Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. oktober 2013 · Nr. 114 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Tórbjrøn Jacobsen Tíðargrein síða 15 Syvj­ andi strá­ l­andi strá landi Theodor Olsen Eygamálið síða 14 Kon­sert­ og status – eisini á donskum – Eg havi nógv onnur og størri mál at arbeiða við. Tað sigur Kaj Leo Holm Jo­hanne­ sen, løgmaður, tá vit spyrja hann, um hann fer at taka stig til at broyta løn­ar­við­ur­skift­ini hjá politikarum so­leið­is, at fráfarin landsstýrisfólk, sum aftur taka sæti á tingi, ikki bæði fáa løn frá landsstýrinum og løg­ting­i­num í senn. Spurdur beinleiðis, um hann fer at leggja slíkt uppskot fyri tingið, sum kann spara skattgjaldarunum mill­i­ónir, er svarið hjá løgmanni púra greitt: Nei! Sum hann sjálvur sigur, so hevur hann onnur og størri mál at arbeiða við. So­leiðis kann staðfesast, at løg­ mað­u­r og tingfólk halda tað vera í fín­asta ordan, at tey oyðsla soleiðis við al­mennum pengum. Tað sum er serliga merkisvert við hes­um er, at bæði Kári P. Høj­ gaard og Kaj Leo Holm Johannsen hava fyrr lagt júst hetta uppskot fyri tingið við júst somu grund­gev­ ing, at tað líkist ongum, at lands­ stýr­is­menn, sum fara frá og taka við ting­starv­inum aftur, fáa dupult løn í seks mán­aðir. Í lønarposanum hjá einum frá­ farn­um landsstýrismanni, sum tek­ur sæti aftur á tingi merkir tað, at teir fáa eina fjórðings millión krón­ur eyka! Tað fær Kári P. Højgaard nú, og tað fær løgmaður eisini, tá hann fer úr lands­stýr­i­num og aftur í tingið – eins og øll hini seks landsstýrisfólkini, verða tey vald á ting. Vit kunnu soleiðis staðfesta, at Kári P. Højgaard og Kaj Leo Holm Jo­hannesen høvdu persónligan á­huga í at broyta hesi viðurskfitini, tá tað vóru aðrar persónar, tá »gekk út yvir«. Men nú, tá tað sæst aftur á kon­t­oini hjá Kára P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannesen persónliga, so hev­ur pípan fingið annað ljóð. Hetta er enn eitt prógv fyri, at politikararnir ikki áttu at sloppið at gjørt av sínar egnu lønir. Tá teir tosa um at broyta lønarskipanina, so eru tað bara lótir. Bæði Kaj Leo Holm Johannesen og Kári P. Højgaard hildu hesa broyting verða neyðuga, tá Jørgen Niclasen, Annika Olsen og Jacob Vestergaard seinast fingu fjórðingsmillión í eykaløn. Men nú tá teir sjálvir hava vunnið sær rætindi til hesa órímuligu eykaløn, nú hevur pípan fingið annað ljóð. Hetta er ikki óreiðiligt, tí teir gera sum lógin ásetur. Men hetta er sera ódámligt og lítið álitisvekjandi! vit Vilja hava dupulta løn! – Vit skulu halda fast í at fáa yvirskot á fíggjarlógini í 2016. Tað sigur Bárður Nielsen, for­mað­ur í fíggjarnevndini og fram­søg­u­mað­ur hjá Sam­ bands­flokk­i­num, nú løg­ting­ ið er farið undir at viðgera fíggj­a­r­lóg­a­r­uppskotið fyri 2014. Bárðu­r Nielsen harmast um, at landsstýrið hevur slept málinum um at fáa yv­ ir­s­kot á fíggjarlógina í 2016. – Vit hava lovað okk­um til, mótvegis met­ing­ar­stovn­ i­num Moody’s, at vit skulu fáa skil á búskapin aftur. Tí er tað eitt sera óheppið signal at senda, at vit nú sleppa mál­i­num um yvirskot