Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-26, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vinnudagurin 27. september 2013 sosialurin 2 F lestu av stóru fyritøkunum í Føroyum eru so ella so knýttar at sjónum, og hóast siðbundan flakavinnan hevur havt nógvar tungar løtur hesi árini, so hava føroyingar støðugt ment servitan og tænastur, ið eru knýttar at fiskivinnuni. Tórshavnar Skipasmiðja, Vónin og Thor eru dømi um fyritøkur, sum við støði í fiskivinnuni hava ment stóra servitan, sum útlendingar eisini hava eftirspurt, meðan Bakkafrost, Luna, Vaðhorn og Tavan hava ment seg til sannar risar, sum hava sín grundvøll í tí, sum fyri fáum árum síðani varð roknað sum lítlar nisjur innan siðbundnu vinnuna. Tá um ræður ársins átak eru kortini heldur meira blandað. Her er talan ofta um nýggj nøvn og nýggjar vinnugreinar, sum stinga seg upp, men kortini eigur havið eisini sín leiklut í fleiri teirra. Fariga hevur víst, at føroysk vitan innan fiskavirking eisini kann nýtast uttanlands, meðan Decision 3 er dømi um menning av føroyskari vitan við stórum útflutningsmøguleikum. Hinvegin vísir søgan við ársins átøkum eisini, at tað kann verða langur vegur frá góða hugskotinum til stóru fyritøkuna. Í skemti hevur tíðum verið sagt, at heiðurin sum ársins átak eisini merkir eina fíggjarliga tunga framtíð, men higartil er tað bert útgávan av Vinnuvitan, sum ikki er til longur, tá hugt verður at listanum yvir ársins átøk. Næstan alt fer í fisk Fiskivinnan er høvuðsvinna okkara, og tí er tað kanska ikki so løgið. Síðani Havsbrún á fyrsta sinni varð kosið ársins virki, er bara tríggjar ferðir komið fyri, at ársins virki ikki hevur virkað innan maritima økið. Og eisini innan ársins átak eigur havið sín stóra leiklut Jákup Mørk, jakup@sosialurin.fo Ársins Virki higartil: 2000 Havsbrún 2001 Tórshavnar Skipasmiðja 2002 Vónin 2003 Vaðhorn 2004 Reyni Service 2005 Faroe Marine Products 2006 Thor 2007 Eik Banki 2008 ArtiCon 2009 Bakkafrost 2010 Tavan 2011 Vónin 2012 Luna Ársins Átak higartil: 2000 Ikki valt 2001 North Atlantic Fish Fair 2002 Teitur Lassen 2003 Formula.fo, Total View 2004 Atl. Airways sáttmálin Aker Stord 2005 Fariga Seafood 2006 Vinnuvitan 2007 Ikki valt 2008 Decision3 2009 Tórshavnar Matfestivalur 2010 Vilt í Suðuroy 2011 Jákup Zachariassen 2012 Varðin Pelagic Seinasta »ársins virki«, sum ikki virkar innan sjó- ella fiski­vinn­ una, varð byggi­fyri­tøkan Articon Thor varð valt sum ársins virki í 2006. Fyritøkan er í dag ein stórur aktørur innan aljtóða frálandavinnuna Serblað frá Sosialinum tekstur: Jón brian hvidtfeldt, jákup mørk og hilmar jan hansen Myndir: Álvur Haraldsen snið og umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen