Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. oktober 2013 · Nr. 113 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jákup Mørk - Fíggjarlógin er ikki so týdningarmikil, sum politikarar vilja gera hana til. Hon er meira eitt catwalk, har politikarar kunnu vísa seg fram, men innihaldið er øgiliga tunt. Fíggjarlógin er ikki so áhugaverd fyri ein búskaparfrøðing – har eru tað heldur politisku avgerðirnar, sum hava týdning, helt Hermann Oskarsson fyri við útvarpið hjá Kringvarpinum mánakvøldið. Fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum, sum nú er granskari á Setrinum, heldur tað eisini vera ein roynd at fyrigykla fólki nakað, tá sagt verður, at flatskatturin skal fáa fólk at brúka meira pening ella at arbeiða meira. - Politikarar royna at billa okkum inn, at teir kunnu ávirka okkum, men tað kunnu teir ikki. Teir eru kassameistarar og skulu fáa tingini at ganga upp. Men teir fáa okkum ikki at brúka fleiri pengar, fáa okkum at fáa fleiri børn ella at arbeiða meira um kvøldið. Tað er at lumpa fólk, tí í veruleikanum kanst tú ikki tað, sigur Hermann Oskarsson. Hann heldur annars ikki, at hallið á fíggjarlógini er nakað, sum eigur at skapa ótta í politiska landslagnum hjá okkum. - Tað kunnu sikkurt vera nógvar snedugar orsøkir til hallið, men eg haldi, at vit kunnu taka tað nóg so róliga. Okkara partur av heiminum stendur mest sum í stað, og tí er talan ikki um alarmerandi støðu, sigur Herman, og vísir á, at føroyska samfelagið hevur nógv størri trupulleikar at dragast við enn hall á fíggjarlógini. - Vit hava nógvar stórar trupulleikar fyri framman, og fíggjarlógin er ein av teimum smáu. Avbjóðingin er at venda rákinum tey komandi 20 árini. Eg haldi tað stendur í byrjanini av framløguni av fíggjarlógini, at vit hava búskaparvøkstur og fólkavøkstur í Føroyum. Tann, sum ikki grínur eftir tí, hann hevur fylgt illa við! - Vit vita øll av, at vit standa við eini hóttandi fólkaminking, og at búskapurin stendur negldur í stað. So tað er váðið at fara út at fortelja fólki tað mótsatta av tí, sum tey síggja, sigur Hermann Oskarsson, sum at enda tykist skjóta eftir kollveltandi broytingunum, sum kunnu fremjast politiskt í Føroyum. - Eg dugi ikki at síggja nakað annað land í heiminum, har politikarar hava slíka rúmd, sum teir hava í Føroyum. At stovnar verða niðurlagdir eftir einari nátt, og har stórar skattabroytingar verða gjørdar uttan breiðar semjur og yvir høvur uttan nakra fakliga grund. Tað fyrikemur mær heilt óteinkiligt nakra aðra staðni, sigur altso fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum. Flennir at fíggjarlógini Tað var ikki við mýk­indum, at Her­mann Osk­ars­son mánakvøldið við­merkti fíg­g­j­ar­lóg­ar­upp­sko­t­ið hjá lands­stýr­inum Jógvan Hansen og onnur hava í oktober Bee Gees show í Íslandi. Fyrsta fram­førslan verður í Háskóla­bio í Reykjavík leygar­kvøldið 12. oktober. Í fyrstu syftu er bert hend­an eina framførslan á skrá í Reykjavík, men helst verða onkrar fram­ førsl­ur afturat, tá ið show­ið er frumsýnt. 26. okto­ber verður Bee Gees show­ið framført í HOF á Akur­eyri. Fríðrik Ómar Hjørleifs­ son, sum Jógvan Hansen hev­ur samstarvað nógv við seinastu árini, hev­ ur tikið stig til Bee Gees konsertirnar, og um­ framt Jógvan og Fríðrík Ómar luttaka eisini Jóhan­na Guðrún, ið áður hev­ur sungið duett við bæði Brandi Enni og Hall­ur Joensen, Pétur Ørn Guðmundsson, og Matth­ías Matthíasson, sum nógvir føroyingar ken­na sum sangara í Dundurfrettir. Aftu­rat teimum er ein tón­leika­ bólk­ur, sum telir 9 tón­ leika­r­ar. Jógvan og hini fara at fram­føra 20 av størstu hittu­num hjá Bee Gees, sum eru ein av mest selj­ andi bólkunum í tón­leika­ søguni. Sangir sum To Love Somebody, Tragedy, How Deep Is Your Love og Islands In The Stream verða framførðir hesi kvøl­d­ini. Jógvan tulkar poppmeistarar Komið var næstan á mál í samráðingunum millum Pedagog­felagið og almennu arbeiðs­gevararnar, tá ósemja stakk seg upp. Nú er sáttmála­loysi. Seint í mánakvøldið kom stíg­ur í samráðingarnar mill­um Føroya Pedagog­felag øðrumegin og Fíggjar­mála­ ráð­ið og Kommunala Arbeiðs­ gevara­felagið hinumegin, og part­ar­nir fóru hvør til sítt. Stutt eftir – á midnátt – gingu sáttmálarnir út, so nú er sátt­málaloysi. Maud Wang Hansen, for­ kvin­na í Føroya Pedagogfelag, er hørm um, at tað ikki eydn­ að­ist at skriva undir nýggjar sátt­mál­ar, áðrenn teir gomlu fóru úr gildi. – Vit vóru næstan komin á mál, og meginpartin av deg­num væntaði eg avgjørt, at vit kundu skriva undir í mánakvøldið. Men so stakk ósemj­a seg upp um nøkur viður­skifti. Henda ósemjan lat seg ikki loysa í eini handa­ vending, so nú eru partarnir farn­ir hvør til sítt at rokna upp á tingini, sigur Maud Wang Hansen. Hon vil ikki siga nakað ítøkiligt um, hvat ósemjan snýr seg um, tí hon leggur dent á, at samráðingarnar ikki eru slitnaðar. Lønardeildin hjá Fíggjar­ mála­ráðnum hevur boðið Peda­gog­felagnum aftur til fund­ar, men Maud Wang Han­sen sigur, at tey ikki enn hava tikið støðu til, nær tann fund­urin verður. Sum skilst verður tó ongin fund­ur við sátt­mála­mót­part­ in fyrr enn í fyrsta lagi fríggj­ adagin, men í morgin hev­ur Pedagogfelagið kallað álitis­ fólkini til fundar. Stígur í samráðingunum Maud Wang Hansen er forkvinna í Føroya Pedagogfelag