týsdagur 1. oktober 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. oktober 2013 · Nr. 113
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
– Vit skulu gera tingini so líð
andi. Vit hava fingið tamar
hald á búskapinum við at
fremja nýskipanir, men tað
tekur tíð, áðrenn fíggjarligu
avleiðingarnar
av
hesum
síggjast aftur.
Jørgen
Niclasen
var
meira varin og minni bráur
enn onkuntíð áður, tá hann
skuldi seta orð á fíggjarlógar
uppskotið fyri 2014. Lands
stýrismaðurin vísir á eina
ætlan, sum bæði er stimbr
andi og eisini afturhaldandi
við útreiðslunum.
– Mest umráðandi er, at
vit hava tamarhald á út
reiðslunum, soleiðis at vit
so líðandi fáa hallið burtur,
sigur Jørgen Niclasen, sum
vísir á bruttotjóðarvøkstur á
trý prosent, meðan útreiðslu
vøksturin er bara tvey pro
sent.
– Ella sagt á annan hátt,
so veksa inntøkurnar skjót
ari enn útreiðslurnar, og tí er
føroyski búskapurin á rætt
ari kós, argumenterar Jørgen
Niclasen.
Andstøðan er tó av aðrari
fatan. Og í tí argumentatiónini
verða aktuell tøl úr verandi
fíggjarári brúkt.
– Inntøkurnar higartil í
ár eru 153 milliónir lægri enn
landsstýrið roknaði við, og
tað er prógv um ein skeivan
fíggjarpolitikk, sigur Aksel V.
Johannesen, sum í longri tíð
hevur sett stórt spurnartekin
við førda fíggjarpolitikkin.
Formaðurin í Javnaðar
flokkinum óttast, at vánaliga
gongdin fer at halda fram.
– Nýggjastu tølini vísa,
at lønarútgjaldingarnar og
lønarskatturin standa í stað,
og lítil og eingin vøkstur er
í meirvirðisgjaldinum. Tað
er tí einki, sum bendir á, at
vit fáa nakran vøkstur, sigur
Aksel V. Johannesen, sum tí
óttast at vánaliga gongdin
heldur fram og inntøkurnar
tí tá avtornar vera einar 200
milliónir lægri enn lands
stýrið metti.
Tað eru ikki bara inntøkur
nar, sum svíkja. Eisini eru 52
milliónir krónur brúktar ov
nógv. Her er serliga talan
um íløgur, sum skuldu verið
gjørdar undanfarin ár, men
hava drigið út og tí tyngja
landshúsarhaldið í ár. Men
minkandi inntøkurnar og
øktu útreiðslurnar merkja
tilsamans, at hallið í ár
væntandi verður 205 milliónir
krónur størri enn tølini í
samtyktu fíggjarlógini. Eitt
budgetterað
undirskot
á
243 milliónir gerst eitt reelt
undirskot á 449 milliónir. Og
tað eru tøl, ið festa seg hjá
andstøðuflokkunum.
– Undirskotið er næstan
100 prosent størri enn tað, ið
landsstýrið roknaði við. Tað
sigur seg sjálvt, at tá mást tú
viðganga, at okkurt er galið,
sigur Poul Michelsen.
Hóast formaðurin í Fram
sókn avgjørt heldur at neyð
ugt var við eini skattanýskip
an eftir seinasta løgtingsval,
so vendir flatskatturin eftir
hansara tykki skeivt:
– Vit hava í alt ár roynt
at vísa á, at flatskatturin
gevur ikki ta meirnýtslu, ið
landsstýrið roknaði við fór
at koma og síðani geva fleiri
skatta- og avgjaldskrónur í
landskassan. Tí hava vit fleiri
ferðir spurt okkum sjálvi, nær
landsstýrismaðurin fór at
viðganga, at fíggjarpolitikk
urin er á eini skráplan. Tað
ger hann so nú, sigur Poul
Michelsen.
Formaðurin í Framsókn
leggur speiskliga afturat, at
henda útsøgn er tað mest
gleðiliga við øllum fíggjar
lógaruppskotinum fyri 2014.
– Tí nú landsstýrismaðurin
loksins fæst at viðganga, at
inntøkurnar svíkja, so ber til
at hyggja eftir fíggjarlógini
av nýggjum og seta nøkur
álítandi tøl inn har, sigur
Poul Michelsen, sum í sama
viðfangi eftirlýsir nýskipanir,
ið kunnu gera samfelagið
effektivari at reka.
– Tað verður tosað um ný
skipanir. Men vit síggja ongar
nýskipanir framdar í verki.
Og so leingi vit ikki fáa tær
framdar, so verður heldur
eingin sparing, argumenterar
Poul Michelsen.
Høgrasnaringin
Formaðurin í Tjóðveldi skýrir
enn einaferð landsstýrið at
snara politikkin ógvusliga
til høgru.
– Hugsjónarligi munurin
millum samgongu og and
støðu er sera stórur. Lands
stýrið førir politikk fyri tey
heilt fáu og ikki fjøldina,
sigur Høgni Hoydal.
Hann vísir á flatskattin,
sum serliga gagnar teimum
við høgari inntøku. Og hann
vísir á vinnulívið, sum verður
savnað á alt færri hondum.
Avleiðingin er, sambært
Høgna Hoydal, at búskapurin
steðgar upp.
– Fremur tú ikki veruligar
batar og ger tað liviligt hjá
tí stóru og breiðu fjøldini í
Føroyum, so fært tú heldur
ikki vent búskapinum, og
so fært tú heldur ikki tey
úrslit á fíggjarlógini, ið tú
ætlar. Og tað haldi eg vera
prógvað
við
nýggjasta
fíggjarlógaruppskotinum hjá
landsstýrinum, sigur Høgni
Hoydal.
Formaðurin í Tjóðveldi
eftirlýsir ein fíggjarpolitikk,
ið skapar størri javnvág mill
um fólk.
– Tað er neyðugt, at um
støðurnar
grundleggjandi
verða gjørdar betri fyri ta
stóru fjøldina í Føroyum, sum
í løtuni fíggjar skattalættan
hjá teimum vælbjargaðu, sig
ur Høgni Hoydal.
blivin trúar
spurningur
Fíggjar
politikkur
Kaj Leo Holm Johannesen:
»Heilsumál, Almannamál og Mentamál
hava fingið hægri játtan uppá 1000 mió
ella 1 mia frá 2004 til 2013. Vit hava nú á
fíggjarlógini fyri 2014 í høvuðsheitum fylgt
fólkavøksturætlanini við at raðfesta millum
annað: Hægri útbúgving, diabetesætlan og
serviðgerð uttanlands, og harumframt sett
tað av til eldraøkið, sum tørvur var á. Sosial
liberalur politikkur í verki.«
Meðan samgongan tvíheldur um, at vøksturin skal nokk koma,
so er andstøðan sannførd um, at førdi fíggjarpolitikkurin er grund
leggjandi skeivur. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2014 kann tí lata
upp fyri enn einum grundleggjandi kjaki um skatt og flatskatt