Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-24, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

LÝSINGAR Sosialurin september 2013 Myrkt og einkult Hvørt ár er stórur eftirspurningur eftir vetrarjakkum í Jack & Jones, og tískil er tað nakað, sum handilin ger rættiliga nógv burturúr. – Vit selja altíð nógvar vetrarjakkar í oktober mánaði, og í roynd og veru eru 15 til 20 prosent av okkara umsetningi í oktober jakkar, so tí gera vit nógv við at handilin hevur nógv ymisk sløg av vetrarjakkum, har tað týdningarmesta er, at jakkarnir eru funktionellir, vind- og vatntættir, sigur Hans Christian. Jakkarnir hetta heystið eru einklir og uttan ov nógvar smálutir. – Tí síggja vit ikki jakkar við nógvum knappum, ógvusligum snarlásum ella fleiri stórum lummum, greiðir Hans Christian frá. Litirnir í ár eru eins og teir plaga um heystið. –Tað, sum vit síggja hesaferð, minnir nógv um tað, sum heyst­litirnir vanliga hava at bjóða. Tað vil siga myrkir litir, svart, myrkablátt og myrka­ grátt. Tó kunnu jakkarnir hava onkran sterkan lit í fóðrinum innan. Skjúrtur og hetturtroyggjur Hetta heystið fara vit í stóran mun at síggja tjúkkar skjúrtur og hettutroyggjur. – Talan er um puntutar skjúrtur, gjarna tær vanligu skóghøggara-skjúrturnar, og so ein hettutroyggja at hava útyvir. Á tann hátt fær mann eisini samantvinna tað pena saman við einum meira avslappandi og sporty stíli, sigur Hans Christian. Skjúrtur við puntum verða nógv at síggja komandi tíðina, men tá vit nærkast desember mánaði kemur ein broyting í. – Tá verður aftur meira modernað við skjúrtum við strípum, sum eru meira einklar í tí í mun til tær tjúkku, puntutu skjúrturnar, sum eru hægsti móti í løtuni og sum altíð eru nógv frammi um heystið. Buksur við elastikki Sum nakað nýtt fara buksur við elastikki at gera nógv um seg innan mannfólkamóta, og longu hetta heystið eru tær nógv frammi. – Í eina tíð hava vit sæð cowboybuksur við elastan í til konufólk, men nú verða hesar buksurnar eisini framleiddar til mannfólk. Tað góða við teimum er, at tær sita altíð væl og tær halda passformin leingi, greiðir Hans Christian frá, og leggur afturat, at í Jack & Jones hava tey altíð eini seks ymisk sløg av cowboybuksum. – Buksur, ið eru heilt lágar, eru ikki so modernaðar longur. Nú koma tær eitt sindur hægri upp, og eru ikki eins leysar og baggy, soleiðis sum vit annars hava sæð. Nú skulu tær gjarna sita væl og sita at kroppinum. Til buksurnar hóska skógvar til, sum fyrst og fremst eru praktiskir. – Skógvarnir hetta heystið skulu vera praktiskir og einkultir. Serliga fara vit at síggja skógvar úr leðri og annars ymisk sløg av styvlum. Myrku litirnir fylgja heystmótanum – Tað, sum eyðkennir heystmótan 2013, er tað einkulta, kvaliteturin og sjálvandi teir myrku litirnir. Tað sigur Hans Christian Carstensen, lærlingur í mannfólkahandlinum Jack & Jones. Serliga eru tað jakkar, skjúrtur og skógvar, sum eiga plássið innan heystmótan hjá mannfólkum hesaferð.