Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-24, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

tilboðini eru bert galdandi tunnilsdagin 28. september 2013 LÝSINGAR Sosialurin Fitt, lítil vaksin Barnamótin hetta heystið minnir í stóran mun um tað, ið er modernað hjá teimum vaksnu. – Innan barnamóta síggja vit ofta, at tað, sum er at finna í mótahandlunum hjá teimum vaksnu, er eisini at finna í barnahandlunum. Tað vil siga, at barnamótin er gjørdur við íblástri frá tí, sum er frammi hjá teimum vaksnu, greiðir Randi frá. Eitt nú verða lítlir boots, frakkar og pelsar nógv at síggja innan barnamótan næstu tíðina. – Til dømis hava vit frakkar til gentur, sum hava eitt belti ella á annan hátt fara inn um miðjuna, júst eins og frakkar tey hava í eitt nú Gelluni. Eisini hava onkrir av vetrarjakkunum stóra hettu við pelskanti, sum plagar at vera fastur partur av heystmótanum hjá teimum vaksnu, fortelur Randi. Cowboybuksur eru altíð vælumtóktar til børn, og tí eru tær eisini partur av barnamótamyndini í ár. – Buksurnar eru í ymsum sniðum, men fyri tað mesta eru tær í tí vanliga cowboybuksubláa litinum, og so bilar einki, um tær hava okkurt smávegis slit á, sigur Randi. Hettutroyggjur til dreingirnar eru nógv frammi hetta heystið. – Vit síggja ikki so nógv tær tjúkku, bundnu troyggjurnar, men ístaðin eru hettutroyggjurnar rættiliga modernaðar. Bæði gentur og dreingir kunnu brúka hettutroyggju, men tær eru serliga modernaðar innan dreingjamótan næstu tíðina, sigur Randi. Meðan hetturtroyggjurnar eru in hjá dreingjunum, eru pelsar tað heilt stóra hittið í gentumótanum heystið 2013. – Pelsar eru hægsti móti til lítlu genturnar. Í Name It hava vit fýra ymisk sløg, og vit hava longu nú merkt ein stóran áhuga fyri hesum pelsunum. Nakrir teirra eru oversize og rættiliga kulir, meðan aðrir eru meira fínir í tí og kanska eisini styttri í longd, sigur Randi og leggur afturat, at onkrir av pelsunum eru fóðraðir við bummull og kunnu vendast við, soleiðis at tú so at siga hevur tveir vestar í einum. Ull til børnini Seinastu árini er ull meir og meir at síggja innan barnamóta. Og í ár er einki undantak. – Hetta heystið gera vit eitt sindur eyka burturúr ullvørum so sum undirklæðum, sokkabuksum, bodystokk og so framvegis, tí tað er ein vøra, sum øll spyrja eftir, sigur Randi. Hon heldur fyri, at tað er ikki tí, at ull er so modernað, men tað selur altíð væl, av tí at tað er praktiskt, og ullin arbeiðir væl. – Tá børn eru úti og spæla, og tað er kalt, so er ull ikki sum bummull og onnur pløgg, har børnini gerast køld, júst tí tey sveitta. Tað góða við ullini er, at hon tekur sveittan til sín og hitar tað til tann temperaturin, sum barnið hevur. Og tí hóskar ull serstakliga væl til børn, sum spæla úti, greiðir Randi frá. Herfyri kundi Name It í SMS hátíðarhalda sín 8 ára føðingardag, men leygardagin fyllir Name It ketan 27 ár, og tað verður hátíðarhildið við eini rúgvu av góðum tilboðum, sum byrja longu klokkan 10, tá handilin letur upp. Klæðini skulu vera heit og praktisk – Tað týdningarmiklasta er, at klæðini halda børnini heit, og at tey fáa rørt seg í teimum. Tí eru eitt nú undirklæðir úr ull og dýnujakkar nógv at síggja innan barnamótan heystið 2013, sigur Randi Rólantsdóttir, ið er varaleiðari í handlinum Name It