Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-23, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2013síða 62

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 39 | 23. september 2013 Ókeypis lýsingarblað 30 Vilmund Jacobsen Handilsleiðari í Radiobúðini er fugl­ firðingurin, Martin Rúni Joensen, sum í sínari tíð byrjaði í handilslæru í fyri­ tøkuni í Saltangará, har hann nú hevur starvast tað mesta av 12 árum. – Tað er einki yvir at dylja, at Radiobúðin sum handil hevur havt tað orð á sær, at her er dýrt at keypa, eins og útboðið av vørum í handlinum ikki hevur verið so stórt. Men, soleiðis er tað slett ikki longur. Martin Rúni sigur, at seinnu árini hevur nógv verið arbeitt við at víðka um úrvalið, eins og stórur dentur hevur verið lagdur á at vera kappingarførir í prísi og tænastu. – Í handlinum er tað serliga sjón­ vørp, sum vit leggja stóran dent á, og her kunnu vit kappast við allar aðrar handlar í Føroyum. Vit klára saktans somu prísir sum aðrir stórir handlar á hesum øki. At vit bjóða okkum fram á jøvnum føti og í kapping við bíligastu handlarnar, hevur eisini økt ógvuliga nógv um søluna. Martin Rúni sigur, at eingi við­ skifta­fólk nýtast at gjalda meiri fyri somu vøru í Radiobúðini, enn tey gjalda aðrastaðni. Metsøla Hann vísir á, at umsetningurin í handli­ num er nógv vaksin, men minni liggur eftir fyri hvørja vørueind enn áður. – Prískappingin á marknaðinum er hørð, og vit fylgja væl við, hvat aðrir útbjóðarar gera, leggur hann aftrat. Radiobúðin selur sjónvørp av merkj­unum Samsung, sum er sera væl umtókt, LG, Sony og Parasonic, og talan er um tilsamans 43 ymisk modellir av sjónvørpum á goymslu. Fyritøkan er eisini partur av eini stórari ketu, sum hevur umleið 180 handlar kring um í konga­ríkinum. – Tað er neyðugt at vera við í eini slík­ari ketu, um tú skalt vera kapp­ ingar­førur, og tað vilja vit vera. Vit vilja eisini veita eina so góða tænastu, sum vit kunnu megna, sigur hand­ ilsleiðarin. Martin Rúni Joensen leggur aftrat, at tað er ikki av ongum, at handilin hjá Radiobúðini seks ár á rað hevur havt met-umsetning av sjónvørpum. Bilstereo Handilsleiðarin vísir á, at Radiobúðin eisini selur nógv bilstereo. – Tað er tó nógv broytt við at selja bilstereo. Fyrr hevði tað lítið upp á seg at skifta eitt bilradio, men í dag, nú tøknin í nýggju bilunum er so nógv broytt, er hetta ikki líka einfalt longur. Martin Rúni sigur, at Radiobúðin eisini selur antennur og skipanir ann­ ars til sjónvørp og bilar. – Vit hava eisini eitt ávíst úrval av berbarum teldum og iPad, men her ætla vit at veksa um útboðið. Radiobúðin selur nógvar ymiskar kaðlar og stykk, bæði til net og ljóð, og handilin selur eisini avmarkaðar ljóðloysnir og mikrofonir. – Jú, fyritøkan er kend fyri dygdar­ góð merki til skipavinnuna og góða tænastu, men fólk hava eisini brúk fyri at vita, at handilin í dag saktans klárar at vera við í prískappingini, sigur handilsleiðarin, Martin Rúni Joensen. Tey, ið hava hug at spyrja seg fyri hjá Radiobúðini í Saltangará, kunnu ringja á tlf. 448000 - ella við at fara inn á facebookprofilin - Radiobúðin. Radiobúðin við bestu prísum Radiobúðin hevur meiri enn fimmti ár á baki sum handil og tænastuveitari til skipavinnuna. Umframt at vera ein støðugur veitari av kendum merkjum innan nautiska útgerð og ymiskar skipanir, hevur handilin seinnu árini rættiliga lagt seg út í kappingina um sølu av eitt nú sjónvørpum Handilsleiðari í Radiobúðini er fugl­firðingurin, Martin Rúni Joensen Vilmund Jacobsen Skógvahandilin 2 Steps, sum liggur á Heiðavegi 12 og umleið á markinum millum Saltangará og Runavík, hevur skógvar bæði til kvinnur, menn, børn og eisini til tey allar smæstu. Kendastu merkini til kvinnur og menn er Vagabond, sum eru góðir og haldbarir skógvar. Eitt rættiliga smart skógvamerki, sum skógvahndilin eisini hevur í sínum útboði, er Fly London, sum fæst bæði til kvinnur og menn - sum skógvar og stivlar. Handilin selur eisini Converse (Allstar), sum er eitt rættiliga væl dámt merki millum ung. Fara vit so til tey smæstu, hevur 2 Steps serliga merkini Kennedy, sum er kent - og eitt sindur dýrari merki sum er Rap. Á tunnilsdegnum fer 2 Steps at hava opið til klokkan 20 og øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið. Tey, sum kundu hugsað sær at spurt seg fyri hjá 2 Steps, kunnu ringja á tlf. 447775 – og til ber eisini at fara inn á facebook-profilin hjá skógvahandlinum við navninum twosteps. Skógvar til stór og smá hjá 2 Steps Steps hevur skógvar til alla familjuna Mynd: Birgir W. Høgnesen Runavík Tunnil Skógvahandilin á Heiðavegi 12 hevur skógvar bæði til tey størstu og til tey smæstu - og á tunnilsdegnum leygardagin fer handilin at hava opið til klokkan 20