týsdagur 1. oktober 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. oktober 2013 · Nr. 113
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Alfred Olsen
Kjak síða 28
10 mió
ella 2,5
mió tons?
síða 28
Boðberi
av Guds
orði í okk
ara tíð
Formaður Fólkafloksins er kendur
fyri at hava orðið í síni makt. Sum
fremsti maður í samgonguni hevur
hann eisini stóra ávirkan á rikna
politikkin, sum hann væl og virð
iliga hevur sett síni fingramerki á.
Men viðhvørt tykist hann at vera á
í so djúpum vatni, eitt nú tá hann
í sambandi við fíggjarlógina tos
ar um fólkavøkstur og positivan
grundrakstur.
Ofta tykjast fólkafloksmenn
eisini at látast sum um, at teirra
uppgáva er rudda upp eftir øðrum,
áðrenn teir fáa sett veruligan fólk
aflokspolitikk á skrá.
Men veruleikin er kortini tann,
at Fólkaflokkurin hevur havt valdið
so mikið leingi, at øll upprudding tí
er eftir Fólkaflokkinum sjálvum.
Taka vit tey seinastu 40 árini, so
hevur Fólkaflokkurin sitið í lands
stýrissamgongu næstan øll árini
– umleið 32 ár til samans. Vit skulu
næstan 30 ár aftur fyri at finna eitt
heilt valskeið, har Fólkaflokkurin
hevur sitið uttan ávirkan – tað var
valskeiðið 1984-88.
Hinir stóru flokkarnir hava allir
havt
sínar
oyðimarkargongdir.
Javnaðarflokkurin frá 1996-2004,
Sambandsflokkurin frá 1998-2004
og Tjóðveldi síðani 2003.
So havandi hetta í huga, so er
Fólkaflokkurin
ultimativt
tann
flokkurin, sum hevur havt størstu
ávirkanina á rikna fíggjarpolitikkin
seinastu 40 árini.
Og hvat hava vit so fingið burtur
úr tí? Øll hava tosað um, at hallið
á fíggjarlógini skuldi verða burtur
í 2015. Hetta var so broytt til 2016 –
og nú hevur Jørgen Niclasen aftur
broytt hetta til 2017. T. v. s, at so
hvørt sum javnvágin nærkast, so
verður trupulleikin skumpaður
longur fram.
Hallið í ár, sum sambært Jørgen
Niclasen skuldi verið 243 millionir
endar á nærum tí tvíflada – á 449
milliónum krónum. Hetta er eisini
nógv meira enn í 2011, tá hallið var
322 milliónir krónur.
So kann fíggjarmálaráðharrin
tosa um teknikk og grundrakstur.
Men tað visti hann eisini, tá tølini
vórðu sett í fíggjarætlanina fyri
2013.
Slíkur orðavavstur er ikki júst
álitisvekjandi. Úrslitið tosar sítt
egna mál – og tað bendir á, at
fíggjarpolitikkurin
hjá
Jørgen
Niclasen og samgonguni ikki er
hepnaður serliga væl.
Spurningurin er so, um vit kunnu
líta á, at tað skal hepnast sama
flokki – sum stýrt hevur seinastu
40 árini – at minka undirskotið til
250 milliónir næsta ár?
Kunnu vit líta á tølini?
Tað var hátíðardámur á
Brandstøðini í Havn í gjár, tá
Tórshavnar Sløkkilið bjóðaði
øllum vælkomnum til hátíð
arhaldið í sambandi við, at 80
ár eru liðin, síðani Sløkkiliðið
varð sett á stovn.
Borgarstjórin segði eisini
nøkur orð og handaði Bjørg
Øssursdóttir, Ann W. Rubek
sen og Osvaldi S. Johanson
blómutyssi sum tøkk fyri
drúgva tænastu í kommun
uni.
Bjørg Øssursdóttir byrjaði
í kommununi í 1988. Og síð
ani 1. desember 2002 hevur
hon arbeitt á Sløkkiliðnum.
Sostatt hevur hon verið í
kommununi í 25 ár. Umframt
blómutyssi fekk hon heiðurs
bræv fyri avrikið seinastu 25
árini.
Ann W. Rubeksen byrjaði í
starvi á Sløkkiliðnum 1. nov
ember 2002, og hevur hon tí
starvast á støðini í 10 ár.
Osvald S Johanson byrjaði
í starvi 1. januar 1991, og var
hann eitt skifti burtur í áleið
hálvtannað ár. Sostatt hevur
hann røkt starvið á støðini í
20 ár.
Rundir dagar á Brandstøðini
Listaframsýning við Jógvan
Sverrason Biskupstø verður
á Býarbókasavninum
Framsýnignin
er
eitt
úrval av vatnlitsmyndum
og myndum teknaðar við
penni, blýanti og grafitt.
Myndirnar eru allar úrslit av
einum
listafólkauppihaldi,
sum Jógvan var á í summar,
í kenda skandinaviska lista
fólkahúsinum í Rom, Circolo
Scandinavo.
Framsýningin
letur
upp mikudagin, 2. oktober
kl. 16, har listamaðurin
eisini verður til staðar.
Framsýningin er at
síggja allan oktober- og
novembermánað.
Sýnir fram á Býarbókasavninum
“At bana vegin fyri”, “tað
gongur niður at bakka” og
“um tú gert tað, so standi eg
av,” – slíkar danskar málisk
ur hoyrast javnan. Her má
mælast til at nýta føroysku
máliskurnar “at slóða fyri”,
“tað gongur aftur á hond
ina” og “um tú gert tað, so
eri eg ikki við longur.”
Nógvar aðrar óføroyskar
máliskur eru javnan at
hoyra, t.d. “at taka hædd
fyri”; her er føroyska orðing
in: “at leggja upp fyri.” Eitt
annað dømi er: “at koma til
botns í”; her má mælast til
at siga “at lýsa út í æsir.“
Ofta hoyrist óføroyska
orðingin “at skjóta einum
(eitthvørt) í skógvarnar”;
her er føroyska orðingin
“at kasta einum (eitthvørt)
fyri.” Og “at skjóta í gongd”
nevnist “at seta sjøtul á.”
Javnan hoyrist “nú má
bera ella bresta”; føroyska
orðingin er “nú má røkka
ella støkka.” Ein onnur
orðing, ið er tikin beint
úr donskum, er “slagets
gang”, t.d. nú er at fylgja
við, hvussu “slagets gang”
verður. Her er rætta orð
ingin “at fylgja við, hvussu
leikur fer.” Í einum loftmiðli
segði ein vertur herfyri: “so
tað baskar”; her er føroyska
orðingin “so tað stendur eft
ir(í).”
Eitt, ið t.d. politikarar
javnan hava fyri munni, er
“tú skalt ikki selja skinnið,
fyrr enn bjørnin er skotin”;
føroyska orðtakið, ið svarar
til hetta útlendska, er “eing
in skal kanna sær bitan, fyrr
enn hann er svølgdur.”
Vert er at hava í huga, at
tá ið tað snýr seg um mynd
amál og máliskur, skulu vit
nýta tað, ið er er sprottið úr
heimligum jørðildi.
Máliskur
Fólkaflokkurin hevur stýrt
fíggjarpolitikki í mannaminni
Málráð
frá Orðafragd
Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum