Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-23, síða 80
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2013síða 80

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 39 | 23. september 2013 Ókeypis lýsingarblað 48 Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bók­mentir 2013 verður í ár latin Katrini Ottarsdóttur fyri yrkingasavnið Eru kopar­rør í himmiríki frá 2012. Nevnd­ini sigur í grundgeving sínari, at talan er um eitt djarvt og bersøgið yrkingar­savn úr føroyskum jørðildi, sum viðger tabuløgd evni, ið seta síni álvarligu spor hjá tí viðbrekna barn­ inum: »Í einum hjartanemandi og djørvum yrkingasavni lýsir Katrin viðkvæma barnið, ið verður partur av einari terror­javnvág millum eina sálarliga óstøðuga mammu og ein víkjandi pápa. Kopar­rør og lýtaleysur rabarbugreytur gerast ágangandi yvirgangsamboð í eyðskildum prosayrkingum, ið lýsa eitt hjúnalag, sum úteftir fylgir teim­um spælireglum, samfelagið setur, men sum innanveggja er eitt satt ræðslu­ kabinett.« Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkis­ bókmentir fer í ár til Pól Jespersen fyri bókina Rúmdin – almenn stjørnufrøði. Í grundgeving sínari sigur nevndin, at tekstur, myndir og ikki minst høvund­ ans egnu tekningar gera eina sterka eind, sum gevur leikfólki møguleika at kunna seg um hesi torgreiddu evni. »Í bókini verður livandi greitt frá longu stjørnufrøðisøguni. Við støði í lívssøguni hjá kendastu stjørnu­frøð­ ingunum fáa vit innlit í alt himmal­ hválvið, stødd- og alisfrøðina, sum stjørnu­frøðin byggir á. Eingin lesari kann ivast í, at bókin byggir á drúgvar lærara­royndir og á lívlangan alsk til evnið.« Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanar­avrik verður í 2013 latin Turið Sigurðardóttur. Nevndin sigur í grundgevingini, at Turið er ein eldsál, sum kveikir, stílar fyri og samstarvar, og sum hevur eitt vakið eyga fyri øllum mentanarlívi hjá børnum og vaksnum: »Hon týðir og tað úr uppruna­ málum. Eitt nú skaldsøguna Salka Valka eftir Halldór Laxness, fimm bøkur um Pippi Langsokk eftir Astrid Lindgren umframt úr enskum og týskum. Turið er ein av virknastu bók­ menta­frøð­ingum okkara við týðandi rit­gerðum um skald­søgurnar eftir Martin Joensen, um tjóð­skapar­yrking­ ina, og hon skrivar bók­mentasøgu. Turið hevur skrivað læru­bøkur, greitt rit­verk til prentingar og sett altjóða mál­skeið í verk.« Onnur av tveimum barnamentanar­ heiðurslønum Tórshavnar býráðs 2013 verður latin Hilmari Joensen. Nevnd­in sigur í grundgeving sínari, at Hilmar sum fáur hevur evni at skapa lív rundan um seg, og at hann telist mill­um persónsmenskur, sum sjálv­ bodnar eru drívmegin handan týðandi barna­mentanarlig átøk: »Sum stigtakari til Hvør er kongur í Kongagøtu hevur Hilmar enn einaferð borið sang og leik inn um skúlagátt,til gleði fyri bæði næmingar og lærarar. Brotmyndaleikurin hevur endurlívgað okkara sang- og tónlistaskatt, um­ framt at mentanarlig og skapandi fræ eru sáað innan skúlagátt, har tey nú spíra og vaksa til.« Hin barnamentanarheiðurslønin Tórs­havnar býráðs 2013 verður latin Rakel Helmsdal. Í grundgevingini sigur nevndin millum annað, at Rakel dugir hendinga væl at samantvinna ymisku listagreinirnar, og at hon er ein sera virkin og nýskapandi listakvinna, ið áhaldandi hevur ríkað barnamentan okkara: »Rakel dugir hendinga væl at samantvinna ymisku listagreinirnar, og hetta ber tónleikaævintýrið Veiða vind, ið hon skrivaði fantasifullu og fabuler­ andi søguna til, boð um. Verkið kom út í bók við stásiligum og litføgrum mynd­um hjá Janusi á Húsagarði og tón­leiki hjá Kára Bæk. Verkið er eisini útsett fyri symfoniorkestur og, eins og Skrímslini, framført sum marionett- teatur. Myndabøkurnar um Skrímslini spretta úr fruktagóðum norður­ lendsk­um samarbeiði, ið hevur vunnið viður­kenning uttanlands. Søgurnar møta børn­unum í eygnahædd og við­ gera viðkomandi tilveruspurningar. Søgurnar sampakka serliga væl við stóru, dramatisku myndirnar og ser­ støku grafisku uppsetingina.« Fimm heiðurslønir latnar fyri bókmentir og mentanaravrik Ársins mentanarheiðurslønir hjá Tórshavnar býráð vórðu hósdagin latnar á almennari samkomu í Müllers pakkhúsi. Virðislønin fyri fagrar bókmentir fór til Katrina Ottarsdóttur, virðislønin fyri yrkisbókmentir varð latin Pól Jespersen, Hilmar Joensen og Rakel Helmsdal fingu hvør sína barnamentanarheiðursløn, og virðislønin fyri mentanaravrik fór í ár til Turið Sigurðardóttur Katrin Ottarsdóttir fekk virðisløn M.A. Jacobsen fyri fagrar bókmentir 2013 Poul Jespersen Hilmar Joensen Turið Jespersen Rakul Helmsdal