hósdagur 3. oktober 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 114 · 4. oktober 2013
2
VIKUSKIFTI
Vikuskifti
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í summar hevur Vikuskifti í Soialinum
verið í feriu. Tikið sær av løttum ljósu
tíðina. Innleggið, sum vetrarhálvuna
er partur av fríggjadags-Sosialinum,
hevur seinasti tríggjar mánaðirnar havt
frí, meðan avloysarin Summar hevur
verið partur av vikuskiftisblaðnum.
Nú er fyrsta Vikuskifti í hesari
sesongini komið á prent og út til tykkum
lesarar. Vikuskifti hevur seinastu árini
givið okkara lesarum ymiskt lesitilfar
til vikuskiftið, og hildið verður fram við
hesum komandi mánaðirnar.
Vikuskifti miðjar eftir at verða
fjølbroytt blað, sum bæði kann bjóða
samrøður við aktuellar persónar, bak
grundsgreinar um ymisk viðurskifti,
klummur, góð ráð um vín og mangt
annað. Eisini fer Høgni Djurhuus aftur
at skriva klummuna Umafturafturum í
hvørjum Vikuskifti frameftir. Vit hitta
eisini fólk í táttinum 90 sekund.
Sosialurin vil gjarna geva lesarunum
gott vikuskiftistilfar, og vit bjóða tykk
um vælkomin til hetta fyrsta Vikuskifti
hendan veturin. Vónandi fáa tit gleði
av tilfarinum í Vikuskifti, og hava
tit hugskot ella góð ráð, eru tit altíð
vælkomin at senda okkum eitt teldu
bræv á post@sosialurin.fo
Starvsvenjing?
Ádú ádú
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Armgarð Mortensen / Mynd: Miriam & Janus Photography
klumman
Simona
Weihe
Nú er Vikuskifti í Sosialinum til reiðar til
ein nýggjan vetur. Vikuskiftisinnleggið fer
næstu átta mánaðirnar at bjóða samrøður,
bakgrundsgreinar, góð ráð, klummur og annað
So og so nógv arbeiðsleys eru í dag. So og
so nógv prosent. Hetta hoyra vit javnan frá
Arbeiðsloysisskipanini. Ongantíð fáa vit at
vita, hvussu nógv eru í starvsvenjing. Og um
tey telja sum arbeiðsleys.
Tað, sum ger meg forvitna, tað er, hvussu
nógv eru í starvsvenjing. Tað skuldi verið ein
partur av tølunum, ið upplýst verða. Men
fjølmiðlarnir spyrja ongantíð ALS um tað.
Og ALS kemur heldur ongantíð við tølunum.
Og tí heldur ikki, hvussu nógv fáa fast
arbeiði eftir starvsvenjingina. Bara okkurt
hissini skot upp á prosent verður nevnt, tá ið
spurningurin hendinga ferð hevur stungið
seg upp.
Hetta forvitnið er íkomið, tí tað tykist
sum eg næstan hvønn dag møti ella hoyri
um fólk, sum eru í starvsvenjing »gjøgnum
ALS«, ella hava fingið starvsvenjing
»gjøgnum« ALS. Tað ljóðar so løgið í mínum
oyrum. Hesi dugnaligu og væl útbúnu fólk
– í starvsvenjing! Fólk tosa um, at arbeiðs
gevarar brúka henda møguleika fleiri ferðir.
Og at ein arbeiðsleysur kann enda í starvs
venjing meira enn eina ferð! Starvsvenjingin
varar einar 5 mánaðir hvørja ferð. Henda
skipan hevur fleiri ár á baki.
Ein og hvør skipan, sum leggur upp til
at verða misbrúkt, hon verður misbrúkt.
Tað er ikki nakað nýtt. Tað sær út sum, at
bæði alment og privat virksemi brúka ALS-
stuðlaða arbeiðsmegi.
ALS-stuðlað arbeiði vil siga, at ALS
rindar tað, sum tú eigur í ALS-útgjaldi og
arbeiðsgevarin tað, sum manglar í til sátt
málaløn.
Kundi hugsað mær at vitað, hvussu
stórur »arbeiðsgevari« ALS er. Og hvussu
stórur partur av samlaða útgjaldinum fer
til starvsvenjingar. Kanska skapar hendan
skipan eitt »falskt« arbeiðsloysi.
Fakfeløgini tykjast góðtaka, at bæði
alment og privat dusa sær við hesi skipan,
sum møguliga kann drena ALS-kassan. Og
á tann hátt kanska í framtíðini skrykkja
grundarlagið undan bæði arbeiðsplássum og
arbeiðsloysisútgjaldi.
Tí tað kunnu vera fleiri avleiðingar av
hesum virksemi: Ójøvn kapping, arbeiðs
takarar verða fasthildnir í starvsvenjing og
harvið arbeiðsloysi, fólk kunnu verða upp
søgd fyri bíligari arbeiðsmegi og hvat veit
eg … Fyri ikki um at tala, um upprunaliga
endamálið við skipanini, sum uttan iva hevur
verið gott, fer fyri skeytið.
Tað er betri at vita enn gita, sum fugla
frøðingarnir svaraðu skjótiglaðu bóndunum.
Allarbest hevði verið, um ongin orsøk er
til hesar stúranir. At vita, at vit ikki eru á veg
aftur í húskalla- og arbeiðskonumentanina.
Men einasti máti at mana
illtankar í jørðina er
at kenna veru
leikan. Og tað
er har, so nógv
í Føroyum
haltar. At vit
eru so hvørvin,
tá tað kemur til
FAKTA.
So segði
hann...
Nú er aftur
Vikuskifti
– Eitt kontrollsamfelag, har ekspertar koma inn í
øll lívsins viðurskifti, er ikki eitt vælferðarsamfelag,
hóast henda misskiljingin er komin í seinastu árini.
Vælferðarsamfelagið handlar um tilboð – ikki forboð.
Thomas Arabo í viðmerking um, at Apoteksverkið bert
loyvir fólki at keypa Panodil-pakkar við 20 stk.
Ísland snarar
aftur til høgru
Valið leygardagin
nr. 47 26. apríl 2013 sosialurin
Føroyingar
eru Fittastu
FerðaFólkini
oluFFa Hansen
nr. 22 22. februar 2013 sosialurin
Lærir
føroyskar
kvinnur poLe-dans
Joan-Heidi østerø
nr. 28 8. mars 2013 sosialurin
Pedofili
kann ikki
steðgast
Bjørt lind
nr. 16 8. februar 2013 sosialurin
Føroyskur
designari
í Milano
Frida Poulsen
nr. 61 31. mai 2013 sosialurin
Gevur steinum
listarliGt floG
Jórun HøGnesen
nr. 31 15. mars 2013 sosialurin