Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-24, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2013síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

47 Mikudagur 25. september 2013 · Nr. 110 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni Sony Vaio Duo 13 er onnur royndin hjá japanska elektronikrisanum á hybrida marknað­inum. Við hybrid verður meint við teldu, sum bæði riggar sum vanlig fartelda og sum teldil. Undangonguteldan æt Sony Vaio Duo 11, og hana royndu vit í vár, tá vit testaðu fleiri hybridteldur. Vaio Duo 13 hvørki sannførdi ella imponeraði, og vit endaðu við at ynskja Sony betri eydnu næstu ferð. Og tað er nú! Tíbetur kunnu vit staðfesta, at eydnan í størri mun er við Sony hesaferð. Vit skulu tí heldur ikki brúka ov nógva orku til at siga, hvat kiksaði hjá Vaio Duo 11, tí tað er skjótt at staðfesta. Fortíðarinnar syndir Júst sum Vaio Duo 13 ger tað, so nýtti Duo 11 eitt slag av sleðuprinsippi, har teldan ikki verður løgd saman, men ístaðin hevur skíggjan uppeftir, so talan í útgangsstøðinum er um teldil. Við sleðuni kann skíggin so togast uppeftir í einum vinkul á leið 45 stig, og eitt (lítið) knannaborð kemur til sjóndar. Í 11-útgávuni merkti hetta, at rúm ikki var fyri einum vanligum touchpad. Ístaðin nýtti Sony ein trackpoint, og tað riggaði als ikki serliga væl. Og tá Windows 8 ikki í øllum førum loyvir stýring við trýstskíggjanum, var vánaliga stýringin við einum trackpoint ein stórur trupulleiki. Ikki heilt so galið – men tó framvegis irriterandi – var staðfestingin av, at sleðan á Vaio 11 riggaði illa. Tú kundi ikki bara flyta skíggjan aftur og fram, men skuldi hetta ístaðin gerast við at toga skíggjan upp, áðrenn hann varð settur í røttu støðuna. Betri – men ikki nóg gott Sony hevur gjørt nakað við hesar lutirnar í nýggju Vaio Duo 13. Skíggin hevur fingið nýggja sleðuskipan, har tú við einum lítlum trýsti flytur skíggjan upp, so knappaborðið sæst. Og tann iiriterandi trackpoint er av­ loyst­ur av eini lítlari touchpad, sum tíverri bert er helmingin til støddar av eini vanligari av slagnum. Tað skal eingin ivi vera um, at nýggja touchpad’in riggar tíggju ferðir betur enn track­point. Men tá talan er um eina somikið lítla touchpad, so hevur hetta ávísar trupul­ leikar við sær. Hon inniheldur fleiri multi­ touch-funkur, har tú við at nýta fleiri fingrar kanst skifta millum appir ella blaða í internet­ kaganum. Men við eini somikið lítlari touch­ pad er trupult at fáa rúm fyri meira enn tí eina fingrinum, og bara tað at rulla upp og niður á eini síðu er ein avbjóðing í sjálvum sær. Talan er um betran, men hetta er framvegis ikki serliga brúkaravinarligt. Og hóast Windows 8 hevur ein trýst-skíggja til nógvar funkur, so er hesin ikki optimalur í sjálvum sær, tá skíggin einans er 13,3 tummar. Sjálvur skíggin er annars góður. Sjálvt við HD er myndin hárhvøss, men valmyndir og knøttar kunnu tó gerast ov lítil, so tey eru trupul at raka við fingrinum. Kanska er tað eisini av hesi orsøk, at ein lítil samvirkin pennur er við í pakkanum, men nú hava vit longu tríggjar ymsar hættir at stýra telduni, og tað er heldur