týsdagur 24. september 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 25. september 2013 · Nr. 110
Birna Winther (fødd Zachariassen) farin
Birna var dóttir Louis og
Ninu Zachariassen. Hon tólk
realeksamiu í Havn 1949 og
fór tíðliga í 50´unum niður til
Danmarkar, har hon gjørdist
sjúkrasystir. Hon var eina tíð
aftur í Føroyum og arbeiddi
á Dr. Alexandrines hospitali,
men fór skjótt avstaðaftur
- og kom síðani at starvast í
Danmark; - tó var hon eisini
eitt stutt skifti í Norra og
virkaði sum sjúkapleygirska.
Tíðliga í 60´unum giftist hon
við Finn Winther – og tey
settu búgv á Hybenvej 4 í
Virum, har Birna treivst sera
væl við sínum vakra, hugna
liga og vælrøktaða blomstur
hava.
Birna fór stillisliga um,
men hon hevði kortini nógv
at fortelja og dámdi væl de
batt, tá ið man var komin at
kenna hana. Hon var eitt sera
vitandi og kultiverað fólk,
sum javnliga var at síggja í
Føroyahúsinum á Vestaru
brúgv, tá ið fundir ella fyri
lestrar vóru.
Pápi hennara, Louis Z.
var sera aktivur í politikki
og var leingi formaður í
Sjálvsstýrisflokkinum, sum
tá arbeiddi heilt tætt saman
við
Javnaðarflokkinum.
Hetta elvdi til herviligan
ágang móti Louis í fleiri ár;
t.d. vórðu sethúsini hjá hon
um ótrúliga illa viðfarin og
útklínd við bæði materiellari
og andiligari óhumsku. Har
afturat varð ofta framdur
grovur telefoniskur terror
móti teirra húski. Politiið
kundi ikki klára at verja
húsini hjá Louis móti terror
og ráddi teimum viðhvørt
at flyta út á bygd, men
tað vildi Louis ikki hoyra.
Tað var tí ikki tespiligt at
vakna mangan morgun í
barnadøgunum hjá Birnu
og síggja heimið hjá for
eldrunum verða so illa terrori
serað. Hetta kom at merkja
Birnu fyri lívstíð. Hon var
vanliga ikki beiskhugað, men
tá ið man tosaði við hana um
ta døpru krígstíðina, kundi
hon blíva ógvuliga ironisk og
taka hvassorðað til: ”…TEIR
høvdu onga medlidinheit
við nøkrum, teir respekter
aðu eingi menniskjarættindi
– vit fingu ikki húsafrið, og
man lá hjartkiptur nátt eftir
nátt í bangilsi og andvekri”.
Ótangarnir herjaðu allar
harðast á Louisar hús, tá ið
Birna átti at havt sína mest
sorgleysu tíð, men hennara
barnaár frá 8 til 13 blivu
alt annað enn tryggleiki –
hon kom ofta ræðslusligin í
skúla, og hennara barnakor
gjørdust eitt afturvendandi
nervakríggj
og
ein
sera
álvarsom traumatisk av
bjóðing fyri eitt smábarn.
Hon fekk beinleiðis brenni
merkt sín føroyska barn
dóm – hetta var ein orsøk
til,
at
henni
ongantíð
longdist aftur til Føroya.
Finn og Birna fingu eingi
børn, men hon var barn
góð og var ógvuliga fegin
um síni systir- og bróðir
børn, sum hon ofta vitjaði
og tosaði um. Men hon legði
altíð afturat: ”Teirra politisku
sjónarmið læri eg ongantíð
at acceptera, men tey hava
heldur ikki tær erfaringar
og tær præmissurnar, sum
eg havi”.
Birna Zachariassen og Atli
Dam vóru javngomul og av tí,
at pápar teirra so ofta sóust,
skrivaðu,
filosoferaðu
og
debatteraðu, komu børnini at
kennast væl og spældu nógv
saman, meðan tey ótolin bíð
aðu eftir, at páparnir skuldu
gera seg lidnar við ”Føroya
heimastýrisframtíð”, tí tað
var næstan altíð tað aftur
vendandi temaið hjá Louis
Z. og Petur Mohr Dam.
Birna bleiv 81 ára gomul
og varð fylgd til gravar frá
Virum kirkju í gjár, tann 19.
september. Friður verið við
minninum um mentakvinn
una Birnu, sum síðstu árini
aftur var farin at kalla seg
við gentunavninum, Zacha
riassen.
Virgar T. Dalsgaard