hósdagur 26. september 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. septmeber 2013 · Nr. 111
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
edmund joensen
Tíðargreinin síða 19
Sam
bandið
selur arva
silvurið
annika sølvará
Eygamálið síða 18
Forvitin
er fegin
»Av tí at myndugleikarnir ikki hava
livað upp til tað, sum teir hava lovað,
kundi umsóknin bara vera við fyri
varni, sigur ÍSF-forsetin, Petur Elias
Petersen, sum ikki dylur, at hann er
vónsvikin av politikarunum.«
Soleiðis skrivaði in.fo mikukvøld
ið í kjalarvørrinum av málinum um
Oyggjaleikaumsóknina hjá ÍSF.
Ítróttarsamband Føroya hevur
eftir øllum at døma verið so blá
oygt, at tey hava trúð upp á eitt
politiskt lyfti um, at ein golfvøllur
skal verða tøkur til 2019, tá ætlanin
er, at Oyggjaleikir aftur skulu verða
í Føroyum.
Við hesum kann staðfestast, at
tað heldur ikki ber til at skipa fyri
altjóða ítróttarkappingin eftir pol
itiskum ynskjum. Tað undrar tó ikki
okkum, tí politisk lyfti verða so at
siga altíð brotin, og eingin stendur
til svars fyri tey.
Vit í Miðlahúsinum vóru eisini
so bláoygd, at vit í 2007 settu okk
um handilslig mál eftir einari polit
iskari semju í løgtinginum. Tað var,
tá mentanarnevdin gjørdi ta so
mangan umrøddu semjuna um, at
lýsingar í almenna Kringvaprinum
skulu niðurlagast eftir fimm árum,
og at tá skuldi frí kapping valda.
Tá sum nú høvdu vit sokallaðan
borgarligan flokk í Mentamálaráð
num, sum í sínum skjaldramerki
erpar sær av fría initiativinum.
Men tað heldur bara við hvørt og
ikki til hvat sum helst.
Miðlahúsið gjørdi eina stóra
milliónaíløgu í eina útvarpsstøð við
teimum forútsetningum, sum polit
iska semjan legði upp til. Men hvat
hendi? Politikararnir vendu øllum
fullkomiliga á høvdið. Heldur enn
at fáa kapping frá einari aðrari priv
atari útvarpsstøð, so valdi politiski
myndugleikin at fíggja almenna
public service kringvarpið við at
fara í beinharða kapping við lítlu
privatu rásina. Kringvarpið skal
brúka alt krútið og nógvar, nógvar
almennar milliónir til at kroysta ta
lítlu útvarpsstøðina av marknaði
num.
Tað var Fólkaflokurin, sum tá
ráddi fyri borgum í Mentamála
ráðnum. Síðani kom Tjóðveldið,
so Javnaðarflokkurin og nú Sam
bandsflokkurin. Men øll hava verið
líka myrkasvørt.
Eingin eigur at verða so bláoygd
ur at strýa eftir »politiskum vilja«.
Eingin má trúgva »politiskum
lyftum«, tí tað er í útgangspunkti
num bluff.
Bæði løgmaður og mentamála
ráðharrin hava lovað bøtt um støð
una hjá privatu miðlunum.
Men enn eru eingir glottar at
hóma. Vit trúgva ikki lyftum. Men
vit hava eina kóma vón um bata.
Vónsvikin av politikarum
Tað
sigur
Hanus
Samró,
løgtingsmaður, sum hevur
varðað av smápartafelagnum
»Ó«, sum m. a. útvegar lesandi
avsláttarkort.
Men trupulleikin er, at fel
agið er undir trotabúsviðgerð
í skiftirættinum, tí at felagið
ikki hevur altið inn roknskap
fyri 2012. Tískil er nevnd og
leiðsla koyrd frá, og Føroya
Skiftirættur hevur ábyrgdina
av felagnum. Kortini hevur
Hanus Samró, sum eisin er
løgtingsmaður, sent fleiri tíð
indaskriv út vegna felagið – og
mikudagin boðaði hann frá,
at tey 1.350 avsláttarkortini
eru komin og fáast á ymsum
skúlum.
