Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-24, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

LÝSINGAR Sosialurin september 2013 Pløggini eru úr leðri Nógv leður verður at síggja í heystmótanum í ár. Eitt nú ráir leðurjakkar. – Leðurjakkarnir komandi tíðina eru fyrst og fremst í tí ráa stílinum, har teir samstundis eru einkultir. Tað vil siga ein rock'n'roll stílur, har teir til dømis hava okkurt serstakt snar­lás. Teir flestu eru stuttir og koma niður á miðjuna, og so sita teir nøkun­lunda at kroppinum. Hetta heilt víða síggja vit als ikki hvat leðurjakkum viðvíkur, greiðir Anja frá. Leðurbuksur, sum hava verið at sæð eina tíð eru framvegis modernaðar. Eisini eru leðurniðurdeilar hægsti móti hetta heystið. – Talan eru um stuttar kjólar úr leðrið, men bæði teir heilt tættsitandi og teir meira víðu eru nógv frammi júst nú, sigur Anja og heldur fram: – Til hesar kjólarnar hóskar væl ein stór troyggja ella ein t-shirt við onkrum einkultum prenti á. Tað snýr seg um at vera fínur men samstundis avslappaður. Buksur av alskyns sløgum Cowboybuksurnar skulu sambært heystmótanum helst hava eina høga talju. – Taljan er hægri, men annars eru tær smalar og hava elastikk í, sum vit eisini hava sæð í eina tíð, sigur Anja Joensen. Av øðrum buksum, sum gera seg galdandi í móta­ myndini næstu mánaðirnar, eru úr bumull og hør. – Hesar heilt leysu buksurnar verða nógv at síggja. Onkrar eru við prenti so sum leopard ella slanguskinni, men eisini tær svørtu buksurnar eru modernaðar. Fyri at gera henda avslappaða stílin eitt sindur fínari ber til at fara í einar vakrar stillettir til. Aftur her snýr tað seg um at blanda ymsar stílir saman, sigur Anja Joensen og vísir á, at eisini buksudraktirnar eru partur av heystmótanum í ár. – Draktirnar eru fyri tað mesta úr silki ella bumull. Onkrar eru við ermum, onkran uttan, og so síggja vit eisini buksudraktirnar við stuttum ermum. Ta góða er, at tær kunnu brúkast til fínt við nógvum tilhoyri so sum ringum og hálsprýi, men kunnu eisini nýtast til gerandisdagin, har tú fert í einar sneekers í staðin fyri stillettir. Nógvir ringar á eina hond Til heystmótan í ár hoyrir ymiskt tilhoyri, men fyrst og fremst eru hálsprýi og ringar eitt hitt. – Vit síggja framvegis hesar heilt stóru háls­keturnar, sum hava verið frammi eina tíð. Harafturat eru ringar tað heilt stóra, og nú fara vit at síggja kvinnur ganga við trimum ringum á eini hond og eisini við ringi á næstytsta liðnum. Litirnir í til­hoy­rinum er fyri tað mesta svart og silvurlitt, greiðir Anja Joensen frá. Eisini eru stórar húgvur, sum sita aftar­laga á høvdinum, ein partur av tilhoyrinum hetta heystið, eins og stóru turrikløð og rør eisini eru tað. Leður er in! Heystmótin 2013 merkir fyri kvinnurnar, at nú skulu jakkar, kjólar og buksur vera úr leðri. Og so snýr tað seg um, at samantvinna tað fína saman við tí avslappaða. – Skal eg lýsa eitt typiskt look hetta heystið, so er tað biker boots, sokkabuksur og ein stór, groftbundin troyggja til, sigur Anja Joensen, leiðari í konufólkahandlinum Gellan