Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. septmeber 2013 · Nr. 110 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Agga Niclasen Kjak síða 36 Frels okkum frá eks­pert­um Ása hátún Kjak síða 18 Ein jalig søga Fyrr í summar fingu vit frá okkara kosnu monn­um í Tinganesi at vita, hvussu fantastiskt alt var við hesi privatu tunnilsætlan. Serliga løg­ mað­ur og Kári P. Højgaard, lands­ stýr­is­maður, gingu á odda. Tað fantastiska modellið var hetta sonevnda »OPP-modellið«, har privat feløg kunnu tjena sær hóp­in av pengum upp á almennar bygg­i­ ætlanir. Hetta er eitt modell, sum er nógv brúkt í Evropa, og sum Kári P. Høj­ gaard og løgmaður ætl­aðu eisini skuldi fíggja Skála­fjarð­a­tunn­ils­ætl­ an­ina. Vit hava fleiri ferðir á hesum stað víst á, at tað var »målet som hel­liger midlet...« í sambandi við all­an skudin, sum løgmaður, Kári P. Høj­gaard og tingmenn á Skála­fjørð­i­num høvdu við at fáa sáttmálan við CIP und­ir­ skrivaðan sum skjótast – og áðr­enn løgtingið annars fekk um­rátt seg. Tað er bara at fara á Facebook- síð­una hjá løgmann, so síggja vit, hvussu hann hálovar ætlanini við priv­atu loysnini. Hann ger tað til ein spurning um persónligt frælsi at velja at »stuðal Magn ella Effo« ella »gjalda tunnilin«, sum hann sigur – Gongur væl við íløguni fær land­ ið tunnilin tað skjótari kvit og frit, gongur tað illa er í lagi hjá and­stø­ð­ uni. Vit sleppa landinum und­an váða og ov­ur­stórum veð­haldi, nú sigi eg sum onkur, eg skilji spurn­ing­in men hvat er trupuleikin. Nei lat okkum velja tað tryggaru loysn­ina við ongum almennum veð­ haldi, og hvar tað persónliga frælsi kem­ur at avgerða, hvønn veg eg koyri, og hvat prís eg vil gjalda, sig­ur løg­mað­ur eisini á Facebook.. Úti úr heimi hoyra vit eisini um á­var­ing­ar ímóti hesum OPP modell­ i­num. Eitt nú hevur Konservativi flokk­urin í Onglandi ávarað floks­ fel­ag­ar­nar í Noreg, sum júst hava vunn­ið stjórn­ar­valdið, um ikki at nýta hetta mod­ellið, so sum tey ann­ ars hava engt við í val­stríðnum. – Størsti váðin við OPP-avtalum er, at saml­aðu útreiðslunar verða nógv hægri, enn tær høvdu verið, um tal­an var upp statsfígging, sig­ ur flokk­ur­in, sum vísir á dømi við ein­um sjúkr­a­húsi í Edinbourg, sum kost­aði statinum 10,6 milliardir krón­ur, hóast tað bara var 1,8 milli­ ard­ir krón­ur vert. Pípan í Tinganesi hevur nú fingið ann­að ljóð. Tað sum Landsverk segði í vár, mettu løgmaður og Kári ikki verða vert at bera niðan í tíng­ið, tí tað órógvaði. Nú er tað grund­ar­lag­ið und­ir støð­u­tak­an­ini hjá lands­stýr­i­ num. Tað er sjálv­andi gott í sjálvum sær. Men við­gerð­ar­til­gong­din í hes­um máli er djúpt órógvandi. hvørjum skalt tú trúgva? Á ólavsøku skipar Lions Club Tórshavn fyri lista­fram­ sýn­ing í Müllers Pakk­húsi, og úrslitið í ár var met­gott. Yv­ir­skot­ið, sum var upp á 70.000 krón­ur, er nú óskert latið sjálv­hjálp­ar­fel­ags­skap­ i­num Ber­a­num, og hendi hetta á síðsta limafundinum í Lions. Lions vil við hesi gávu