mánadagur 30. september 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. september 2013 · Nr. 112
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fíggjarlógaruppskotið
Jón Brian Hvidtfeldt
Hóast yvirskriftin í tíðinda
skrivinum úr Fíggjarmála
ráðnum
skal
signalera
stabilitet, so er landsstýris
maðurin
í
fíggjarmálum
farin at dragna í kongunum.
”Tamarhald á útreiðslunum”
eitur yvirskriftin í tíðinda
skrivinum, sum greiðir frá,
at
landsstýrið
stimbrar
vøksturin í samfelagnum,
samstundis sum vælferð
artænasturnar og útbúgving
verða raðfest.
Men handan føgru orð
ini staðfestir landsstýris
maðurin í fíggjarmálum fyri
fyrstu ferð, at yvirskipaða
málið um yvirskot í 2016
verður ikki rokkið. Fyrra
partin staðfesti Jørgen Nicla
sen, at í 2016 fer fíggjarlógin
at geva 75 milliónir krónur í
halli, og yvirskotið má tí bíða
til 2017.
Sjálvandi er harmiligt,
at hallið ikki er minni, men
tað er tó einans 1,8 prosent
av BTÚ, og hetta er lítið, tá
ið sammett verður við onn
ur lond. Kósin er sett fyri
at fáa javnvág og um nøk
ur ár at byrja at rinda aftur
skuld, sigur Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður í fíggjar
málum.
Men tað er ikki bara
frammi í tíð, at tølini ikki
passa. Eisini í ár svíkja
inntøkurnar,
samstundis
sum útreiðslurnar økjast
meira enn landsstýrið upp
runaliga ætlaði. Nú farið
verður inn í oktober mán
að vísa feskastu tølini hjá
Fíggjarmálaráðnum,
at
í
ár verður undirskotið 449
milliónir krónur. 153 milliónir
krónur mangla í kassanum,
samstundis sum 52 milliónir
krónur eru brúktar ov nógv.
Av eyka útreiðslunum er
serliga talan um íløgur, sum
skuldu verið gjørdar undan
farin ár, men hava drigið
út og tí tyngja landshúsar
haldið í ár.
Men við minkandi inn
tøkum og øktum útreiðslum
rakar fíggjarlógin fyri 2013
væntandi 205 milliónir við
síðuna av, sammett við tey
tøl, sum landsstýrið higartil
hevur arbeitt eftir. Og tí
verður
undirskotið
449
milliónir í ár.
Í játtanarkørmunum hev
ur landsstýrið higartil sagt,
at í 2014 verður undirskotið
235 milliónir krónur. Men
nú
fíggjarlógaruppskotið
er lagt fram, verður arbeitt
fram ímóti einum undirskoti
á 250 milliónir krónur næsta
ár. Tá verður roknað við 170
milliónum krónum í nýggj
um inntøkum.
Vinnan
Tað verður eisini næsta ár,
at ein fyribils skipan við til
feingisgjaldi skal geva lands
kassanum
inntøkur,
sum
so aftur kunnu minka um
hallið á fíggjarlógini. Lands
stýrið hevur enn ongan leist
fyri, hvussu tilfeingisgjaldið
skal krevjast inn næsta ár.
Grundgevingin
fyri
hes
um er millum annað, at
enn
veit
eingin,
hvussu
stórar kvoturnar á sild og
makrel vera í 2014. Men í
fígg jarlógararbeiðinum
verður siktað eftir sonevndu
”botnlinjuni”, og tað merkir
at landskassin næsta ár skal
krevja inn 107 milliónir krón
ur frá teimum, sum fiska sild
og makrel.
Eisini ætlar landsstýrið
at krevja fleiri pengar inn
frá alivinnuni. Tað verður
gjørt við at sonevndi til
feingis-/loyvisskatturin verð
ur eisini galdandi næsta ár.
Her er leisturin tann, at ein
eykaskattur verður lagdur
oman á yvirskotið, ítøkiliga
á yvirskot omanfyri eina
millión krónur. Næsta ár
ætlar landsstýrið, at eyka
skatturin á yvirskot oman
fyri eina millión verður sjey
prosent. Og tað skal so geva
landskassanum 63 milliónir
krónur í inntøku.
Tilsaman skal vinnan so
gjalda 170 milliónir krónur
í
sonevndum
”nýggjum
inntøkum” til landskassan
næsta ár.
Jørgen Niclasen ásannar,
at aftur næsta ár verður tal
an um eina fyribilsskipan
fyri vinnuna. Men lands
stýrismaðurin lovar bót og
bata fyri 2015.
-
Fiskivinnunýskipanin
skal fáast upp á pláss í vet
ur. Tí fáa vit eina varandi
skipan, sum kemur í gildi
1. januar 2015, sigur Jørgen
Niclasen.
Raðfestingarnar
Landsstýrið ætlar at gera
íløgur
fyri
295
milliónir
krónur næsta ár. 85 milliónir
krónur
skulu
brúkast
til
Marknagilsdepilin,
25
milliónir krónur skulu brúk
ast til Landssjúkrahúsið, 20
milliónir krónur til vardar
bústaðir í Eysturoynni og
Norðoyggjum, 37 milliónir
til Viðareiðistunnil og 25
milliónir krónur til at um
væla almennar bygningar.
Jørgen rennur eftir vøkstrinum
Fyri fyrstu ferð ásannar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at yvirskot verður ikki á fíggjarlógini
í 2016. Sambært nýggjastu metingunum verður undirskotið 449 milliónir krónur í ár, og
sambært fíggjarlógaruppskotinum verður undirskotið 250 milliónir næsta ár. – Nýskipanirnar
taka longri tíð enn væntað, men vit eru á rættari kós, sigur Jørgen Niclasen