Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 89 - 12. mai 2004 Nr. 89 - 12. mai 2004 5 Hans Pauli rættar skútuna uppaftur – Fíggjarnevndin ætl- ar rættiliga at seta spariknívin á bæði eldrarøktina, Lands- sjúkrahúsið og á ser- forsorgina, men Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður, fekk yvirtalað samgong- una til at lata vera ALMANNAVERKIÐ Áki Bertholdsen, aki@sosialurin.fo – Tað verður ikki so galið, sum tað sær út til. Hans Pauli Strøm. lands- stýrismaður í almanna- og heilsumálum hevur rættað skútuna uppaftur. Tað kom illa við hjá hon- um, tá ið fíggjarnevndin álitið til fíggjarlógina fyri løgtingið. Tá ið landsstýrið gjørdi uppskotið til fíggjsarlóg, varð stórur dentur lagdur á at raðfesta trý øki serliga høgt: Eldrarøktina, serfor- sorgina og Landssjúkrahús- ið. Men júst hesi trý økini hevur fíggjarnevndin skor- ið rættiliga nógv niður. Fíggjarnevndin var samd um at skerja játtanina til Landssjúkrahúsið tríggjar milliónir, at skerja serfor- sorgina 3,5 milliónir og at kappa heilar seks milliónir av játtanini til eldrarøktina. Sostatt ætlaði fíggjar- nevndin at skerja heilar 12,5 milliónir av játtanini, sum landsstýrið ætlaði at lata til hesi trý økini. – Hetta hevði verið ómetaliga óheppið fyri hesi trý, sera týdningarmiklu økini, sigur Hans Pauli Strøm. Hann sigur, at verða tríggjar milliónir skornar av játtanini til Landssjúkra- húsið, kann tað føra við sær, at ráð verða ikki til at taka nýggja bygningin í nýtslu í ár. – Endamálið við at økja játtanina til eldrarøktina munandi, var at koma burt- urúr afturvendandi trupul- leikanum, at har ávísir tætt- ir í heimarøktini, eitt nú reingerð, brádliga halda uppat ávís tíðarskeið, tí peningurin røkkur ikki til. Og í fjør upplivdu vit so fyri fyrstu ferð tað, at tað varð bíðitíð at sleppa upp í heimarøktina. Samstundis eru tað bæði sambýli og røktarheim, sum skulu tak- ast í nýtslu í ár. – Verður ætlanin hjá fíggjarnevndini fylgd, fer tað at fáa álvarsligar avleið- ingar, tí tað fer at seta okk- um í somu støðu sum frammanundan, og tað var júst tað, vit vildu sleppa burturúr. Hann vísir eisini á, at ser- forsorgin fevnir um øll tey børn, sum hava serligan tørv fyri neyðini. – Felags fyri nógv av hes- um økjum er, at játtanirnar hava verið ógvuliga neyvar, og sum oftast hava tær enn- tá verið eitt sindur ov lítlar til at tað hevur ikki borið til at hildið tær, serliga tá ið óvæntaðir trupulleikar stinga seg upp, eitt nú í ser- forsorgini. Landsstýrismaðurin sig- ur, at í uppskotinum hjá landsstýrinum var játtanin so mikið stór, at tað hevði sloppist undan afturvend- andi trupulleikum av tí, at játtanin ikki røkkur til. Fær rætta skútuna uppaftur Hans Pauli Strøm sigur, at eftir at fíggjarnevndin hev- ur lagt álitið fram, hevur samgongan tosað saman um tær skerjingar, sum eru gjørdar. Og hann sigur, at hann hevur fingið lyfti um at skerjingarnar skulu strikast. – Tað var ikki uttan or- søk, at landsstýrið setti tær játtanirnar á fíggjarlógina, sum vit gjørdu og tí hevði tað verið ómetaliga óhepp- ið at skert játtanirnar so nógv, sum