Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. september 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. septmeber 2013 · Nr. 112 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Tórbjørn Jacobsen Kjak síða 30 Skamm­ lopið hjá Tjóðveldi Sámal Matras kristiansen kjak síða 31 Kanska best fyri Eysturoy – Tað ber væl til at avtaka lands­ skatt­in, ella í øllum førum at minka hann niður í helvt. Tað var greiði boðskapurin hjá Kára Pet­ersen, búskaparfrøðingi, á Vinnu­deg­num, sum var hild­in í Norð­ur­land­a­hús­i­num fríggj­a­dag­ in. Tað er altíð áhugavert at hoyra, hvussu vit kunnu gjalda minni í skatti – og kortini fáa tað sama í lands­kass­an. Sambært Kára Pet­er­ sen ber tað væl til heilt at taka burt­ ur lands­skattin. Hetta hevði kostað um­leið 1.200 milliónir krónur, men tað sær hann ikki sum tann stóra trup­ul­leik­an, tí henda mista inntøka kann fá­ast inn á annan hátt: Tilfeingisskattur kundi givið 450-500 milliónir krónur um árið. Eitt gjald til hvønn skattgjaldara, tað bretar nevndur poll-tax, t. d. 1.000 kr um mánaðin, kundi givið 300 mill­iónir krónur um árið. Hann mælir til hægri skrá­set­ing­ ar­gjald á bilar, at sjó­manna­frá­drátt­ u­rin verð­ur av­tikin og so okkurt slag av ogn­ar­skatti. Sambært Kára Petersen, so høvdu hes­ar broyt­ing­ar giv­ið á leið tað, sum lands­skatt­ur­in gev­ur í dag. Hann segði eisini, at lønar­skatt­ ur­in hev­ur bein­leið­is nega­tiva á­virk­an á brutto­tjóð­ar­úr­tøk­u­na og út­boð­ið av ar­beiðs­megi, tí at tað er verri at fáa fólk til arbeiðis, tá skatt­ a­trýst­ið er so stórt á inn­tøk­u­skatt­ in, sigur hann. Kári Petersen helt fyri, at í øll­um øðrum londum eru tey skila­betri enn vit og hava ein nógv lægri løn­ ar­skatt enn vit hava, og tí taka tey ikki hugin frá fólki at arbeiða, eins og vit gera. Tað hevði eisini bøtt munandi um keypi­ork­una hjá fólki, umframt tað hevði lætt um krøvini um løn­ar­ hækk­ing­ar, ella lønartrýstið, sigur Kári Pet­ersen. Alt hetta ljóðar mikið áhugavert fyri skattgjaldaran. Men eitt er, hvat ber til á pappírinum. Sitandi samgonga hevur víst evni at gera grundleggjandi broytingar í skattaskipanini. Hon tók eitt stórt stig við at innføra flatskattin, ið gevur teimum, ið tjena nógvar pengar stóran skattalætta. Vit loyva okkum at ivast í, um virkishugurin er eins góðar, um tað snúði seg um at lætta so nógv um hjá teimum lágløntu, sum Kári Petersen mælir til. Og so slett ikki, um skatturin skal flytast yvir á vinnuna við ein um tilfeingisgjaldi. Men tað skaðar ikki at koma við góð­um hug­skot­um. Tey festa kanska eis­ini røtur... vil avtaka landsskattin Tað skuldi verða í 2015, at javnvág aftur skuldi verða á fíggjarlógini. So segði Jørgen, at tað skuldi verða í 2016. Flatskatturin og forskatting av pensjónum skuldu hjálpa at fáa gongd á búskapin soleiðis, at fólk aftur tímdu at arbeiða og við lægri skatti fóru at leggja meira eftir seg í landskassan. Men nú Jørgen leggur fram sína triðju fíggjarlóg verður ætlaða javnvágin aftur flutt eitt ár longur út í framtíðina. Nú er tað magiska árið 2017, tá javnvág aftur er á fíggjarlógini og líka nógv rennur inni