Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-23, síða 74
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2013síða 74

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 39 l 23. september 2013 Ókeypis lýsingarblað 42 42 á Hálsi, Hjalla & Havnardalur Vikutema Kemilux á Hjalla – ein handil fyri øll Á Hjalla er vælútgjørdi handilin hjá Kemilux, sum er ein heildarveitari av reingerðarevnum eins og pakkitilfari, pakkiamboðum, maskinum og arbeiðsklæðum Kemilux hevur alt innan vask, reingerð og arbeiðsklæðir á einum staði. Handilin er til bæði vinnuna og privata húsarhaldið. Um tað er bilurin sum skal reinsast og vaskast, ella tað er køkurin, kjallarin ella túnið - tað er líka mikið. Alt fæst hjá Kemilux á Hjalla, har kundin eisini fær vegleiðing í at nýta reingerðingarevnini á rættan hátt. Í handlinum er so at siga alt at fáa sum t.d. arbeiðshandskar, trygdarskógvar, hosur, jakkar, klútar, moppur, pappír og automatir til pappír. Eisini hevur handilin eitt stórt úrval av arbeiðsklæðum eins og regnklæðum og stivlum. Handilin nøktar allan reingerðartørv yvirhøvur – heilt frá grovreingerðing á skipsdekki og í maskinrúmum til .... Har afturat eru reingerarevni og amboð til tann serliga tørvin, sum eitt nú matvøruídnaðurin krevur. Kemilux selur eisini pakkitilfar, pakkiamboð og annan útbúnað til eitt nú vinnuna og ídnaðin. Páll Poulsen og Jógvan Rasmussen arbeiða í handlinum á Hjalla, har Jógvan er leiðari. Kemilux er ein rein føroysk fyritøka, sum framleiðir yvir 50 sløg av sápu og reinsievnum sum t.d. hond­sápu, rustloysara, glaspuss, bil­sjampo, dekkvask, gróðurreins, toyskol, kropp- og hársjampo, línu­vask, uppvask, bonivoks og avfeittarar av ymiskum slagi, sum t.d. H79, H80 og S1 Extra, sum er eitt tað best kenda produktið hjá Kemilux. Tað er ikki einans sápan sum verður framleidd hjá Kemilux, eisini dunkarnir verða framleiddir á verk­smiðjuni. Fyritøkan hevur egið labora­ tor­ium við kemiverkfrøðingi og labortorietøkningi, sum í samstarvi við altjóða serkunnleika hava dag­ liga eftirlitið við at allar reglur verða fylgdar. Húsarhaldssápurnar lúka allar treytir til grøna merking, sum danska Sundhedsstyrelsen við­ mælir. Kemilux húsarhaldssápur eru sostatt bæði grønar og allergi­ vinarligar. – Við okkara serkunnleika og nógvu ymisku produktunum, kunnu vit loysa eina og hvørja uppgávu innan vask og reingerð, sigur Debes Petersen, stjóri í Kemilux. Handilin á Hjalla er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 8.00-17.30. Rein føroysk fyritøka Jógvan Rasmussen er leiðari í handlinum hjá Kemilux á Hjalla Myndir: Álvur Haraldsen