týsdagur 1. oktober 2013síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
47
Mikudagur 2. oktober 2013 · Nr. 113
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jóannes Hansen
Í góðveðrinum í fyrrakvøldið
vóru nógv eygnavitni við
Løkin í Runavík, tá ið U-18
liðið hjá NSÍ staðfesti sína
støðu sum besta unglinga
liðið í 2013. Longu undan
dystarbyrjan var greitt, at
NSÍ hevði vunnið FM, og at
steypavinnararnir í KÍ høvdu
vunnið silvurmerkini. Mána
kvøldið vann NSÍ 5-1 ímóti
EBS/Skála, og KÍ vann 2-0
ímóti Víkingi. Bronsukrón
urnar vann B36, sum í síðsta
umfarinum vann 1-0 á grann
unum í HB.
Um tað skal roknast út frá
avrikunum í hesi deildini, so
eiga tvey tey bestu feløgini í
U-18 deildini góða framtíð. KÍ
var meistari í fjør og í 2010,
og NSÍ var meistari í 2008
og 2009 og so aftur í 2013. HB
vann unglingadeildina í 2011.
Hetta unglingaliðið hjá
NSÍ er mannað við evna
góðum spælarum, sum hava
vunnið FM í 2007, 2008, 2009,
2010, 2012 og so aftur í ár. Eitt
er evnini, og nakað annað
eru vegleiðingin, venjingin
og karmarnir.
Meinhard Olsen, sonur
Egil Olsen, er ein av óføru
spælarunum,
og
Bethuel
Hansen, sonur bátasmiðin
Sámal Hansen er ein annar.
Bethuel hevur tó ikki verið
við síðani summarsteðgin.
Hann er í Silkeborg, har hann
hevur lærlingasáttmála og
spælir við U17 elituliðnum.
Páparnir báðir, Egil og
Sámal, hava vant dreingirnir
øll árini. Teir hava nomið sær
venjaraútbúgving á B-støði,
og dreingirnir hava verið
hugaligir og venjararnir væl
nøgdir.
Egil er ættaður av Tvør
oyri, har hann í síni tíð var
fínur fótbóltsspælari. Hann
var á unglingaliðnum í 1980.
Danin Henning Svejstrup
var venjari, Sverri Midjord
syrgdi fyri, at alt kring liðið
var, sum tað skuldi vera, og
1980 var merkisvert á tann
hátt, at TB vann FM í bæði
meistaradeildini og unglinga
deildini, og at liðini ongan
dystin taptu.
Ræður um javnvágina
Egil var á besta TB liðnum
1981-84. Tríggjar ferðir stóðu
hann og liðfelagarnir við
silvurkrónunum um hálsin,
og Egil umboðaði Føroyar á
yngru landsliðunum. So fór
hann til Noregs at nema sær
útbúgving. Eftir útlegdina
búsettist hann í Runavík.
Hann hevur verið nógv uppi
í vinnulívinum sunnanfjørðs,
men fótbólturin er orsøk
til, at hann nú er nógv uppi
í lokala virkseminum, har
hann býr.
– Tað er so nátúrligt at
hjálpa til, har børnini eru í
frítíðini, og hetta ber eisini
við sær, at tú verður drigin
inn í lokala virksemið. Fyrstu
árini vóru tað genturnar, sum
spældu og vunnu FM, og síð
ani 2007 hava Sámal og eg
vant liðið, sum mánakvøldið
vann FM í U-18 deildini. Tá ið
vit byrjaðu, vóru teir smá
piltar. Góðu úrslitini eru
fruktirnar av stórari íløgu.
Tað er kapping frá so nógv
um øðrum. Um tilboðið ikki
er nóg gott, so verður okkurt
annað valt í staðin fyri fót
bóltin. Seinnu árini hevur
ungdómsnevndin virkað væl,
og vit hava lagt okkum eftir
at hava útbúnar venjarar at
taka sær av øllum liðunum.
Dreingirnir hava vant 4-5
ferðir um vikuna, og í hesum
aldrinum spæla teir nógvar
dystir. Tað dámar teimum
væl, og teir hvílast skjótt
aftur, men tað ræður um at
fara fram við skili, sigur Egil
Olsen.
Meinhard Olsen og fleiri
av hinum spælarunum hava
verið ofta á yngru lands
liðunum, og Egil hevur ofta
ferðast saman við teimum.
– Tekniskt og hvat spæl
skili viðvíkur eru okkara
á sama støði sum aðrir. At
tað kortini gongst so illa at
vinna kemst av, at okkara
kropsliga ikki eru nóg væl
fyri. Hinir eru bæði sterkari
og skjótari. Ein orsøk er, at
tað hjá okkum ikki verður
lagdur so stórur dentur á
styrkisvenjingina. Eg veit
væl, at javnvág skal vera í, og
at ansast skal eftir, men eg
haldi, at hesin parturin hevur
ikki verið raðfestur nóg høgt.
