Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 4. oktober 2013 · Nr. 114 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Virðisgrundarlag hjá Almannaverkinum Almannaverkið vil miðvíst virka fyri at lúka krøv frá politiska mynduleikanum og viðskiftafólkunum • Almannaverkið veitir fyrsta floks tænastur og í virki okkara leggja vit dent á høgt tænasturstøði, rættartrygdina og virðing fyri einstaklinginum. • Góður yrkisligur og menniskjaligur kunnleiki í Almannaverkinum tryggjar miðvíst, at borgarin er í góðum hondum. • Almannaverkið vil støðugt virka fyri at menna førleikan, trivnaðin og samstarvið á stovninum. • Almannaverkið leggur seg eftir at vera millum tey fremstu við vælferðartænastum í mun til onnur lond. Almannaverkið er Føroya størsta arbeiðspláss við 1.700 starvsfólkum, sum árliga veita 14.000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga veiting. Almannaverkið umsitur 1.700 mió. kr. árliga. k r e a Trivnaðareind 7 savnar tænasturnar til borgarar við menningartarni og borgarar við øðrum breki. Talan er um sambýlir, stuðulstoymi, umlætting og stuðul í heiminum. 20 borgarar búgva í sambýlum og 15 borgarar fáa stuðul. Tal av ársverkum er 37. Varaeindarleiðari til Trivnaðardepilin Almannaverkið søkir eftir varaeindarleiðara til eind 7 í Trivnaðardeplinum. Faktaboks Meira fæst at vita um starvið við at fara á heimasíðuna hjá Almannaverkinum www.av.fo Freist Freistin at søkja starvið er 18. oktober 2013, kl. 12. Trivnaðardepilin er fyri borgarar, sum hava tørv á persónligum stuðli fyri at megna gerandisdagin. Virksemið er skipað í eindir, sum eru býttar upp eftir landafrøði, slag av tørvi, umframt slag av virksemi. Stuðul og bústaðir verða skipað undir somu leiðslu. Í eindunum eru eindarleiðarar og varaeindar- leiðarar settir at skipa tænasturnar. Talið av eindunum er tíggju. Í Trivnaðardeplinum fáa í dag 475 borgarar tænastu: 190 borgarar búgva í sambýlum, 127 fáa stuðul og 153 borgarar fáa verk- staðar-/virknistilboð. Afturat hesum eru 21 stovnspláss til børn og ung umframt 2 pláss til familjur, sum er ávíst av barnaverndum. www.torshavn.fo Kunngerð Broytingar í byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu Broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, serstøku byggisamtyktini fyri Myllutjørn og nýggjar serstakar byggisamtyktir fyri oman Mattalág og F-økið við Hoydalsá. Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 16. september 2013 hevur samtykt uppskot til broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu serstøku byggisamtyktini fyri Myllutjørn og nýggjar serstakar byggisamtyktir fyri oman Mattalág og F-økið við Hoydalsá. Broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu Ætlaðu broytingarnar eru, at 4. grundumráði við Hoydalsá, ímillum A3 økini vestan fyri Millum Gilja og við Villingardalsvegin, niðan til vatnbrunnarnar, verður broytt til lutvíst F-frítíðarøki og lutvíst D1- øki. Ætlaða broytingin fevnir um partar av ognunum matr. nr. 1357a, 1379a, 1379c, 1175a, Tórshavn, umframt partar av 78 og 139a, Hoyvík. Broytingar av serstøku byggisamtyktini fyri Myllutjørn Ætlaðu broytingarnar eru, at gera eina nýggja áseting í §4, stk. 1, um loyvi at klæða og bjálva betongveggin ímóti grannamarki og nýggja áseting í §4, stk. 5, um loyvi til at gera vindfang við høvuðsdyrnar. Nýggj serstøk byggisamtykt fyri F-frítíðarøki við Hoydalsá Í sambandi við ætlan um gerð av einum frítíðarøki við frítíðarhúsum og teltplássi ovarlaga við Hoydalsá er gjørd ein serstøk byggisamtykt um skipan av økinum. Ætlaða serstaka byggisamtyktin fevnir um part av ognini matr. nr. 1175a, Tórshavn. Nýggj serstøk byggisamtykt fyri íbúðarbygging oman Mattalág Í sambandi við at felagið Bústaðir ætlar at byggja leiguíbúðir á A3-økinum oman Mattalág er gjørd ein serstøk byggisamtykt. Ætlaða serstaka byggisamtyktin fevnir um ognirnar matr. nr. 897e, 897h, 897i og 897k. Framløga Tilfar, sum lýsir uppskotini til broytingar av byggisamtyktini, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 7. til og við 28. oktober 2013, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 18. november 2013. tórshavnar kommuna