fíggjarnevndin hevur ætlað, sigur Hans Pauli Strøm. – Eg havi fingið lyfti um, at tað, sum fíggjarnevndin hevur skorið av játtanini til tey trý kjarnuøkini hjá sam- gonguni, nevniliga Lands- sjúkrahúsinum, serforsorg- ini og eldrarøktini, skulu setast uppá aftur. Hann veit ikki um tað verður uppá oyrað, at skerj- ingin verður sett upp á aft- ur. Men tað verður í øllum førum so mikið, at økini kunnu virka soleiðis sum lanndsstýrið ætlaði tað, utt- an at skula vera noydd at skerja virksemi av peninga- trotið ávísar partar av ári- num. Hans Pauli Strøm sigur, at hann væntar, at tað verð- ur gjørt soleiðis at broyt- ingaruppskot verða sett fram, tá ið fíggjarlógin kemur til 3. viðgerð, so at sparingarnar verða settar uppá aftur. Heimleys í Føroyum fáa ikki tak yvir høvdið í ár Hans Pauli Strøm hevur sett eina nevnd at lýsa støðuna við heimleysum í Føroy- um HEIMLEYS Áki Bertholdsen, aki@sosialurin.fo Tað verður ikki í ár, at heimleys í Føroyum fáa tak yvir høvdið. Tað er greitt, nú fíggjar- nevndin hevur lagt fíggjar- lógina fyri løgtingið aftur. Landsstýrið hevði annars ætlað at seta tvær milliónir av til eitt heim til heimleys í ár. Men hesa játtanina er fíggjarnevndin samd um at strika. Nú fíggjarlógin hevur verið til viðgerðar, hava bæði fíggjarnevndin og trivnaðarnevndin víst á at hvat bústaði til heimleys viðvíkur, er onki greitt ábyrgdarbýtið ímillum land og kommunu. Tað er heldur ongin virkisætlan gjørd. Og fyrrenn hesið viður- skiftini eru greið, ber illa til at seta pening av til enda- málið, sigur fíggjarnevnd- in. Tí verður játtanin strikað. Støðan skal lýsast Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður í almanna –og heilsumálum, skilir grund- gevingarnar hjá fíggjar- nevndini. – Tað er rætt, at tað er ongantíð staðfest, hvør hev- ur ábyrgdina av teimum heimleysu, sigur lands- stýrismaðurin. Men tað merkir ikki, at landsstýrið hevur slept ætl- anini at útvega heimleysum tak yvir høvdið. Men samstundis hevur hann sett ein arbeiðsbólk til at lýsa støðuna viðvíkjandi teimum heimleysu í Før- oyum Hann sigur, at kommun- urnar eru við í hesum arbeiðsbólkinum. – Hesin arbeiðsbólkurin skal lýs støðuna hjá teimum heimleysu. Hann skal lýsa, hvør skal roknast at vera heimleysur í hesum føri, hann skal viðgera spurn- ingin um ábyrgdarbýtið ímillum landið og komm- unurnar. Og at enda skal arbeiðsbólkurin lýsa, hvør myndugleiki innan al- mannaverkið hevur ábyrgd- ina av heimleysum. Onkur kundi kanska spurt um eisini tey, bara ikki finna eina íbúð, eisini skulu roknast sum heim- leys. Tað verður neyvan, men Landsstýrismaðurin sigur, at tað hevur týdning at fáa greiði á, hvørji tey heim- leysu eru. –Tá ið vit higartil hav tosað um heimleys, hava vit mest hugsað um tey, sumi dag bara hava herbergið hjá Frelsunnarherinum at dúva uppá. Men tað kann hugs- ast, at tað eisini eru aðrir bólkar, sum kunnu metast at vera heimleysir og har greiða skal fáast á, hvør myndugleiki hevur ábyrgd- ina av teimum. Ein annars arbeiðssetn- ingur hjá hesum arbeiðs- bólkinum verður at fáa greiði á, er, hvat tað skal innibera at útvega