í 2016, sig­ur Bárð­ur Nielsen. Framsøgumaðurin hjá Sam­bands­flokkinum vísir á, at fáa Føroyar verri rating frá Moody’s, samstundis sum lán­i­rentan á altjóða markn­ að­i­num kvinar uppeftur, so kann tað skjótt gerast sera dýrt fyri landskassan. – Ímynda vit okkum at rent­an, sum í løtuni er søg­ u­liga lág, hækkar tvey pro­ sent, so merkir tað skjótt 100 milliónir krónur í eyka rentu­ út­reiðslu fyri lands­kassan, sig­ur Bárður Niel­sen. Framsøgumaðurin hjá Sam­bands­flokkinum eft­ir­ lýs­ir eisini nýskipanirnar, sum lands­stýrið hevur tosað um, men sum framvegis lata bíða eftir sær. – Vit mugu bara staðfesta, at ein­asta nýskipan, sum er framd higartil, er skatta­ ný­skip­anin. Og her byrjar lands­stýr­i­s­maðurin so longu at tosa um at fara víðari til næsta stig í nýskipanini. Men sam­stundis mugu vit eis­ini staðfesta, at allar hin­ ar nýskipanirnar antin er full­kom­i­liga uppsteðgaðar ella ong­an veg komnar, sigur Bár­ð­ur Nielsen. Tann støðan er ein stórur trup­ul­leiki fyri føroyska sam­felagið, metir Bárður Niel­sen. – Tí vit mugu bara stað­ festa, at frameftir klára vit ikki at reka føroyska sam­fel­ ag­ið fyri sama krónutal uttan at fremja nýskipanir. Og nú er val­skeiðið also hálvrunnið, sig­ur Bárður Nielsen. Sam­bært fíggj­ar­lóg­ar­upp­ skot­i­num verður und­ir­skotið næsta ár 250 milliónir krón­ ur. Og sambært lang­t­íð­ar­ ætl­anini verður undirskotið 75 mill­i­ón­ir krónur í 2016. Samgongan má stramma upp – Nú heystið føl­ist í lot­i­num, gerst eis­ini myrkt og ským­ ligt á morgni og kvøldi – og vit minna tí stór og smá á at finna fram end­ur­skin­ ini. Tað sigur Ferðsl­u­trygd, sum nú myrkrið stundar til minn­ir fólk á at nýta end­ ur­skin. Fólk til gonagu hava lyndi at halda, at síggja tey bilin, sær bilførarin eis­ini tey. Veruleikin er tó, at í skýming og myrkri er nærum ógjørligt hjá bil­føra­ r­um at síggja teg, ert tú ikki í end­urskini. Tí er tað bílig lívs­trygging altíð í minsta lagi at nýta eitt endurskin, tá tú ert til gongu í myrkri ella skýming. Við at vera í endurskini mink­ar tú um vandan at verða ákoyrd/ur við umleið 85%. Tí við endurskini gerst tú munandi sjónligari í myrkri, sum økir merkisvert um trygdina, tí bilførarin fær stundir at bremsa, gerst tað neyðugt. Uttan endurskin ert tú núst­ani sjónlig/ur á 25-30 metra fjarstøðu, meðan tú við endurskini sæst í myrkri á 140 metra fjarstøðu, tá bil­før­ar­in brúkar nærljós. Við fjar­ljósi sær bilførarin teg á 400 metra fjarstøðu. Í tætt­bygdum øki hevur bil­ førari við nærljósum og 50 km/t ferð tvey sekund at varn­ast teg, um tú ikki ert í end­ur­skini. Við endurskini hev­ur bilførarin 10 sekund – sum í hesum høpi kann vera munurin millum lív og deyða. Á myndini er tað Hjørleif Simonsen, sum er 7 ár, og byrjaður í 1. flokki í Tórshavnar kommunuskúla. Eftir skúlatíð gongur Hjør­leif á Miðstovninum, sum hann heldur vera »verð­ ins besta frítíðarskúla«. Hjør­leif er glaður fyri end­ur­skins­vestin. Allir 1. floks­næm­ing­ar hava fingið endurskinsvest. Nýtið endurskin Nú teir sjálvir fáa dupulta løn vilja teir ikki broyta lógina