Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. septmeber 2013 · Nr. 110 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen – Tað er í veruleikanum eitt gamalt hugskot at skipa fyri tónleikatiltaki í Danmark. Vit hava havt regattairnar, men tær eru vorðnar heldur útvatnaðar, og tá hevur bert tann eini tónleikarin verið til staðar. Tað sigur Gudmund Djur­ huus, ið er fyriskipari av til­ takinum Mítt Land, ið verður á Femøren á Amager Strand leygardagin 28. september. – Tað hongur ikki saman fíggjarliga, at flyta so nógvar tónleikarar til Danmarkar, men eg var til fótbóltsdyst í Írlandi saman við konuni, Evi, og tá rendi eg meg í Magna Arge. Prátið kom so inn á tónleikatiltakið, sum eg hevði hugsa um, og tá beyð Magni Arge sær at vera við, sigur Gudmund Djurhuus. Atlantsflog hevur so sín egna bás á tiltakinum, men tað týdningarmesta er, at tónleikararnir sleppa niður fyri ein sámiligan prís. – Tað er tí, at tað letur seg gera. Eg havi eitt samstarv við Atlantsflog og við Miðlahúsið, og í tí sambandi fer Rás2 at senda frá upphitingini í Før­ oyahúsinum fríggja­kvøld­ið og frá tiltakinum leygar­ dag­in, sigur Gudmund Djur­ huus. Tónleikararnir hava eisini verið ógvuliga lagaligir at fing­ist við. – Eg væntaði, at helvtin fór at siga nei, takk, men í staðin hava allir tónleikararnir ver­ ið positivir, og teir hava allir sagt ja til tiltakið, sigur Gud­ mund Djurhuus. Talan verður um ein før­ oyskan hóp upp á 45 fólk, ið verða við á Femøren á Amager Strand. Heðin setir Mítt Land Leygardagurin, 28. september, verður føroyskur á Amager Strand burtur av. – Matur og drekka verður alt føroyskt, føroyskur við­ skeri og føroyskt øl. Tað verð­ ur ein dagur, har tað føroyska er í hásæti, sigur Gudmund Djurhuus. Byrjað verður klokkan 13.30, tá Heðin Mortensen, borgar­stjóri í Havn, setir Mítt Land. – Eftir hetta verða truba­ durarnir á skránni. Síðani verður tað country-showið, ið fer í gongd, sigur Gudmund Djurhuus. Røður verða eisini hildnar á Mítt Land. Eitt nú fer Magni Arge at siga nøkur orð, eins og Jóhan Dahl eisini verður at hoyra. – Vit hava eisini onnur innsløg enn bara tónleik. Eitt nú fara Pipar og Salt at hava eina framførslu á Mítt Land, sigur Gudmund Djurhuus. Mítt Land hevur fráboða, at eitt loyniligt navn fór at verða kunngjørt. – Tað navnið er Kári P., ið hevur játtað at verið við í tiltakinum, sigur Gudmund Djurhuus Og navnið á festivalinum er nakað serligt, sum Gud­ mund ætlaði at fáa ein spild­ ur­nýggjan sang til. – Eg hugsaði um fleiri før­oyskar sanghøvundar, og um hvussu teir kundu gjørt ein sang til tiltakið, men so datt eg fram á sangin, sum Frændir spældi inn fyri fleiri árum síðani, sigur Gudmund Djurhuus. Innsungin av nýggjum – Eg ringdi so til Rana Nolsø og tosaði við hann um møgu­ liga at spæla sangin innaftur av nýggjum, og tað var ja, áðrenn hálvtalað var orð, sigur Gudmund Djurhuus. Lagið var síðani innspælt og sungið av nýggjum í Bloch Studio við Hans Poulsen sum produsara. – Har vóru Rani Nolsø, Stei­n­tór Rasmussen, Terji Ras­mussen, Jens Marni Han­ sen og onnur, sum so sungu lagið inn av nýggjum, sigur Gudmund Djurhuus. Sangurin hevði júst røttu orðini, sum Gudmund hevði ímynda sær, og nýggja inn­ spælingin hóskar tí rættiliga væl til Mítt Land. – Nýinnspælda lagið verð­ ur so sungið av øllum lut­tak­ arunum á palli á miðnátt, tá tiltakið á Femøren á Amager endar, sigur Gudmund Djur­ huus. Frá 13.30 og heilt fram til miðnátt verða framførslur á Femøren, og tað skal ganga skjótt fyri seg við pall­skift­ um. – Tað verða í mesta lagi fimm minuttir settir av til luttakararnar at skifta pall, so tað verður ein gjøgnum­ gang­andi framførsla frá tí, at festivalurin byrjar, til hann endar á miðnátt, sigur Gud­ mund Djurhuus, ið stendur sum fyriskipari av Mítt Land. Mítt Land eitt gamalt hugskot - Tað hekk ikki saman fíggjarliga at fáa so nógvar føroyingar niður til Danmarkar, men so kom Magni Arge inn í myndina, so nú letur tað seg gera, sigur Gudmund Djurhuus, ið skipar fyri tiltakinum, Mítt land Tað er Gudmund Djurhuus, ið skipar fyri tiltakinum »Mítt land«, sum verður á Amager Strand 28. september Mynd: Álvur Haraldsen