heim- leysum býli, um talan bara skal bera um at útvega teimum tak yvir høvdið og eina song at sova í, ella um tilboð um viðgerð fyri rús- evnistrupulleikum, ella onnur tilboð, skulu fylgja við, fyri at fáa heimleys burturúr teimum trupulleik- um, sum tey kanska hava. Hans Pauli Strøm hevur yvirtalað samgonguna til at strika stórar sparingar bæði á Landssjúkrahúsinum, á eldraøkinum og á serforsorgini og tað er hann væl nøgdur við Herbergið hjá Frelsunnarherinum hevur higartil verið tað einasta, sum heimleys í Føroyum hava havt at dúva uppá, men nú hevur Hans Pauli Strøm sett eina nevnd at lýsa støðuna Førarin var einsa- mallur í bilinum. Eftir hendingina, føldi hann sær mein í rygginum, men tí- betur vístu kann- ingarnar á skaða- stovuni á Lands- sjúkrahúsinum, at maðurin ikki hevði fingið álvarsligan skaða FERÐSLA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Beint fyri klokkan 01 týsnáttina fór ein last- bilur niðan av vegnum nakað norðanfyri Statoil- støðina í Skálafirði. Ann- að av forhjólunum á bilinum, sum var á veg út á Skálafjørðin, punkter- aði. Førarin misti tamar- haldið, og bilurin endaði í veitini á ovaru síðu á vegnum. Løgreglan í Runavík sigur einki benda á, at førarin hevði ov nógva ferð, tá ið bilurin punk- teraði. Heldur ikki var talan um, at førarin var ávirkaður. – Tíbetur var lítil ferðsla, tá ið hendingin fór fram, sigur løgreglan. Eyðvitað kundi størri skaði verið hendur, um hetta var í ringastu ferðslu, tí lastbilurin fór niðan av vegnum í skeiv- ari síðu á vegnum. Fór hann omanav í egnari síðu, hevði fallið hin- vegin verið størri, tí hægri er omanav enn niðan av vegnum. Førarin var einsamall- ur í bilinum. Eftir ó- happið, føldi hann sær mein í rygginum, men tíbetur vístu kanningar- nar á skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum, at maðurin ikki hevði fing- ið álvarsligan skaða. Ábyrgdartryggjaður Løgreglan í Runavík sigur, at kranabilar hjá OCD, sum eisini eigur lastbilin, sum fór út av, royndu at fáa bilin upp aftur úr veitini fyrrapart- in týsdagin. Áðrenn myndamaður blaðsins var á staðnum týsmorgunin, høvdu teir fingið bilin uppaftur á rættkjøl. Annars lá hann so nógv á síðuni, at tað sást undir botnin á hon- um. Løgreglan veit at siga, at 27 ára gamli lastbil- urin hjá OCD, sum sá út til at hava fingið fleiri snuddir, bert var ábyrgd- artryggjaður. Føroyski umboðs- maðurin í Brúsell, Hákun Djurhuus, sigur, at tað er ikki vist, at ES longu hós- dagin fer at taka endaligu avgerðina um møguligan revsi- toll LAKSUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Týsdagin var fundur í Brús- sell millum føroysk vinnu- lívsfólk og umboð fyri myndugleikarnar øðrumeg- in og leiðandi umboð fyri embætisfólk í ES hinumeg- in. Endamálið við fundinum er at forða fyri, at ES leggur revsitoll á laks, sum millum annað verður innfluttur úr Føroyum. Talan er um eitt bráð- feingistiltak, sum skal virka í 200 dagar, meðan ES kannar ákærur um dumping av laksi til ES-marknaðin. Tað, sum føroysku um- boðini vilja við ferðini og fundinum, er at royna at forða fyri, at revsitiltøk