Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-23, síða 72
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2013síða 72

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 39 l 23. september 2013 Ókeypis lýsingarblað 40 40 á Hálsi, Hjalla & Havnardalur Vikutema Renault Clio er besti pendlarabilurin Flott design, praktisk innrætting og tað at bilurin er sera økonomiskur og reinur er við til at gera Renault Clio Sport Tourer til besta pendlarabilin í Danmark Danska blaðið BT skrivar, í sambandi við eina kanning teir hava gjørt um hvør bilur er ein góð íløga hjá teimum sum pendla millum heimið og ar­ beiðs­plássið, at Renault Clio Sport Tourer er ein tann besti, teir higartil hava royndarkoyrt. Sport Tourer er stationcar útgávan av Renault Clio. Renault Clio við dieselmotori stendur til at kunna koyra upp til 29,4 km/l. Í testini hjá BT undir ymiskum koyriumstøðum komu teir upp á 28,1 km/l í miðal, sum má sigast at verða flott, fyri ein bil í hesi støddini. Viðførisrúmið upp á 443 litrar er stórt í mun til støddina á bilinum, og gott pláss er í kabinuni sum er praktiskt innrættað. Viðførisrúmið er lætt atkomiligt við lágari lessihædd. BT kemur til tað úrslit, at góða úrslitið kemur av eini sameining av økonomiskum og reinum motorum saman við aerodynamiskum designi, lágari vekt og dekkum við lágari rulli­ mót­støðu. Eisini er Clio Sport Tourer ein tann mest praktiski bilur teir hava royndarkoyrt. Bilurin fær eisini sera góð skotsmál, í sambandi við at hann hevur flott og stílreint design. Renault Clio fæst bæði sum hatch­ back og stationcar. Bilarnir kunnu síggj­ast og roynast hjá Berg Motors. Hjálpirót – vit gera urtagarðin vetrarkláran Hetta er tíðan, tá urtagarðurin verður gjørdur klárur til veturin. Ein av best kendu fyritøkunum sum bjóðar seg fram til hetta arbeiði er Hjálpirót, sum ger so at siga alt uttandura – bæði grønt og grátt Fyritøkan er kend fyri at gera dygdar­ arbeiði í sambandi við urtagarðar og grøn øki kring landið. Stórur dentur verður lagdur á, at arbeiðið er væl úr hondum greitt. Hesa árstíðina er nógv at gera við t.d. at klippa hekk og skera trø, so havin er klárur til várið, tá alt fer at spíra aftur. Eisini verður nógv gjørt við at leggja brotflísar og laða grót­ garðar. Ein onnur tænasta, sum fyritøkan bjóðar um veturin, er salting og kavarudding fyri privatfólk og stovnar. Hjálpirót hevur bæði kava­ plógv og saltspreiðara. Nógvar fyri­ tøkur og stovnar í høvuðsstaðnum hava góða nyttu av hesi tænastu. Hjálpirót hevur øll seramboð sum t.d. gravimaskinur, lastbilar og onnur amboð fyri at kunna veita best møgu­liga tænastu eins og fyritøkan hevur væl útbúgvin starvsfólk. – Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum. Vit veita tæn­ astur innan alt urtagarðsvirksemi bæði til privatfólk, fyritøkur og al­ mennar stovnar og geva fegnir eitt óbindandi tilboð, sigur Torben Schneider, stjóri í Hjálpirót við Velba­ staðvegin.