í landskassan – sum úr honum. Hallið, sum í ár skuldi verða 243 millióinir krónur vísir seg nú at fara at enda á 450 milliónum. Altso meira enn 200 milliónir krónur viðsíðuna av. Javnvágin hjá Jørgen longur úr eygsjón Ein ungur javnaðarmaður í Tórs­havnar býráð vil nú hava brúk­ar­a­gjald sett á buss­leið­ ina í høv­uðsstaðnum. Onkur held­ur, at hann hann hyggur í so nógv upp á hin AB'aran í Tórs­havn­ar býráð og hevur gloymt, at hann er valdur á sos­ial­dem­o­krat­iska listanum hjá Heð­ini Mortensen. Ungi bilserljarin hevði helst ikki gingið við til at lagt ein be­tal­ings­ring um mið­bý­ in, sum floks­fel­ag­ar hans­ara á flat­lond­um eina­ferð vildu hava um miðbýin í Keyp­ mann­a­havn. Ella hvat við at sett brúk­a­r­a­gjald á all­ar ít­r­ ótt­ar­fasilitetirnar í býnum? Nei, tað hevði nokk ikki ging­ið. Gott nokk er javnaðarlistin hjá Heðini rúmligur – og breiða semjan um samgongu kám­ar eftir øllum at døma floks­mørk. Slíkar útmeldingar var­ skógv­a veljaran um, at høgra hond ikki veit, hvat vinstra vil í Javn­að­ar­flokk­i­num, og tað ber ikki boð um sam­an­ hald og styrki í einum stór­ um flokki – sum kanska er so stór­ur, at tey ikki finna ella kenna seg sjálvi aftur...? Javnaðarflokkur við brúkaragjaldi Konsertfelagið skipar um mán­a­ð­a­r­skiftið september/ oktober fyri tveimum kon­ sert­um við føroysku song­ kvinn­uni Elsu Súsonnu Dals­gaard og navnframa norska klav­er­leik­ar­anum Tore Dingstad. Við á før­oy­ a­ferð­ini hjá teimum báðum er eisini Martina Dingstad, sum er kona Tora. Martina er floyt­ul­eikari, og hon verð­ur eisini at hoyra á báð­um kon­ sert­u­num. Fyrra konsertin verður í Ment­an­a­r­húsinum í Fugla­ firði mán­a­kvøldið 30. sep­ tem­ber, ­og seinna konsertin verð­ur týskvøldið 1. oktober í Norð­u­r­landa­hús­i­num. Báð­ar kon­sert­irnar byrja kl. 19.30. Skráin verður fjølbroytt og fevn­ir millum annað um “Sea Pictures” eftir Edward Elg­ar,”Gudruns sorg” eft­ir Pet­er Heise og “Fem sange af B.S. Ingemans Sul­a­mith og Salo­mon” eftir Lange-Müller. Um­framt sang­fram­førsl­ur verða tvey in­str­u­m­ent­al­verk at hoyra. Tore Ding­stad fer at fram­føra eitt verk fyri klaver, eins og hann saman við kon­ uni, Mart­inu Dingstad, fer at fram­føra eitt verk fyri floytu og klav­er. Royndir tónleikarar á al­ tjóða støði. Elsa Súsanna Dals­gaard hevur út­búgv­ing frá Nord­jysk Mus­ik­kon­ser­v­ a­t­o­r­ium og Kong­a­liga Musik­ kon­serv­a­tor­i­in­um. Undir út­búgv­ing­ini starv­ að­ist Elsa Súsanna millum ann­að sum kirkjusangari í ym­isk­um donsk­um kirkj­ um. Har­um­framt sang hon við Danmarks Rad­i­os Konsertkóri, Jyska Op­e­r­a­ kor­i­num og kongaliga Opera­ kórinum. Síð­ani 2000 hevur hon ver­ið kórsangari í tí Norsku Op­era & Ballettini, har hon eis­ini hevur havt ymiskar sol­ o­leik­lutir. Tore Dingstad er ein av roynd­astu fylgispælarunum í Noregi. Hann er út­búgv­in klaver- orgul- og cemb­a­l­o­ s­pælari, og hevur drúgvar roynd­ir sum dirigentur í Oslo, Hannover og Freiburg. Sein­astu 30 árini hevur hann starv­ast í tí norsku Operuni. Konsert við Elsu Súsonnu og Tore Tilfeingisgjald, biltollur og limagjald skal geva lægri skatt