Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. oktober 2013 · Nr. 115 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Jenis av rana Kjak síða 25 Jenis á heimsins størsta sunnu­ dags­skú­la Foreldur á venj­ing­ar­ skúl­anum Síða 23 Ein nýggj­an ella tveir gamlar Tað er ein áhugaverdur tanki, sum Bárður Nielsen, formaður í fíggj­ ar­nevnd­ini hjá løgtinginum, nevdi und­ir við­gerð­ini av fíggjarlógini í ting­inum fríggjadagin. Tað var í kjaki um allar okkara landsmenn, sum arbeiða uttanlands og ikki rinda skatt í Føroyum, tó at teir kunnu njóta allar tær tænastu, sum sam­felagið bjóðar. Bárður Nielsen nevndi tá møg­u­ leik­an at leggja skatt á penga­flyt­ ing­ar. Tað merkti sambært honum, at tá ið peningur verður fluttur mill­um kontur, eitt nú í sambandi við keyp og sølu av partabrøvum, ella í sam­band við aðrar flytingar, so fell­ur ein skattur. Á henda hátt rinda tey, sum ið fremja nógvar og stórar pen­ing­a­ flyt­ing­ar meira í skatti, enn tey, ið flyta minni. Í Sosialinum í februar í fjør nevndi Eyðfinnur Jacobsen, ad­vo­ katur, sama tanka. Hann vísti á, at ES-nevndin hevði lagt fram lóg­ar­ upp­skot um at skatta handil við fíggj­ar­krøvum. Har var skotið upp at leggja avgjald upp á 0,1 prosent á slík­ar flytingar. Hann vísti á, at enski búskaparfrøðingurin, John Maynard Keynes longu í trí­a­ti­ár­u­ num arbeiddi við hesum fyribrigdi, Fin­an­c­ial Transaction Tax. Øll eru vit samd um, at per­sóns­ skatt­urin er ov høgur, og at aðrir hætt­ir at fáa skatt inn mugu finnast. Broyt­ingin hjá landsstýrinum við flat­skatt­inum er ikki ein væleydnað skip­an, tí hon lætti bara um hjá teim­um við hægru inntøkunum, með­an miðalinntøkurnar fingu lítl­ an skattalætta og láginntøkurnar ong­an. Skal ein skattalætti síggj­a­st aftur í øktari nýtslu, so eiga Pall­ i­ba og Marsanna eisini at merkja hann, so hann ikki bara fer til konsolidering teimum, sum framm­ an­unda­n hava nógv. Og at fíggja skattalættan við for­ skatt­ing av pensjónum er ein feil­ur, sum fer at geva komandi ætt­ar­lið­ um stórar trupulleikar. Tað er sagt fleiri ferðir, at okkum tørv­ar nýskipanir á so nógvum økj­ um. Men ein skattanýskipan, sum ver­u­liga lætti um hjá miðal- og lág­ inn­tøk­u­num hevði heilt víst sett gongd á samfelagið. Men ber tað til at lætta munandi um tørv­in á beinleiðis inntøkuskatti til aðr­ar skattir, so tað tað sjálvandi á­hug­a­ vert. Talan má ikki vera um ein skatt, sum tyngir vanliga skatt­gjald­ar­an, men heldur um ein speku­la­tións­ skatt, sum sjálvt borgarligir pol­it­ ika­rar í øðrum londum tosa um at seta í verk. Skatt á spekulatiónir – So var yvirskriftin í Sos­i­al­ i­num at løgmaður góðtekur dup­ulta løn. Tað er skeivt, havi ikki og komi ongantíð at góð­taka dupulta løn, fyri at broyta skipanir so krevst meiri­luti. Soleiðis skrivaði løgmaður á Facebook í gjár eftir at hava lis­ið Sosialin. Blaðið spurdi løgmann, um hann hevði ætlanir um at broyta skipanina við, at lands­stýr­is­menn fáa dupulta løn, tá teir koma aftur í tingið. Vit spurdu løgmann, tí hann er sam­gonguleiðari, og tí, at tað hann var tingmaður vildi hann so fegin broyta hetta, at hann legði fram uppskot á ting um tað. Men nú, tá løgmaður sjálv­ ur fær eina fjórðingsmillión eyka, tá hann fer aftur í ting­ ið, svarar hann, at hann hev­ ur onnur stórmál at fáast við. Bein­leiðis spurdur, segði hann »nei«· Tí staðfesta vit, at hann góð­tek­ur dup­ulta løn. Hvussu skal tað annars skiljast? Í tíðini hjá Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen sum løg­manni fer at hetta tí kosta skatta­ borg­ar­um minst 3,4 milliónir krón­ur. Við at broyta lógina kann løg­mað­ur spara upp til 1,6 mill­i­ón krónur. Men tað hevur løgmaður so ong­ar ætlanir um... Løgmaður kann spara 1,6 mió um hann vil Sambandsflokkurin fær ikki hild­ið landsfund – í øllum før­um fær flokkurin ikki lýst lands­fundin lógliga, tí tað kann bara gerast í Dimma­ lætt­ing. Tí tað stendur í við­ tøkum floksins. Har stendur, at lands­fund­ ur skal lýsast í Dimma­lætt­ing mist 14 dagar framm­an­und­an – og soleiðis hava skift­andi leiðslur í Sam­bands­flokk­i­ num gjørt síðan 1906 – men nú er eingin Dimmalætting long­ur. Sum formaðurin í Norð­ oya Sambandsfelag skrivaði í Norð­lýs­i­num um vikuskifti, so var tað um aldaskifti sein­ ast, at gamla reglugerðin ann­ ars varð broytt soleiðis, at blað­stjórin í Dimmalætting ikki longur hevði sæti í ov­ astu leiðslu flokksins, men aðalfundurin valdi tó at varðveita niðanfyri §8, sum er um fundarlýsing og tíð­ar­ freist fyri skipan av nevnd­ um: »Landsfundir og að­al­fund­ ir í veljarafeløgum í teimum ein­støku valdømunum skulu lýs­ast í Dimmalætting minst 14 dag­ar framm­an­und­an. Nevnd­ir­nar skipa seg í sein­ asta lagi tríggjar vikur aft­an á nevndu fundir og að­al­fund­ ir«. Nú er Dimmalætting í skiftirættinum, og tað er neyvan sannlíkt, at skifti­ rætt­ur­in fer at geva blaðið út fyri at lýsa aðalfundin hjá Sam­bands­flokkinum, skrivar Norð­lýs­ið. So er spurningurin, hvussu Sam­bands­flokk­ur­in fær kallað til landsfund at broyta reglugerðina, so flokk­ ur­in aftur lógliga kann kalla sam­an til landsfund...? Kunnu ikki halda landsfund Í morgin út kemur nýggj fløga á føroyska markanðin, nevnd »Kanska tú svav«. Tað er sørvingurin, Holgar Jacobsen, ið hevur gjørt hesa fløgu saman við nøkrum av fremstu tónleikarum her á landi. Á fløguni eru 12 sangir, av teimun hevur Holgar skrivað, 11 og Jóan Jakku guttesen hevur gjørt ein tekst. Síðsta lagið er tøkulagið Syneta. Grundupptøkurnar eru gjørdar í Bloch Studio í apríl í ár og síðan í Finnursa studio við Svalbardsvegin. Finnur Hansen hevur framleitt. Tónleikarar á fløguni eru Tórfríð Tavsen sang og kór, Rógvi á Rógvu trummur, Mikael Blak bass, Finnur Hansen tagentar, slagverk, horn og kór, Ólavur Olsen horn, Holgar Jacobsen gittarar og sang. Finnur Hansen hevur upptikið, miksað og mastrað. Amariel Norðoy hevur málað kápumyndina, og Regin Davidsen hevur gjórt húsan. Hetta er næsta soloúgávan hjá Holgar, hin fyrra var »Ongan veg«. Annars hevur Holgar verið við í nógvum útgávum. Fløgan verður møguliga útgivin í Íslandi seinni. Onkrar útgávukonsertir verða. Tann fyrsta verður í Perluni fríggjakvøldið 11. oktober klokkan 21. Síðan verður ein í Tutl handlinum fríggjadagin 18. oktobur klokkan 16:30. Tað er Tutl ið stendur fyri útgávuni. Holgar við fløgu Finnið nú ein skattahátt, sum ikki tyngir tey veikastu!