Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. september 2013 · Nr. 111 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Arbeiðsloysið minkar Arbeiðsloysið í Føroyum er minkað spakuliga seinasta árið. Uppgerð hjá Hagstovuni vísur, at arbeiðsloysið í augsut var 4,4% samanborið við 5,4% fyri einum ári síðani. Brimil lagt kaðal Mikudagin legði vaktarskipið Brimil ein telekaðal millum Sund og Kaldbak. Tað er Føroya Tele, sum hevur staðið fyri at leggja kaðalin. BÚSTAÐIR Nú verður stúrt fyri, at stórfingna ætlanin hjá Bústøðum at útvega bíligar leiguíbúðir, fer at miseydnast Áki Bertholdsen - Vandi er fyri, at tað verða bara tey, sum eru væl fyri, sum fáa ráð at leiga sær íbúð frá Bústøðum. Tað halda bæði politikarar og áhugafeløg, sum vara av teim­um veikastu bólkunum í sam­felagnum. Hesi næstu árini hevur Bú­stað­ir sett sær fyri at bygg­ja 100 leiguíbúðir um árið kring alt landið, ella einar 500-700 íbúðir til­ samans, alt eftir, hvussu tørv­ur­in vísir seg at vera. Ein týðandi partur av hesi stórfingnu ætlan, var, at ein partur av íbúðunum skul­di vera so mikið bíligar at leiga, at eisini teir veikastu sam­ felags­bólkarnir skuldu hava ráð at fáa sær egið tak yvir høvd­ið. Her varð serliga hugsað um fyritíðarpensjónistar, av­lam­is­pen­sjón­istar, men ikki minst um stakar uppi­ hald­ar­ar og lesandi. Almannamálaráðið hevur mett, at ein leiga upp á 5.500 krón­ur um mánaðin, er tað mesta, pensjónistar og fyri­ tíð­ar­pensjónistar kunnu klára. Men feløg, sum varða av fyri­tíð­ar­pensjónistum halda, at hetta talið er ov høgt sett. Bæði Sigrun Wardum, for­ kvinna í Javna og Ása Olsen, dag­ligur leiðari í Meginfelag teirra brekaðu, halda, at ein leiga á gott 4000 krónur um mánaðin, við ljós og var­ ma, er tað mesta, hesir sam­ felags­bólkar orka at rinda. Tey vísa á, at nógv av fólkunum í hesum sam­ felags­bólkum, hava eisini reglu­lig­ar útreiðslur til heili­ vág, fysioterapi og aðrar við­ gerðir. Ikki ráð Heldur ikki Aksel V. Jo­han­ ne­sen, formaður í Javn­að­ ar­flokkinum og ein upp­ halvs­maður til at seta hesa ætlan­ina hjá Bústøðum í verk, er fegin um støðuna. Sjálvur hevur hann havt ein leiklut í málinum, tí hann var landsstýrismaður í fíggjarmálum tá ið stórur part­ur av hesum varð fyri­ reik­aður og tá ið lógin, sum bygg­ingin hjá Bústøðum bygg­ir á, varð samtykt í Løg­ tinginum. Men hann varð krøktur av ætlanin, tí nýval varð út­ skrivað og so vóru hansara dag­ar sum landsstýrismaður, tald­ir í tí umfarinum. Og hann staðfestir, at tað, sum er hent síðani, hóvar hon­um ikki. - Hetta var ikki tað, eg ætl­aði, og mær dámar ikki gongd­ina, sigur hann. Hann ásannar, at ætlanin hjá Bústøðum at byggja hund­rað­tals leiguíbúðir kring landið er eitt stórt fram­stig. Men hann staðfestir, at tað eru nógvir sam­felags­ bólk­ar, sum ikki hava ráð rinda yvir 5000 krónur um mán­að­in í leigu. - Hetta eru samstundis teir samfelagsbólkar, sum hava størstan tørvin á at fáa eina bíliga íbúð, leggur hann aftur­at. Hann sigur, at eftir leisti­ num, hann hevði lagt, kun­ di Bústaðir leiga íbúðir fyri einar 3000 krónur um mán­ að­in. - Tað ber væl til at hava leigu­na so bíliga, staðfestur hann, tí Bústaðir hava nógv­ an eginpening, einar 370 millión­ir í reiðum peningi, um­framt aðrar 300 milliónir í úti­stand­andi lánum. Kann verða bíligari Hann sigur, at ístaðin fyri at Bústaðir setir leiguprísin eftir tí, at felagið skal hava íløgu­na aftur eftir 20 árum, skul­di Bústaðir bara tikið sær eitt avkast á trý ella fýra