– Støðan hjá felagnum
er óbroytt. Tað er framvegis
skiftirætturin,
sum
hevur
ábyrgdina av felagnum, so
um eigararnir hava okkurt
virksemi, so er tað í øllum
førum ikki í smápartafelag
num Ó, sigur Kristin Balle á
Skráseting Føroya.
Sambært Hanusi Samró
var tað eitt mistak, at rokn
skapurin ikki var farin inn.
– Hetta er bara teknikkur,
og viðurskiftini koma aftur
í rættlag í dag ella í morgin,
segði hann við in.fo í gjár, sum
spurdi hann, um hann hevði
fingið loyvi frá Skráseting
Føroyar at virka felagsins
vegna.
Men tað hevur hann ikki
spurt skrásetingina um.
– Eg havi advokat á máli
num, sigur hann, og havi
handlað í góðari trúgv – tí
tað snýr seg bara um at geva
lesandi bíligari kaffi.
– Eg eri í ferð við at fáa
viðurskiftini í rættlag aftur,
og tá fari eg sjálvur at taka
mær av felagnum, sigur Han
us Samró.
– Eg handlaði í góðari trúgv
Ein av okkara eldru lesarum
hevur vent sær til okkara við
einum hjartasuffi:
– Tá samrøður verða
gjørdar í úvarpi, hví dámar
útvarpsfólki so væl at hava so
nógvan larm aftan fyri sam
røðurnar? Tað er so strævið
hjá okkum, sum ikki hoyra so
væl, sigur hesin lesarin.
Tað, hann hugsar um, er
at tónleikur verður lagdur
undir, tá samrøðu verða
gjørdar – og at samrøður
mangan verða gjørdar, har
nógvur gangur annars er
rundanum.
– Vit sum eldri eru hava
stórar trupulleikar av hesum.
Hóast summi okkara, sum
eru komin væl upp í árini eru
væl fyri, so er hoyrnin kortini
ikki tað, sum hon var, sigur
lesarin, sum eisini vil hava
okkum at minna útvarpsfólk
um ikki at lesa ov títt.
– Ofta tykir, sum um fólk
vilja skunda sær. Vælsignaði
lesið róliga og hugsið um
tey gomlu, er áheitanin frá
hesum lesaranum.
Ampa av óljóði í útvarpi
Nú um dagarnar kom
tíðindaskriv
frá
Huxa
– Fólkafloksungdómi –
har hesi vísa á, hvussu
stóra virðing borgarligu
flokkarnir í Europa hava
fyri politisku stýringini í
Føroyum.
Hetta hendi, eftir at
Huxa á altjóða fundi fyri
borgarligar flokkar hevði
greitt frá, hvørji átøk
sitandi landsstýrið í Før
oyum hevur framt seinnu
árini.
Stóri
spurningurin
er so, hvussu hetta sam
pakkar við útsagnirnar
hjá fólkafloks-ovastanum
í Føroyum. Jørgen Nicla
sen segði mánakvøldið í
Degi og Viku, at tað ráddi
um at skipa Føroyar eftir
norðurlendska vælferðar
modellinum, har vit í felag
eru við til at lyfta samfel
agsskyldurnar.
Stóri spurningurin er
so, um ungmannafelagið
hjá Fólkaflokkinum fyri
gyklar sær nakað ann
að enn tað, sum flokk
urin stendur fyri, ella
um tað er spæl fyri
gallarínum, tá fíggjar
málaráðharrin sigur
seg vilja arbeiða fyri
norðurlendsku væl
ferðarskipanini.
Jørgen Niclasen
móti Huxa
Eingin kann stýra eftir til
vildarligum politiskum lyftum