týsdagur 24. september 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. september 2013 · Nr. 110
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Heita tunnilskjakið í summ
ar bleiv nærum til ein trúar
spurning, har hvør parturin
tvíhelt um síni egnu tøl.
Men meðan samgongan í
summar helt fast um privatu
tunnilsloysnina, so er vent í
holuni. Bæði við politikk
inum og tølunum.
Landsstýrið
arbeiðir
nú eftir einum tilmæli um
Eysturoyartunnilin, framleitt
av
»Tilmælisbólkinum
fyri
Eysturoyartunnilin.«
Politisku avgerðirnar skulu
byggjast á hesi tilmæli, her
skulu svarini finnast.
Og tað er ein greiður boð
skapur, ið bólkurin leggur
fyri politikararnar. Privata
tunnilsloysnin er nógv tann
dýrasta fyri brúkaran og
harvið samfelagið. Ítøkiliga
er privata tunnilsloysnin 3,5
milliardir krónur dýrari fyri
brúkaran, næstu 30 árini.
Arbeiðsbólkurin
tekur
støði í, at Eysturoyartunnilin
kostar 1,2 milliard krónur
at gera. Somuleiðis verður
roknað við, at tað almenna
kann læna til eina rentu á 3,5
prosent, meðan tað privata
lænir til rentu á fimm pro
sent. Aðrar loysnir, alment
fartafelag ella alment-privat
samstarv, vilja kunna læna
pengar til eina rentu á 4,5 til
fimm prosent. Hinvegin vil
ein privatur íleggjari altíð
leggja prísstøðið soleiðis til
rættis, at »hann vil optimera
eftir hægst umsetningi,« sum
arbeiðsbólkurin orðar seg.
Arbeiðsbólkurin roknar við,
at tað fer at kosta 100 krónur
hvønn vegin at koyra gjøgn
um Eysturoyartunnilin, um
hann verður privatur.
Ikki landskassan
Hóast tað er bíligast fyri
brúkaran, so mælir arbeiðs
bólkurin frá at tað almenna
sjálvt ger tunnilin, eins og
tað almenna til dømis ger við
Viðareiðistunnlinum. Tað vil
siga, at tunnilin hevur sína
konto á fíggjarlógini.
Arbeiðsbólkurin
argu
menterar við, at tað kanska
ikki fer at kennast rættvíst
hjá øðrum borgarum, um
so er at verkætlanin verður
fíggjað yvir skattin. Eisini
verður víst á, at líkareglan
verður ikki hildin, tá hinir
báðir undirsjóvartunnlarnir
jú eru skipaðir í almennum
partafeløgum. Men saman
umtikið verður ikki roknað
við, at tað fer at ávirka so
nevndur »ratingina« hjá al
mennu Føroyum, um so er at
landskassin sjálvur stendur
fyri íløguni.
Sambært
arbeiðsbólk
inum kann prísurin koma
niður á 32 krónur fyri túrin,
um so er at tað almenna sjálvt
stendur fyri tunnlinum.
Alment partafelag
Tað kemur greitt til sjóndar,
at arbeiðsbólkinum dámar
best loysnina við einum al
mennum partafelag. Víst
verður á, at tunnilin er hildin
uttan
fyri
fíggjarlógina.
Roknað verður við, at fólk
fara at halda hetta vera ein
rættvísa loysn, tí soleiðis
hevur samfelagið valt at
fíggja hinar báðar undir
sjóvartunnlarnar. Tó verður
tað 198 milliónir krónur dýr
ari fyri brúkaran næstu 30
árini, um tunnilin verður
gjørdur av einum almennum
partafelag. Tað merkir, at tað
fer at kosta 34,25 krónur at
koyra ein túr gjøgnum tunn
ilin, og harvið verður sam
felagsnyttan eitt vet minni,
enn um landskassin stóð fyri
arbeiðinum.
Eysturoyartunnilin verður
mettur at kosta 1,2 milliard, og
arbeiðsbólkurin roknar tað
fyri lítið sannlíkt, at landið
megnar at skjóta 60 prosent
av íløguni inn við játtanum á
fíggjarlógunum yvir nøkur
ár, eins og gjørt varð við
Vága- og Norðoyatunnilin.
Arbeiðsbólkurin skjýtur tí
upp at skjóta ein part av
eginpeninginum úr hinum
báðum
tunnilsfeløgunum
inn í nýggja tunnilin.
Alment privat
Ber ikki til at gera Eystur
oyartunnilin í einum al
mennum partafelag, so er
næstbesta loysnin at fáa
privatar íleggjarar við í eitt
alment-privat
samstarv
(APS). Eitt samstarv, har
leisturin er at kalla tann
sami
sum
við
almenna
partafelagsleistinum,
men
har tað almenna og privata
býta íløguna millum sín.
Arbeiðsbólkurin
dugir
tó
enn ikki at siga, hvussu nógv
dýrari ein slík loysn verður
fyri brúkaran, sammett við
almennu alternativini. APS-
loysnin kann í besta føri vera
líka bílig sum almenna parta
felagsloysnin, og í ringasta
føri vera líka dýr sum privata
loysnin. Tað valdast, hvør av
tala fæst í lag.
3,5 milliardir dýrari
Ávara móti APS
Tað almenna skal gera
Eysturoyartunnilin
Eftir togan aftur og fram í summar er almenna fatanin hjá landsstýrinum nú tann, at privat tunnilsloysn
verður 3,5 milliardir krónur dýrari fyri brúkaran, enn um tað almenna sjálvt ger tunnilin
Konservativi flokkurin í
Bretlandi ávarar borgarliga
systurflokkin í Norra móti
at lata privatar íleggjarar
sleppa fram at almennu
verkætlanum. Tað verður
alt ov dýrt fyri samfelagið,
ljóðar ávaringin.
