Orkis.
Orkis leggur orku í ferming
Í síðstu viku læt blómuhandilin Orkis á Glyvrum upp forvitnisliga fermingarframsýning,
sum er opin hvønn dag - og eisini á tunnilsdegnum, sum verður leygardagin
– Vit hava alt, sum kann prýða eitt veitsluhøli, og vit eru
altíð til reiðar at veita góð ráð, sigur Anette Sonne
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sunrid fylgdi dreyminum
Hon hevur studio í Saltangará og í Havn, har hon tekur myndir. - Men, tað eru nógvar uppgávur sum verða
gjørdar uttandura, har motivini eru ymsastaðni úr náttúruni og umhvørvinum annars, sigur fotografurin
Runavík Tunnil