týsdagur 24. september 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 25 9. septmeber 2013 · Nr. 110z
Ein jalig søga
HUGLEIÐINGAR – um ullarinsavning í summar og í heyst
Ása Hátún
Fari fyrst eitt legg aftur í tíð
ina, eini 30-40 ár, fyri stutt
at lýsa støðuna hjá ullini í
Føroyum, sum hon tók seg
upp eftir kríggið.
Fram til um leið 1950-60
var mynstrið nøkunlunda
tað sama, sum tað hevði ver
ið gjøgnum øldir, men sam
felagsmynstur broytast, og
í hesum árunum tók broyt
ingin dik á seg.
Komin fram til 70-árini
var ullin blivin ein samfelags
trupulleiki. Ullararbeiði sam
pakkaði ikki við nýtímans
livihættir.
Pláss var ikki fyri ullini,
man mátti sleppa sær av við
hana. Men hvussu?
Jú, í juni-juli hesi árini
ruku brandar víða um í hag
anum. Summi royndu at
tyrva ella koyra ullina á sjógv
at fáa hana úr eygunum, men
eingin var glaður um hendan
“kreativitet” at sleppa sær av
við ullina. Serliga var tað
eldra ættarliðið, sum royndi
at trúgva uppá, at okkurt fór
at henda, tóku ullina heim,
vaskaðu sum tey plagdu og
stappaðu í sekkir, og so stóðu
teir og bíðaðu.
Men bara trúgv flytir ikki
fjøll. Meira skal til.
Fleiri í yngra ættarliðnum
vóru virkin við hugskotum,
og tað er gleðiligt at síggja,
at nógv sæst aftur av hesum
virksemi í dag.
Tvey, sum ikki sótu hend
ur í favn, vóru Karin og Árni
Brattaberg.
Tey fóru í holt við at
skipa fyri ullarinnsavning
kring landið. Hetta var eitt
royndarvirksemi, sum kravdi
sín mann og sína kvinnu. Og
í dag 30-40 ár seinni hava vit
brandið SIRRI, sum nú er
kent langt út í heim, og sum
er krúnan á verkinum av
teirra framfýsni og áhaldandi
ídni. Men fyri einum ári síðan
segði Árni frá í útvarpinum,
at 2012 bleiv teirra seinasta
innsavningarár.
Fór nakar annar at bjóða
seg fram og taka arvin upp?
Og her byrjar tann sól
skinssøgan, sum eg vildi siga
frá:
ALS og Búnaðarstovan
tóku arvin upp
Jú, ALS gjørdi vart við, at tey
vóru fús at taka handskan
upp, og tað vísti seg at vera
eitt heilt genialt hugskot.
Her vóru fólk við tómum
hondum, sum fegin vildu
fara til verka.
Herfyri læt Búnaðarstovan
hurðina upp at vísa fram,
hvat var komið burtur úr
hesum tiltaki, og har gekk
sjón fyri søgn, at arbeiðið var
gjørt til lítar.
At stíga inn í tað stóra
hølið, har ullin var savnað,
var ein sonn uppliving. Bingj
ur, stappaðar við ull, stóðu
klárar til næsta stig í virk
seminum, sum er at vaska,
spinna, lita o.s.fr
Men tað hugaligasta var
tó at síggja arbeiðisfólkið,
sum stóðu og sorteraðu ull
ina eftir liti og dygd at gera
hana klára at at fara í bingj
urnar. Karin var teirra læru
meistari við sínum drúgvu
royndum, og tað var greitt,
at her var engagement og ar
beiðsgleði.
Síðan var høvi at ganga
runt, hyggja, spyrja og o.s.fr.
Eftir hetta vóru vit boðin
in í tey “fínu” hølini til ein
kaffimunn og at hoyra upp
lýsandi fyrilestur um ullar
dygd (ein norðmaður frá
Vestlandinum). Runt um í
hølunum vóru eisini lutir
sýndir fram, sum vóru partar
av tiltakinum: litað tógv,
bond, sápa gjørd úr tálg og
annað, alt, sum dugnalig fólk
høvdu lagt teimum lag á.
Árni og Karin greiddu frá
um hugsjónir og erfaringar,
sum tey góvu víðari til tey,
sum nú vónandi fylgja eftir.
Tað var heilt greitt, hvussu
glað og vælnøgd øll vóru:
leiðslan frá ALS, tey á Bún
aðarstovuni
og
hjúnini
Brattaberg, sum høvdu ver
ið har alt summar, og ikki
minst arbeiðisfólkið, sum
hava verið virkin og vakin
í hesum samfelags- og per
sónsmennandi tiltaki.
Vit fara at takka og ynskja
tillukku
við
væleydnari
nýggjari byrjan.
Nú standa heystfjøllini
fyri framman
Nú standa heystfjøllini fyri
framman, og stórur partur av
skinnum og avroðum enda á
brennistøðunum og í áum.
Her er ein samfelagstrupul
leiki, sum vit kanska eisini
kundu vent.
Eg hevði fyri nøkrum
árum síðan eina uppliving,
sum eg fari at siga frá:
Var og ferðaðist í Islington,
sum er ein gamal býarpartur í
London. Hetta var í november
mánað. Eitt vikuskifti var
mikil aktivitetur í býnum.
Sølubúðir, hita- og ljóslampur
vóru settar upp í hugnaliga
gamla býarpartinum, og tíð
liga leygarmorgum komu
vognar úr Skotlandi fultlað
aðir við skotskum bóndamati
av alskyns slagi: pylsur eftir
gomlum uppskriftum (sum
fylgdu við) kókaðar , royktar,
saltaðar, úr kjøti og blóði,
heimabakað breyð, skotskt øl.
You name it. Menninir, sum
seldu og vartaðu upp vóru
í fínum kiltum, kvinnurnar
eisini í skotskum búnum.
Her var talan um ektaðan
jólahugna. Og so eitt íslett av
tí, sum er so hugaligt: At fáa
kunnleika um matsiðir, sum
teir vóru fyrr og eru enn í
ymsum pørtum av landinum.
Og ikki minst, kveikjandi
sosial samvera millum bygd
og bý.
Sjóneyka verður í hesum
døgum sett á, at nógv fólk
hava trupult at fáa endarnar
at røkka saman, og serliga
nívandi er hetta um jóltíðir.
Og vit koyra góða føroyska
rávøru burtur!
Her er rúm fyri góðum
hugskotum.