ikki serliga brúkaravinarligt. Sera hvassur Um vit venda aftur til skíggjan, so hevur hann full-HD og trýst-stýring. Tá teldan er í teldla- stilling, kann myndin eisini rotera, og tað er fínt, um tú t.d. vilt lesa onkra grein og hava skíggjan standandi. Sjálv myndin er hárhvøss, og sjónarvinkulin er góður. Tíverri eru litirnir heldur dynamiskir, so tú nærum fær ilt í eyguni av teimum, og tí kann skíggin troytta teg, um tú hyggur leingi at honum. Nýtt tilfar og snið Verður hugt at sjálvari útgerðir, so er Vaio Duo 13 heldur vakrari enn Duo 11. Sniðið er ikki heilt so hvast og 80’arasligt, og um­ framt at síggja betur út, so ger hetta eisini, at teldan er lættari at handfara. Og hóast Duo 13 hevur størri skíggja enn 11, so ávirkar hetta hvørki vekt ella stødd. Hetta tí Duo 13 er framleidd úr kolfipur heldur enn Magnesium. Undir hjálminum er eisini nógv hent. Fyrst og fremst, so er gerilin ikki longur grundaður á Ivy Bridge arkitekturin hjá Intel, men ístaðin verður Haswell-arkitekturin nýttur. Tað gevur eina minni el-nýtslu, og tað merkist veruliga í gerandisdegnum. Sony sigur, at battarítíðin nú er upp til 15 tímar, og hóast vit ikki fingu meira enn á leið 10 tímar úr henni, áðrenn vit máttu finna eina stikkkontakt, so er hetta væl meira enn teir fimm tímarnir, sum kundu togast úr Duo 11. Orkan hjá Vaio Duo 13 er eisini sum hjá einum lítlum kjarnorkuverki. Við 8.803 í okkara bench­mark-test er Vaio Duo 13 skjótasta farteldan, sum vit nakrantíð hava roynt. Til sammetingar megnar Surface Pro-tablet hjá Microsoft 7.058 stig, og higartil sterkasta teldan, sum vit hava roynt – ASUS Taichi – skoraði 8.274 í testini. Tølini siga greitt, at Haswell-arkitektururin gevur megini eitt skump rætta vegin, og tað verður spennandi at síggja, hvussu næsta ættarliðið av teldum fer at standa seg í slíkum royndum. Niðurstøða Sony Vaio Duo 13 er betrað á fleiri økjum í mun til undangongumannin. Brúkara­ upplivingin er tó framvegis ein avbjóðing við eini ov lítlari touchpad. Irriterandi sleðu­ skipanin er nú betrað, og skíggin gevur eina sera hvassa mynd, tó at litirnir eru dekan ov sterkir, og tí kunnu møða eyguni. Møðin kemst tó ikki av nakrari bíðitíð, tí Duo 13 sparkar afturpartin á øllum øðrum teldum, sum vit hava roynt, tá talan er um teldumegi. Battarítíðin er á pappírinum trífaldað, og í veruleikanum í øllum førum tvífaldað, og hesir báðir lutir gera Vaio Duo 13 til ein frálíka teldu, har tú klárar at liva við eitt sindur av irritatión um stýringina. Og tá Duo 13 hartil eisini er vorðin snøggari og lættari at handfara, so er tað nú als ikki so galið. Sony Vaio Duo 13 er higartil besta boðið hjá Sony upp á eina hybridteldu við Windows 8. Og hon er veruliga skjót! Sony Vaio Duo 13 Windows 8 Pro Intel Core i7-4500U 1,8 GHz geril 4 GB ram / 128 GB SSD 13,3" 16:9 LED, full HD 1920 x 1080 2 x USB 3, Micro HDMI, 802.11 a/b/ g/n, Bluetooth 4.0, SD-kortlesari 33 x 21 x 1,95 cm 1,35 kg Litiumpolymer-battarí, 15 tímar Vegl. prísur: 12.515,- kr. Meting ( 1 til 6 ) ★★★★★★ + - Lang battarítíð Kraftig og skjót maskina Lekkurt snið Ov lítlan touchpad Ov sterkar litir Væl komið aftur