Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-24, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2013síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Mikudagur 25. september 2013 · Nr. 110 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tá tú skrivar teg upp til eina íbúð, er tað um- ráðandi at hava í huga, at tín tilmelding er persónlig. Hetta merkir, at hjún og sambúgvandi mugu gera av, um bæði skulu lima seg inn í bústaðafelagið ella bert annað. Bústaðir ráðgeva tær fegin um hesi viðurskifti. Yviri við Strond 6 Postsmoga 215 110 Tórshavn Tel. 401000 bustadir@bustadir.fo www.bustadir.fo Vit vilja hava eina íbúð við trimum kømrum í heimbygdini SEPTEMBER 20 3 Sølufólk til Charterdeildina Sølan av charterflúgving er eitt virkisøki hjá Atlantic Airways, sum stendur í vøkstri. Tí leita vit nú eftir royndum fólki til eitt nýtt sølustarv á chartersøludeildini. Arbeiðsuppgávurnar eru spennandi og krevjandi, og arbeiðsum- hvørvið er dynamiskt og altjóða. Umframt at reka føstu rutuflúgvingina hevur Atlantic Airways eina charterdeild, sum áhaldandi mennist og veksur í týdningi. Á charterdeildini selja vit ferðir til flogfeløg, umboð og privatkundar í øllum Evropa. Um starvið Vit leita eftir einum góðum seljara til charter- toymið. Toymið stendur fyri søluarbeiði, ger sáttmálar og avgreiðir leiguflúgving. Tínar uppgávur fara í høvuðsheitinum at liggja í sølupartinum, men tú ert partur av einum dynamiskum toymi, sum tryggjar, at kundarnir altíð fáa bestu tænastuna. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan hetta starvsøkið frammanundan, og kunnleiki til flogferðslu kann koma tær til góðar. Tað hevur týdning, at tú ert útvend/ur, at tú dugir at selja og virðismetir kundan. Eisini dugir tú skandinaviskt og enskt sera væl. Vit bjóða eitt spennandi starv við stórari ábyrgd og nógvum avbjóðingum. Vit leggja nógv fyri, tá kundarnir kalla á okkum, og tí eru starvstíðirnar ikki altíð frá klokkan átta til fimm mánadag til fríggjadag. Kundar okkara eru ofta aðrastaðni enn í Føroyum, so nakað av ferðing verður í sambandi við starvið. Ljóðar hetta spennandi, send okkum so eina skrivliga umsókn við møguligum prógvum og viðmælum í seinasta lagi tann 30. september 2013. Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Pætur Rasmussen, charter- deildarleiðara, tlf. 21 37 60, paetur@atlantic.fo, ella Georg Suðurgarð, starvsfólkaleiðara, tlf. 21 17 28, georg@atlantic.fo. Umsókn skal sendast til: Atlantic Airways, Starvsfólkadeildin (Human Resources), Att.: Georg Suðurgarð Vága floghavn, 380 Sørvágur, ella til georg@atlantic.fo. Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel 34 10 00 www.atlantic.fo Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at trygd, stundvísi, kundin og úrslit altíð eru í miðdepli- num. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Árligi umsetningurin í 2012 var yvir 500 milliónir krónur. Felagið hevur í løtuni tvey flogfør av slagnum Airbus A319, tvey av slagnum British Aerospace AVRO RJ og tvær tyrlur av slagnum BELL 412. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark, Onglandi, Íslandi, Noreg, Spania og Italia. Harumframt er virksemið víðfevnt í øðrum londum við leiguflogførum, haðani stórur partur av inntøkunum kemur. Tyrludeildin røkir ferðasambandið til útoyggjarnar, leiti-og bjargingartænastu og offshore tilbúgving í Norðurhøvum.