Meðan landsstýrið fram
vegis letur dyrnar standa á
glopp fyri APS-leistinum,
nú Eysturoyartunnilin skal
gerast, so lýsa ávaringar
lampurnar
móti
hesum
leisti í Bretlandi. APS stend
ur fyri alment-privat sam
starv, og merkir í praksis,
at
privatir
pengakassar
bjóða sær til at fíggja stórar
íløgur í infrakervi og aðrar
verkætlanir, ið tað almenna
vanliga hevur staðið fyri,
men ofta ikki hevur ráð til.
Leisturin
er
eittnú
brúktur í Bretlandi, Svøríki,
Italia, Hollandi, Fraklandi
og Spania. Men royndirnar
hava verið so sum so.
Borgarligi sigurin á norska
stórtingsvalinum
herfyri
fekk Konservativa flokkin í
Bretlandi senda eina ávaring
eystur um Norðsjógvin til
sín systurflokk í Norra.
Boðini til Høyre vóru
greið. Almennar verkætlanir
verða ov dýrar, um privatir
íleggjarar skulu fíggja og
reka tær.
– Stórsti vandin við APS-
leistinum er, at samlaðu út
reiðslurnar verða sera nógv
dýrari, enn um tað almenna
sjálvt stóð fyri fíggingini,
sigur Adam Morris, tals
maður fyri konservativa
flokkin
í
Skotlandi
í
samrøðu við norska blaðið
Dagens Næringsliv.
Morris nevnir sum dømi
eitt sjúkrahús í Edinburgh,
har
tað
almenna
tá
avtornaði noyddist at rinda
10,6 milliardir krónur fyri
eina verkætlan, ið varð mett
at kosta 1,8 milliard krónur.
Eisini í Svøríki eru roynd
irnar av APS vánaligar.
Dagens Næringsliv nevnir
sum
dømi
Karolinska
sjúkrahúsið í Stockholm,
har samlaða rokning til
borgararnar gjørdist 44,6
milliardir
krónur,
hóast
byggikostnaðurin varð sett
ur til 12,3 milliardir krónur.
jonbrian@sosialurin.fo
Landsstýrið hevur tikið
tilmælini til sín, og tí
verður Eysturoyartunnilin
antin gjørdur av einum
almennum
partafelag
ella í samstarvi við eitt
privat felag, sigur Jørgen
Niclasen, landsstýrismaður
í fíggjarmálum.
Meðan tað var ein reint
politisk avgerð, at Eystur
oyartunnilin skuldi vera
privatur, so er tað nú ein
avgerð við støði í tilmæli
frá einum arbeiðsbólki, at
Eysturoyartunnilin
skal
vera almennur.
Landsstýrið hevur tik
ið tilmælini til sín, og tí
verður Eysturoyartunnilin
antin gjørdur av einum
almennum partafelag ella
í samstarvi við eitt privat
felag.
– Formenninir í sam
gonguflokkunum
og
samgongumeirilutin
í
Fíggjarnevndini hjá løg
tinginum fara nú at ar
beiða víðari við hesum
báðum
møguleikunum,
sigur
Jørgen
Niclasen,
landsstýrismaður í fíggjar
málum.
Harvið
er
privata
tunnilsloysnin, sum Kári P.
Højgaard arbeiddi við, nú
endaliga jarðað.
– Hinvegin er púra greitt,
at tað almenna má standa
fyri Sandoyartunnlinum,
sum
ikki
hevur
somu
inntøkumøguleikar
sum
Eysturoyartunnlinum, sig
ur Jørgen Niclasen.
Í
játtanarkørmunum
fyri
2014
standa
seks
milliónir krónur at brúka
til Eysturoyartunnilin og
fimm milliónir krónur til
Sandoyartunnilin.
Hóast landsstýrið sigur
seg vilja gera báðar tunnlar
nar næstu árini, so leggur
landsstýrismaðurin dent á,
at játtanarkarmarnir skulu
haldast.
– Avbjóðingin er at finna
eina loysn, sum ber til,
bæði politiskt og fíggjar
liga, sigur Jørgen Niclasen.
jonbrian@sosialurin.fo
Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður
í fíggjarmálum
FAKTA:
Arbeiðsbólkur:
Róaldur Jákupsson
Tórir Michelsen
Hans Albert Hansen
Stýrisbólkur:
Rúni Joensen
Kaj Johannesen
Bjarni Askham Bjarnason
Bjørgfríð Ludvig
Pól Edvard Egholm
Petur Petersen
Marjun Hanusardóttir
Ewald Kjølbro
So nógv er sett av til undirsjóvartunnlar
Eysturoyartunnilin:
Seks milliónir krónur eru settar av á fíggjarlógini fyri 2013, og ætlanin
er at seta seks milliónir krónur av í 2014. Pengarnir skulu brúkast til
at fyrireika útbjóðing av verkætlanini at gera Eysturoyartunnilin.
Sandoyartunnilin:
Til Sandoyartunnil verða 5 mió. kr. settar av í 2014 og í 2015.
Síðan hækkar játtanin til 25,0 mió kr. í 2016, og til 35 mió kr. í 2017.
Í 2020- 2024, hækkar játtanin til 50,0 mió kr.
Samanlagt 390 mió kr. í tíðarskeiðinum 2014 – 2024.
Endamálið er at fyrireika og byggja Sandoyartunnilin.
Kelda: búskaparfrágreiðing 1. mars 2013