vísa sín stuðul til tað stóra væl­gerð­ar­ar­beiði, sum Berin ger fyri at hjálpa børnum, ið hava mist foreldur ella systk­ in, víð­ari í lívinum. Sum nakað nýtt í ár lat Eik Banki ein málning hjá ein­um kendum listafólki at luta burtur saman við at­ gong­u­merkja­søluna á lista­ fram­sýn­ing­ini. Talan var um ein stór­an málning hjá Kára Svens­son, og hepni vinnarin av málninginum var Marita Bæk úr Havn. Lions Club Tórshavn takk­ ar øllum, sum á einhvønn hátt hava verið við ella hava hjálpt í sambandi við list­a­ fram­sýn­ingina. Á myndini síggja vit Poul Geert Hansen, forseta í Lions Club Tórshavn, handar umboðum fyri Beran, Annu S. Dalsgaard og Oddvør Poulsen, gávuna upp á 70.000 krónur Berin 70.000 krónur frá Lions Páll Holm Johannesen er sett­ur sum kunningarráðgevi á løgmansskrivstovuni, fyr­ i­bils í eitt ár, meðan verandi kunn­ing­ar­ráðgevi fyribils er farin í annað starv á Lø­g­ mans­skriv­stov­uni. Ráðgevingin umfatar bæði inn­an­hýsis og uttanhýsis ráð­geving. Hann sigur, at vit hava ikki tað í Føroyum, at kunn­ ing­ar­ráðgevin er knýttur at nøkr­um einstøkum persóni, men er heldur knýttur at stovn­i­num. – Hetta umfatar eitt nú upp­dat­er­ingar á heima­síð­ u­num, umframt ráðgeving við­víkj­andi røðum og øðrum kunn­ing­ar­skrivum, sigur Páll Holm Johannesen. Holm Johannesen ráðgeva Holm Johannesen Konurnar komu við smáu børn­um teirra, og páparnir spældu við teirra børn, og “hóast fleiri ábøtur eru gjørdar á økinum, so flyta stakir uppihaldarar fram­ veg­is av landinum, serliga til Danmarkar, við teirra børn­um, tí lívskorini har eru betri enn tey eru í Før­ oy­um,” stendur at lesa á eini heimasíðu. Og tey gomlu mugu sleppa at vera í hús­ um teirra sum longst. Her eru orðini “teirra” og “sín” komin í bland. Tað rætta er: konurnar komu við smáu børnum sínum (ella: við smáu børnunum), og páparnir spældu við børn síni (ella: við børnini). Stak­ir uppihaldarar flyta fram­veg­ is við børnunum av lan­d­i­ num, serliga til Danmarkar. Og tey gomlu mugu sleppa at vera í húsum sínum sum longst. – Her mugu vit hava í huga, at búgva tey gomlu í “teirra húsum”, er tað onkur annar, ið eigur húsini. Sum sæst omanfyri, er í flestum førum ikki neyð­ ugt at nýta orðið “sín”. Som­ u­leiðis er við “mín”. Eg var saman við mínum for­eldr­ um á veg til Íslands. Her er best at siga “eg var saman við for­eldrunum á veg til Ís­lands.” Her ivast eingin í, at tað er tíni foreldur. Somuleiðis er við orð­ i­num “mín”, t.d. eg fari til sjón­leik við børnunum – og ikki “eg fari til sjónleik við mín­um børnum.” Tað ljóðar ó­nat­úr­ligt. Somuleiðis er best at siga “eg fari út ein túr við hundinum” – og ikki “mín­um hundi”. Og “eg fari í bý­in við konuni” – og ikki “míni konu”. Eitt ískoyti: mín mamma, mín pápi: her er gott at læra børn­ini at siga “mamma mín” og “pápi mín”. Teirra – síni Nú er »sannleikin« hjá Landsverki meira hóskandi Málráð frá Orðafragd Marjun Arge Simonsen málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum