Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-03, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 4. oktober 2013 · Nr. 114 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kopargøta 1 P.O. Box 206 FO-110 Tórshavn Faroe Islands Tlf. +298 31 11 11 Fax +298 35 11 10 www.liv.fo LÍV søkir eftir framfýsnum kundaleiðara Hevur tú vilja, áræði og førleikar til at standa á odda fyri sølu og marknaðarføring av okkara tryggingum og bera Lív fram á leið saman við einum sterkum starvsfólkaliði? LÍV er størsti veitari av lívs- og pensjónstryggingum til fakfeløg og virkir. Lív samtakið hevur eina samlaða pensjónsuppsparing uppá útvið 4 mia.kr. Starvsinnihald Leiðari søkist til nýggju kundadeildina hjá LÍV. Kundaleiðarin fær ábyrgdina av at samskipa sølu- og marknaðararbeiðið og dagligu fyrisitingina av tryggingum hjá Lív. Kundaleiðarin hevur ábyrgdina av samskiftinum við fakfeløg, virkir og privatkundar um pensjónslønarviðurskifti. Útbúgving Vit vænta, at tú hevur viðkomandi út búgv- ing, t.d. í sølu og marknaðarføring ella aðra samsvarandi útbúgving. Persónligir førleikar Tú hevur eitt sjálvstøðugt arbeiðslag, ert íðin, framfýsin og vilt síggja úrslit. Sam- stundis krevur starvið góð samstarvsevni, og at tú kanst arbeiða í toymi saman við øðrum. Tú hevur góðar førleikar at orða teg í skrift og talu. Tað er ein avgjørdur fyrimunur, um tú hevur leiðsluroyndir og hevur hollar royndir innan pensjónsviðurskifti. Umsóknir og umsóknarfreist Umsóknir við avritum av prógvum, CV og øðrum skjølum skulu sendast til: LÍV Starvsfólkadeildin Kopargøta 1 Postsmoga 206 110 Tórshavn Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 10. oktober. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meira at vita? Hevur tú okkurt at spyrja um í sam- bandi við starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jan Jakobsen, stjóra, jan.jakobsen@liv.fo ella 231110.