týsdagur 1. oktober 2013síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Mikudagur 2. oktober 2013 · Nr. 113
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tøkni
Tá vit í fjør testaðu Xperia Z, oystu vit hana
undir í rósum, og tá vit í vár royndu myndatól
á snildfonunum, stóð hon seg sera væl. So
tá vit fyri stuttum sóu Z1 á IFA-messuni og
fingu at vita, at týðandi dagføringar vórðu
framdir, vóru vit spent upp á at sleppa framat
eini test.
Útsjónd og bygnaður
At síggja til, so líkist Z1 undangongukvinnu
sínum, men tekur tú hana í hondina, merkist
munurin væl. Kantarnir eru rundari, so hon
liggur betur í hondini. Tíverri er eisini vorðin
heldur gungt – faktiskt ein av tyngstu snild
fonununum í vanligari stødd, sum vit hava
roynt í ár. Men góðskan kennist sera væl
við fronti og baki í herdaðum plasti og eini
sterkari metal-rammu.
Eins og Xperia Z, so er Z1 vatntøtt, hóast
dekslið til oyratelefonstikkið er burtur. Lúkan
til løðarastikkið er lættari at opna, og vit
eru glað fyri, at minniskortið kann setast í.
Knøttarnir eru lættir at finna, hóast vit halda
at tendra/sløkk og ljóðstyrki eru ov nær
hvørjum øðrum.
Skíggi
Takkað verið full-HD upploysnini fært tú
sera tættar pixlar, hóast skíggin er ikki minni
enn 5 tummar. Sjálvt lítil tekstur er hvassur
og lættur at lesa. Eins og við øðrum Sony-
útgávum, so verður Bravia myndabetran-
tøknin nýtt, men hartil ger Sony eisini nýtslu
av Triluminos-tøknini, sum verður nýtt í
sjónvarpsskíggjum. Tað merkir, at skíggin
hevur fleiri og betri litir. Og vit eru avgjørt
nøgd við myndagóðskuna á Z1.
Myndatól
Mest spennandi av øllum í Z1 er tó
myndatólið. Snildfona- og myndatóladeildin
hjá Sony hava samstarva í hesum, og nú
eru smálutirnir teir somu, sum verða nýttir í
kompakt-myndatólum. Tað ljóðar kanska ørt,
tá ein snildfon hevur 20 megapixel, men Sony
hevur ísett ein Exmor RS sensor við somu
megi, sum teir í kompaktmyndatólunum.
Saman við einum ljóssterkum G-objektivi við
f/2.0 blendu gevur hetta serstakliga góðar
myndir.
Vit hava ikki sæð slíka ljóskenslu í einum
snildfon-myndatóli áður. Einasta snildfonin,
sum er í nær námind, er HTC One. Gaman í
kann nakað av órógv koma fyri, men Z1 kann
væl taka myndir, har onnur mugu geva upp. Í
góðum ljósi fært tú veruliga hvassar myndir
við framúr litendurgeving. Autofunkan er
góð, tá sjálvvirkandi stillingar skulu finnast,
men viðhvørt verða hesar tó ikki góðar. Dugir
tú at innstilla manuelt, verða myndirnar tó
sera góðar. Vónandi kann hesin trupulleikin
loysast við eini dagføring. Myndatólið er eisini
skjótt, og tað ger burst-støðuna sera henta.
Ljóð
Walkman-app’in ger tað stuttligt at lurta
eftir tónleiki. Ikki bara hevur tú atgongd til
tónleikahandilin hjá Sonu, Music Unlimited,
men tað er eisini lætt at finna aðrar tónleika
keldur. Allar teldur og mediaspælarar í net
verkinum koma sjálvvirkandi fram í app’ini.
Tað er eisini sera lætt at spæla tónleikin á
tráðleysum hátalarum. Innbygdi hátalarin
í botnini av telefonini er ok, men tónleika
góðskan kemur ikki til sín rætt, fyrr enn tú
brúkar nakrar góðar oyrabúffar.
Nýtsla
Takkað verið miðlasavninum hjá Sony fært
tú appir, sum geva atgongd til film, tónleik
og spæl. Hartil er tað avgjørt meiningin, at
tú skal brúka Z1 saman við øðrum eindum og
tænastum í heiminum. Tú fært bæði amboð
og vegleiðing til at deila innihaldið á eitt nú
sjónvarpi og sosialum miðlum. Enntá kanst
tú senda tað, sum tú tekur upp, beinleiðis á
Facebook og síggja real-time viðmerkingar.
Megi
Við nýggjum gerli og nóg mikið av minni er
snildfonin svakliga skjót. Og tað ikki bara
kennist so, men varð eisini staðfest av test
forritunum hjá okkum. Geekbench 3 gav
næstan dupult so skjóta! máting sum Galaxy
S4, og AnTuTu var 50 prosent skjótari. Sjálvur
kagin er skjótur og koyrir HTML5 helvtina
skjótari enn nøkur onnur snildfon, sum vit hava
roynt. Hetta er púra greitt ein framúrskarandi
snildfon til tung spøl og framkomnar appir.
Niðurstøða
Sony hevur við hesum tikið eina snildfon, sum
longu var góð, og gjørt hana framúrskarandi.
Hetta er skjótasta snildfonin, sum vit nakran
tíð hava roynt, og vit hava ongan tíð sæð
somikið góðar úr myndatólinum á eini far
telefon. Z1 er ein luksustelefon, sum bæði
kennist væl og riggar væl. Og so er hon vatn
tøtt. Vit halda einastu ráðini vera at yvirgeva
seg og lata Sony kongakrúnuna. Sony hevur
her víst øllum hinum, hvar skápi skal standa.
Sony Xperia Z1:
Frálík avrik og besta myndatólið í flokkinum. Her er
talan um mest imponerandi snildfonina á árinum
• Stýriskipan: Android 4.2
• Skíggi: 5,0" TFT 1080
x 1920 (441 ppi)
• Geril: 2,2 GHz quad-core
Snapdragon 800
• Minni: 2 GB ram / 16 GB
goymsla + microSD
• Myndatól: 20,7 MP BSI + 2 MP
• Tráðleyst: LTE, Wi-Fi
a/b/g/n/ac, BT 4.0, NFC
• Mát: 144,4 x 73,9 x 8,5 mm
• vekt: 169 g
• Battarí: 3000 mAh, 14 tímar
talu, 880 tíma standby
Vegl. prísur: 5.299 kr.
Meting ( 6 av 6 stjørnum ) ★★★★★★
+
-
Framúr myndatól.
Ófatuliga skjót.
Vatntøtt.
Tung.
Sony setir
seg á trúnuna
SERLIGA
VIÐMÆLT