Hesi seinastu árini hava vit í
NSÍ havt styrkisvenjing í
vetrarhálvuni. Tvær ferðir
um vikuna hevur tað verið
um
morgnarnar,
áðrenn
dreingirnir eru farnir í skúla.
Tað hevur riggað væl, og eg
veit, at hetta er ein partur av
orsøkini til, at teir hava ment
seg so nógv og staðið seg so
væl.
Vánirnar eru góðar
Seinastu tíðina hevur tað
gingið væl hjá besta NSÍ lið
num, og Egil heldur, at ván
irnar eru góðar fyri, at tað
eisini komandi árini skal
ganga væl. Hann letur væl
at venjingunum hjá besta
liðnum og samstarvinum,
sum er millum venjararnar
og Heðin Askam, sum tekur
sær av besta liðnum, og sum
Egil roknar at vera besta
venjaran í landinum:
– Nógvir av ungu dreingj
unum fáa høvi at venja
saman við teimum vaksnu,
og fleiri teirra hava longu í ár
í løtum verið á besta liðnum.
Sámal, Helgi L. Petersen og eg
hava umfram av U-18 liðnum
ábyrgdina av 2. deildarlið
num, sum hevur tryggjað
sær uppflyting. Talan er um
somu manning, og vit hava
nógv samband við Heðin um,
hvør skal spæla hvar og nær.
Vit fylgja við í venjingunum
hjá besta liðnum, og tað ber
íblástur við sær.
U-18 liðið, sum nú er
meistari, er fyri tað mesta
mannað við dreingjum, sum
hava aldur at spæla í U-16
deildini. Harvið kunnu teir
spæla á unglingaliðnum í
tvey ár aftrat.
Avbjóðingarnar
Spurningurin er so, hvørjar
avbjóðingar Egil og Sámal og
hinir í føðiketuni til besta lið
ið síggja fyri sær:
– Í fyrstu atløgu snýr tað
seg um karmarnar í og kring
felagið og um at syrgja fyri, at
venjararnir eru væl fyri. Um
tú heldur, at nú er rokkið á
mál, so hevur tú tapt. Tilboð
ini eru nógv, og tey fjølgast,
og tí er alla tíðina neyðugt at
liggja á takinum.
Góðu spælararnir hava
hug at fara víðari?
– Ein er farin til Silkeborg,
har tað gongst honum væl.
Meinhard Olsen hevur tvær
ferðir royndarvant í FCK, og
møguleiki er fyri, at hann fer
aftur hagar ella onkra aðra
staðni. Vit fegnast saman
við teimum, um tað eydnast
hjá onkrum at gera dreymin,
sum allir fótbóltshugaðir
dreingir hava um at liva av at
spæla bólt, til veruleika. Men
talentini eru nógv. Tað síggja
vit á dreingja, smádreingja
og piltaliðnum, sum hava
staðið seg heilt væl. Um vit
bera okkum rætt at, so eigur
felagið bjarta framtíð. Og
fyri okkum, sum venja, er
tað góður eykavinningur, at
barna- og ungdómararbeiðið
í felagnum eru gott amboð
til samanrenningina av fólk
inum, sum býr her og teim
um, sum eru flutt og flyta
higar.
joannes@sosialurin.fo
Tað gongur væl hjá Egili og NSÍ
Vinnulívsmaðurin av Tvøroyri, sum nú er kjølfestur í Runavík, har hann eisini er fótbóltsvenjari,
fegnast um skilagóða arbeiðið í felagnum, ið er amboðið til samleikamenning
NSÍ FM vinnari í U18 deildini 2013
Aftanfyri frá vinstru: Helgi L. Petersen, venjari, Sámal Hansen, venjari, Meinhard E. Olsen, Kristian Simonsen, Jógvan Sigvardsen, Karstin Hansen, Fróði Klein,
Jákup A. Gaardbo, Harald R. Højgaard, Ingvard Hansen, Ari Langgaard, Albert R. Johannesen og Egil Olsen, venjari.
Frammanfyri frá vinstru: Hans Jón Jacobsen, Jann Benjaminsen, Leivur Højgaard, Andrias Poulsen, Jákup Mortensen, Michael Przybylski (Mehav), Petur Knudsen og Tróndur Ellingsgaard.
Bethuel Hansen hevur eisini spælt við fyrr í ár, men hann spælir nú við Silkeborg
FÓTBÓLTUR