Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

LÝSINGAR Sosialurin september 2013 Gera nógv burturúr Leygardagin er tunnilsdagur, og hesaferð ger SMS eitt sindur eyka burturúr degnum. – Vit hava valt at gera eitt sindur meira nú leygar­ dagin, tá tunnilsdagurin er, enn bara at hava ein vanligan leygardag í SMS. Áður hava vit roynt at gjørt okkurt serligt burturúr, tá tunnilsdagur hevur verið, og tað hevur riggað so mikið væl, at vit aftur hesaferð so at siga hátíðarhalda tunnilsdagin, sigur Bogi Andreasen. – Nógv fólk koma til Havnar, tá tunnilsdagur er. Ofta hevur handilslívið í Havnini ikki fokusera nakað serligt á tunnilsdagarnar, og tað er skeivt, tá vit nú eisini fáa nógv fólk hendavegin. So nú gera vit í SMS eitt sindur eyka burturúr, og handlarnir hava fyrireikað seg væl við at hava tær nýggjastu vørurnar og so framvegis, greiðir Bogi Andreasen frá. Tunnilsdagin hava handlarnir opið til klokkan 18 sum vanligt, har teir vísa á ymsar vørur, teir hava at selja. Onkrir av handlunum hava eisini tilboð henda dagin. Street fótbóltur í SMS Í ætlanini at gera SMS til eina heildaruppliving spælir torgið ein týðandi leiklut. – Torgið er eitt aktivitetsstað, har alt møguligt fer fram, og soleiðis verður eisini um vikuskiftið, tá street fótbóltur verður á skránni á torginum, greiðir Bogi Andreasen frá. Á tunnilsdegnum verður tað fótbóltur, ið fyllir torgið, tí sum nakað nýtt verður street fótbóltur inni í SMS.Talan er um kappingina Sportigan Cup. Eitt búur, sum er 12 metrar til longdar og 7 metrar breitt, verður sett upp á torginum til endamálið. – Hetta hava vit ikki roynt áður, so tað verður spennandi at vita, hvussu tey vitjandi fara at taka ímóti hesum slagnum av fótbólti. Umframt at vit vilja hava eitt torg, har tað hendir nakað, so er ein onnur orsøk eisini, at ofta viðrar illa, og tískil verður tað so eingin vindur ella regn, sum koma at ávirka street fótbóltin, sigur Bogi Andreasen. Fótbóltskappingin byrjar fríggjadagin og heldur fram tunnilsdagin, og er ætlað U8, U10 og U12. Tað er U10 sum saman við SMS skipar fyri street fótbólti á torginum hetta vikuskiftið. Í sambandi við árligu mótavikuna í SMS verður nógv gjørt burturúr. Bæði inni í handlunum men eisini á torginum verður skipað fyri ymiskum áhugaverdum fyri tey móta- og lívsstílsáhugaðu. – Vit hava valt at skipa fyri trimum stórum til­ tøkum, og tey vera týskvøldið, mikukvøldið og hóskvøldið, tá vit hava stóru mótasýningini, sigur Linda Kølleskov, ið er samskipari í SMS. Týskvøldið verður tiltakið Bót til Bata, ið varpar ljós á krabbamein og Krabbameinsfelagið. Hetta er triðja árið á rað, at ljós verður varpað á krabba­ mein í mótavikuni í SMS. – Oktober mánaður er tann sokallaði bróst­ mánaðurin, har fokus hvørt ár er á bróstkrabba. Aftur í ár skipa vit fyri hugnakvøldi á torginum, og hesaferð er evnið familjan, tí tá onkur verður raktur av krabbameini, verður familjan hjá við­ komandi eisini rakt á ein hátt, fortelur Linda Kølleskov. Hugnakvøldið byrjar klokkan 20. Á skránni er millum annað fyrilestur við Katrinu Lindenskov Holm, ið er sálarfrøðingur, Krabbameinsfelagið og onkur avvarandi greiða frá, og Lív og Tróndur hava framførslu. Mikukvøldið hevur handilin við mótaklæðum til kvinnur, Margarita, mótasýning á Torginum. Sum vanligt í mótavikuni er stóra mótashowið hóskvøldið, tá fleiri av klædnahandlunum sýna fram tann nýggjasta mótan. – Showið er soleiðis, at handlarnir skipa fyri hvør sínari sýning, og á tann hátt ber til at uppliva fleiri ymiskar mótasýningar. Umframt at vísa klæðini fram á torginum bjóða handlarnir ymiskt, og onkrir gera eisini okkurt serligt burturúr inni í sjálvum handlinum og hava sertilboð, og onkur skipar enntá fyri fyrilestri inni í handlinum, sigur Linda Kølleskov og leggur afturat: – Hóskvøldið verður eisini ein annarleiðis fyri­ lestur á torginum, har vit hoyra um móta upp á tann feita mátan. Og so standa 1000 gávuposar og bíða eftir teimum fyrstu túsund vitjandi í SMS hetta kvøldið. SMS – ein heildaruppliving Mótavikan í SMS – Vit ynskja, at SMS skal vera eina heildaruppliving, og tí skal vera møguligt at uppliva nógv ymiskt spennandi og áhugavert, tá tú vitjar húsið, sigur Bogi Andreasen, býlingsstjóri í SMS. Á stóra tunnilsdegnum leygardagin hava handlarnir í SMS nógv ymiskt at bjóða, umframt at torgið verður karmur um eina heilt serstaka fótbóltskapping Í næstu viku er stóra mótavikan í SMS, har nógv ymiskt verður á skránni. Trý kvøld á rað eru stór tiltøk á torginum, og hóskvøldið er tiltikna mótaframsýningin, har handlarnir sjálvir skipa fyri sínum egnu, serstøku mótasýningum