yvirhøvur vera sett í verk móti innflutta laksinum. Føroysku umboðini fara at føra fram, at revsitiltøk- ini eru í stríð við áseting- arnar um frían handil í altjóða WTO-sáttmálanum, siga keldur, sum Útvarpið hevur tosað við. Ikki vist ES-nevndin fer hósdagin saman við limalondunum í ES at viðgera, hvørja støðu ES skal taka í laksamálin- um. Føroyski ES-umboðs- maðurin í Brúsell, Hákun Djurhuus, segði við Út- varpið týsmorgunin, at tað kortini ikki er vist, at ES fer at taka endaligu avgerðina longu hósdagin. Føroysku umboðini, sum fóru á fund við ES, vóru Herluf Sigvaldsson, stjóri á uttanríkisdeildini á Løg- mansskrivstovuni, Jan Mortensen, stjóri í Vinnu- húsinum og føroyski ES- umboðsmaðurin í Brússell, Hákun Djurhuus. Sosialurin hevur skilt, at formaðurin í Havbúnaðar- felagnum, Atli Gregersen og Hans Jakku Mikkelsen, sum starvast í Vinnuhúsin- um fyri Havbúnaðarfelag- ið, eisini eru við í føroyska ferðalagnum í Brússell. Vit royndu fyrrapartin í gjár at fáa fatur á Hákuni Djurhuus og Herlufi Sig- valdsson, men tað eydnað- ist tíverri ikki. Á Sendistovu Føroya í Brússell vildu tey einki siga, fyrr enn Hákun Djur- huus og hansara menn vóru komnir aftur av fundinum við ES-umboðini. Vit royndu eisini at fáa fatur á løgmanni, Jóannesi Ejdesgaard, sum var á fundi við umboð fyri føroysku laksavinnuna í síðstu viku, men hann var á tingfundi. Fundur um revsitoll í Brússell Punkteraði og fór út av vegnum – Teir, ið áttu bilin, syrgdu fyri, at alt grótið varð tikið uppaftur og bøurin slættaður. Hetta var imponerandi, sigur løgreglan FERÐSLA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri fór hesin lastbilur- in, sum var fulllastaður við gróti, hálvur út av vegnum miðskeiðis í bygdini í Skálafirði. Vakthavandi á politistøð- ini í Runavík sigur seg ikki minnast, hvør átti bilin, men hann var á veg gjøgn- um bygdina við gróti, tá ið hendingin fór fram. – Bilurin kom ov langt út í niðaru síðu, soleiðis at vegkanturin skrædnaði undan. Hóast bilurin alla tíðina stóð á hjólunum, legði hann seg so nógv á høgru síðu, at væl av gróti fór úr lastini og oman í dyrkaða bøin. Løgreglan sigur, at hend- ingin fór fram um kvøldið, og morgunin eftir varð bil- urin tikin uppaftur. – Teir, ið varaðu av last- bilinum, komu við einum rennigravara, tóku alt grót- ið uppaftur og slættaðu bøin. Hetta var imponer- andi, heldur løgreglan, sum væntar, at eigarin av lastbil- inum eisini rindaði fyri stikið, sum grótið oyði- legði. Førarin var einsamallur í bilinum, og hann fekk ong- an skaða. Lastbilur út av við gróti 27 ára gamli lastbilurin hjá OCD, sum punkteraði og fór niðan av vegnum týsnáttina, var bert ábyrgdartryggjaður. Førarin fekk ikki álvarsligt mein Mynd: Vilmund Jacobsen Vegkanturin skrædnaði undan, tá ið lastbilurin, sum var fulllastaður við gróti, kom ov langt út í høgru síðu á vegnum Teir komandi dagarnir verða avgerandi fyri føroysku laksavinnuna. – Verða 15% í verjutolli løgd á føroyskan laks, sum fer til ES, er hetta seinasti naglin í kistuna hjá alivinnuni, sigur formaðurin í Havbúnaðarfelagnum, Atli Gregersen C M Y K 5 4