pro­sent. - So hevði leigan ligið niðri á 3.000 – 4.000 krónur um mán­aðin. - Tað eigur at bera til at bygg­ja eina hampiliga stóra íbúð eina millión krónur. Verð­ur leigan roknað eftir, at Bústaðir skal hava eitt av­ kast á trý prosent um árið, er leigan eini 2.500 krónur um mánaðin. Verða so einar 1.000 krónur lagdar oman á at halda íbúðina fyri, verður leig­an tilsamans 3.500 krón­ ur um mánaðin. Aksel V. Johannesen sig­ ur, at hansara ætlan var eisini, at nakrar íbúðir skul­ du beinleiðis markast til ávísar samfelagsbólkar, pen­ sjón­istar, fólk sum bera brek, stak­ir uppihaldarar o.s.fr. - Tað er ikki gjørt nú og tí kann endin vera, at tey, sum fara at ogna sær íbúðir frá Bú­støðum, verða tey, sum eru væl fyri og ikki tey, sum hava størst­an tørvin á at fáa íbúð, sig­ur Aksel V. Johannesen. Áki Bertholdsen - Vit eru ógvuliga greið yvir trupulleikan. Tað staðfestir Andras Róin, stjóri í Bústøðum. Trupulleikin, hann sipar til, er tað, sum verður nevnt í hinari greinini her á síðuni um prísin at leiga íbúðir frá Bústøðum. - Vit ásanna, at tann leiguprísurin, sum hevur verið nevndur, er so mikið høgur, at tað kann verða tor­ført hjá summum sam­ felags­bólkum, at hava ráð til at leiga sær íbúð. - Tí viðger stýrið fyri Bústaðir ymsar møguleikar fyri, hvussu tað kann verða bílig­ari at leiga, sigur Andras Róin. - Vit ásanna, at vit hava eina stóra avbjóðin í hes­ um sambandi, men vit gleða okkum til at viðgera spurn­ ingin um, hvussu leigan kann fá­ast niður, leggur hann aftur. Men hann sigur, at av tí, at málið er undir viðgerð, kann hann einki siga um úrslitið enn. Kundi verið nógv bíligari at leiga íbúð Áki Bertholdsen 163,80 krónur! Hetta er tað, eitt fólk við hægs­tu fyritíðarpensjón, hev­ur til avlops um mán­ að­in, tá ið allar útreiðslur eru goldnar. Tað vísir eitt ná­greini­ ligt, fíggjarligt yvirlit, So­ s­i­alu­rin hevur fingið frá Jav­na. Yvirlitið er tað veruliga, fíggjar­liga yvirlitið hjá ein­ um ávísum fólki, sum býr ein­sa­malt á einum kamari á sambýli. Talan er um eitt fólk, sum skal hava hjálp til rætt­iliga nógv, eitt nú at fara í biograf, at ferðast, á mat­stovu o.s.fr. Í hesum føri skal fyri­ tíð­ar­pensjónisturin rinda bæði fyri seg sjálvan og fyri hjálparfólkið. Yvirlitið er frá 2010, men Javni sigur, tað gevur fram­vegis eina rætta mynd av støðuni, tí fortreytirnar eru at kalla ikki broyttar. Yvirlitið vísir, at pen­ sjón­in er 13.290 krónur um mán­að­in eftir skatt. Leigan er sett til 2.500 krón­ur um mánaðin og ­mat­ ur, matur, reingerð og tryg­g­ ing eru sett til 4.000 krón­ur. Tað er eitt krav frá sam­býlinum, at 2000 krón­ur verða settar á eina ferðakontu um mán­að­in og harafturat verða 1.000 krón­ur settar í eftir­løn­ar­ saman­sparing. Og tá ið Heilsurygd, fys­ io­terapi, heilivágur, tann­ læk­ni, limagjald í Jav­na, og aðrar út­reiðsl­ur, eru drig­na­r frá, vís­ir yvirlitið, at føs­tu útreiðslurnar eru til­sam­ans 13.126,20 krónur um mánaðin. Sostatt eru 163,80 krón­ur eftir til taks um mán­aðin, skuldi okkurt óvænta­ð stungið seg upp. Tað merkir, at skal hetta fólkið leigað íbúð frá bústøðum fyri 5.000 krón­ur um mánaðin, er stórt hall. Treytin fyri at fáa roknistykkið at ganga upp,er at kontan til ferðing verður strikað. 163,80 krónur Royna at gera tað bíligari at leiga íbúð Ikki ráð Sum støðan er nú, verða tað tað bara tey, sum eru hampiliga væl fyri, sum fáa ráð at leiga sær íbúð frá Bústøðum og tey, sum hava mest tørv á leiguíbúð, hava ongan livandi møguleika, halda politikari og áhugafeløg