Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-24, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2013síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

45 Mikudagur 25. september 2013 · Nr. 110 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tá tú býrt í eini íbúð hjá Bústøðum, kanst tú skriva teg á innanhýsis bíðilista. Hetta merkir, at tú fært framíhjárætt til aðrar íbúðir hjá Bústøðum, um tú vilt flyta í eitt nú størri íbúð ella í íbúð aðrastaðni í landinum. Yviri við Strond 6 Postsmoga 215 110 Tórshavn Tel. 401000 bustadir@bustadir.fo www.bustadir.fo Eg vil hava eina íbúð, sum ikki kostar meira enn 5.000 krónur um mánaðin. Hon skal antin vera á Tvøroyri ella í Havn SEPTEMBER 20 3 Kopargøta 1 P.O. Box 206 FO-110 Tórshavn Faroe Islands Tlf. +298 31 11 11 Fax +298 35 11 10 www.liv.fo LÍV søkir eftir framfýsnum kundaleiðara Hevur tú vilja, áræði og førleikar til at standa á odda fyri sølu og marknaðarføring av okkara tryggingum og bera Lív fram á leið saman við einum sterkum starvsfólkaliði? LÍV er størsti veitari av lívs- og pensjónstryggingum til fakfeløg og virkir. Lív samtakið hevur eina samlaða pensjónsuppsparing uppá útvið 4 mia.kr. Starvsinnihald Leiðari søkist til nýggju kundadeildina hjá LÍV. Kundaleiðarin fær ábyrgdina av at samskipa sølu- og marknaðararbeiðið og dagligu fyrisitingina av tryggingum hjá Lív. Kundaleiðarin hevur ábyrgdina av samskiftinum við fakfeløg, virkir og privatkundar um pensjónslønarviðurskifti. Útbúgving Vit vænta, at tú hevur viðkomandi út búgv- ing, t.d. í sølu og marknaðarføring ella aðra samsvarandi útbúgving. Persónligir førleikar Tú hevur eitt sjálvstøðugt arbeiðslag, ert íðin, framfýsin og vilt síggja úrslit. Sam- stundis krevur starvið góð samstarvsevni, og at tú kanst arbeiða í toymi saman við øðrum. Tú hevur góðar førleikar at orða teg í skrift og talu. Tað er ein avgjørdur fyrimunur, um tú hevur leiðsluroyndir og hevur hollar royndir innan pensjónsviðurskifti. Umsóknir og umsóknarfreist Umsóknir við avritum av prógvum, CV og øðrum skjølum skulu sendast til: LÍV Starvsfólkadeildin Kopargøta 1 Postsmoga 206 110 Tórshavn Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 10. oktober. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meira at vita? Hevur tú okkurt at spyrja um í sam- bandi við starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jan Jakobsen, stjóra, jan.jakobsen@liv.fo ella 231110.