hósdagur 26. september 2013síða 60
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vinnudagurin 27. september 2013
sosialurin
20
V
ónin er einasta virkið, sum hevur
vunnið heiðurin sum ársins virki
tvær ferðir. Bæði í 2002 og 2011 stóð
gamla trolverksmiðan úr Fuglafirði
á lepanum hjá Dómsnevndini,
og grundgevingarnar hava eisini verið
greiðar.
– Vónin hevur í nógv ár arbeitt við
menning av sínum vørum og tænastum
í tøttum samstarvið við fiskivinnuna og
aðrar tænastuveitarar til fiskivinnuna.
Vónin hevur eisini verið við til at fíggja
ph-d lestur innan uppisjóvartrol og
hevur í nógv ár arbeitt tætt saman við
Havstovuni í menningarverkætlanum.
Tað ber til at royna nýggja hugskot og
nýggjar vørur við teldusimuleringum
og í stóra royndartanganum hjá
Vónini, áðrenn tær verða royndar
undir veruligum umstøðum. Hesin
dentur á gransking og menning hevur
borið ávøkstur, og vørurnar hjá Vónini
eru eftirspurdar víða hvar, ikki bert í
Norðuratlantshavi, stóð millum annað
í grundgevingunum, tá fyritøkan fekk
heiðurin í 2011.
Altíð fokus á menning
Fíggjarliga støðufestið er eisini gott.
Umsetningurin er øktur javnt og samt, og
– enn týdningarmiklari – sæst hetta eisini
aftur á botnlinjuni, sum í 2012 vísti eitt
yvirskot á 12,4 mió kr.
– Orsøkin er, at vit støðugt halda fast
um vørumenning og innovatión, sigur
Hjalmar Petersen, stjóri á Vónini. Vit
hava eitt tætt samstarv við kundarnar
hjá okkum, og á tann hátt eru vit støðugt
vitandi um tørvir og ynskir hjá teimum.
Hartil er tað ofta so, at fólk, ið áður hava
starvast hjá okkum, nú eru við skipum
hjá kundum okkara, og eisini eru fleiri
sjómenn av og í starvi hjá okkum, og
hetta styrkir eisini um tætt samstarvið
við viðskiftafólkini, sigur Hjalmar
Petersen.
Frambrot og vørumenning snúgva seg
tó eisini um at finna fram til tað, sum
kundin ikki visti, at honum tørvaði, og
Hjalmar vísir eisini á, at tey hava eina
virkna menningardeild.
– Vit hava fólk, sum burturav arbeiða
við vørumenning. Her royna vit at fáa,
fanga og menna hugskot, sum aftur
kunnu verað kundum okkara til gagns.
Hugskotini koma bæði á deildini sjálvari
og frá tætta samstarvinum við vinnuna,
sigur Hjalmar.
Stødd og styrki
Umframt støðuga arbeiðinum við
menning og nýhugsan, so staðfestir
Hjalmar, at støddin og fíggjarliga styrkin
hjá Vónini eisini er ein fyrimunur.
– Tú kanst siga, at tað krevur eina
ávísa fíggjarliga styrki og sjálvandi eisini
stýring, um tú skalt hava orku til støðuga
vørumenning. Við tíðini hava vit eisini
váðaspjatt framleiðsluna, so hon fevnir
um bæði aling, nótir og trol, umframt at
vit eisini eru virkin í fleiri londum. Hetta
ger, at vit betur tola konjuktursveiggj
innan bæði vinnugreinar og á ymsum
landafrøðiligum økjum. Støddin ber so
eisini við sær, at vit hava vunnið nakrar
fyrimunir í innkeypi og framleiðslu,
og tað er aftur við til at styrkja okkara
kappingarstøðu.
– Hetta ber við sær, at vit ikki verða
tikin av fótum soleiðis uttan víðari, og tað
er ein veldugur fyrimunur. Sagt øðrvísi,
so kann eisini sigast, at hevði Vónin frá
byrjan lagt seg eftir at vera eitt trolvirki
og ikki meira, so hevði fyritøkan helst
ikki verið til longur. Um tú bara stendur
í stað, so tapir tú í longdini, og tað er ikki
tað, sum vit vilja, sigur Hjalmar Petersen.
Deyðin er at standa í stað
Áhaldandi vørumenning og støðug nýhugsan er lyklaorðini á Vónini. Ársins virki
2012 stendur framvegis í vøkstri, og umsetningurin í ár fer at tátta í 350 milliónir
Jákup Mørk, jakup@sosialurin.fo
Vónin
(tkr.)
2012
2011
2010
2009
2008
Bruttovinningur
49.803
48.414
38.533
32.887
30.387
EBITDA
17.723
17.832
11.757
7.168
4.128
Ársúrslit
12.432
15.471
8.300
3.901
3.557
Eginogn
65.451
58.080
63.918
60.108
61.051
Fíggjarjavni
148.258
168.741
146.297
145.672
140.550
Soliditetur
44
34
44
41
43
Gjaldførislutfall
136
83
303
259
329
LYKLATØL
Vónin hevur í dag virksemi
í Grønlandi, Canada, Noreg,
Danmark og Føroyum.
Samlaði umsetningurin hjá
fyritøkuni verður væntandi
um 350 milliónir í ár