Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. oktober 2013 · Nr. 115 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Tað skal verða eitt krav, at allur botnfiskur, sum verður fisk­aður undir Føroyum, skal selj­ast á uppboði. Tað halda Hendrik Old og Gerhard Lognberg, sum báðir eru úr Javnaðarflokkinum. Teir stúra fyri gongdini, har teir siga, at allur fiskurin, sum verður fiskaður undir Før­oy­um, er við at verða mið­savn­aður á nøkrum heilt fáum virkjum norðanfjørðs. 25 prosent til Klaksvíkar Teir báðir vísa á, at politiski myndugl­eikin hevur slept kravi­num um, at fiskurin skal seljast á uppboði. - Avleiðingin er, at minni enn 10 prosent av tí, sum verð­ur fiskað, verður selt á upp­boðs­søluni. Hinvegin eru skip og virki so tætt samanknýtt, at allur fiskurin verður slúsaður til virkini, sum eiga skipini. Sostatt eru tað bara nøkur einstøk virki, sum fáa allan fiskin samstundis sum at einki arbeiði er á øllum hinum virkjunum. Tí eru virkini kring landið ser­stak­liga illa fyri, eitt nú virki­ni í Sandoy. Gerhard Lognberg heldur, at tískil má tað aftur verða eitt krav, at fiskur undan Før­ oy­um skal seljast á uppboði, so at virki kring landið fáa møguleika at bjóða. - Fremsta uppgávan hjá politik­ar­um er at útvega ar­ beiði, leggur hann afturat. Hendrik Old staðfestur, at næstan allur fiskur undan Før­oyum er miðsavnaður á ein­um einasta virki, sigur hann. Virkið, hann sipar til, er Kósa­virkið í Klaksvík. Hendrik Old vísir til eina upp­gerð, Sosialurin fekk frá grannskoðaravirkinum Janu­ ar yvir, hvussu botnfiskurin und­an Føroyum er býttur ímill­um virkini kring landið. Uppgerðin er frá í fjør og hon umfatar sløk 70 prosent av øllum fiskinum, sum varð virkaður á føroyskum virkj­ um. Tann uppgerðin vísir, at Kósa­virkið fór við heili 25,1 pr­o­sentum av fiskinum. - Sostatt fór Kósavirkið við fjórðinginum av fiskinum og tað sigur eitt sindur um, hvussu ómetaliga sterkt mono­pol, vit í veruleikanum hava í fiskivinnuni, sigur Hen­d­rik Old. Landnyrðings­ samgongan Hendrik Old er farin at eyk­ nevna hesa samgonguna fyri land­nyrðing­s­samgongan, tí eftir hansara tykki er hon farin at miðsavna alt virk­ sem­ið í landinum í landnyrð­ ings­partinum í landinum, ella í Norðoyggjum og í Eyst­ ur­oy - Hinvegin eru tað stór pláss í landinum, sum ikki fáa ein stert upp á land. Hendrik Old vísir á, at fyrr var vanligt, at skip og vir­ki vórðu knýtt at hvørjum øðr­um. Men eftir kreppuna í ní­ti­árun­um varð alment viður­kent, nettupp hendan saman­tvinn­ingin av skipum og virkjum, var rótin til alt ilt, tí tað forðaði fyri kapping og helt prísurin niðri. Og tá ið prísurin varð hild­ in niðri, vórðu eisini hýr­ur­ nar til manningarnar hildnar niðri. Tí var uppboðssølan sett á stovn og krav var um, at ein ávís­ur partur skuldi seljast á uppboði fyri at eggja til kapp­ing og hægri prísir. - Men nú eru vit farin aftur til tað gamla, har skip og virki hoyra sama. Avleiðingin er, at ongin kapping er um fiskin, prís­ir­ nir og hýrurnar til mann­ing­ arnar verða hildnar niðri og allur fiskur verður slúsaður til nøkur heilt fá virki. Samstundis sum tað er ómeta­liga tórført hjá øðrum virkj­um at fáa fatur á fiski til virk­ing­ar. - Eg stúri fyri, at tað er bara ein spurningur um mán­að­ir, áðrenn fleiri av virkju­num geva skarvin yvir og lata aftur, tí tey fáa ongan fisk, sigur Hendrik Old. Hann sigur, at hóast alt eru tað tey smærri virkini, sum halda prísinum so frægt uppi, sum hann er. - Fara tey, er vanlukka full­komin fyri fiskaprísin og fyri fiskimannin, tí tað er lagamanni hjá nøkrum heilt fáum virkjum at avtala prís­in, leggur tingmaðurin aftur­at. Út um alt mark - Fiskivinnan er sostatt mono­pol­is­er­að út um alt mark, og harafturat er hon far­in á útlendskar hendur, sig­ur Hendrik Old. - Tað er bara heima í Afrika, at vit lata vinnuna, sum gevur avlop, fara á út­ lendskar hendur, sigur Hend­ rik Old. Hann skilir ikki, at onkrir politik­arar hava fegnast um, at í hvussu so er hýran til mann­ing­arnar er eftir í Før- oy­um. - Er tað nøktandi fyri eitt fram­komið ídnaðarsamfelag, at tað einasta, vit fáa burtur úr okkara tilfeingi, er hýr­ur­ nar til manningarnar, spyr Hendr­ik Old. Hann sigur, at hetta er eisini ein vanlukka fyri íløgurnar í alt annað virk­ semi, tí alt avlopið, sum skal brúkast til íløgur, fer alt av landinum. Hinvegin leggur hann aftur­at, at hetta samsvarar væl við staðfestingini hjá løgmanni, sum fyri fleiri árum síðani segði, at all­ur fiskur ferð at verða mið­ savn­að­ur á trimum, fýra, ella í mesta lagi, fimm flaka­ virkj­um. - Men nú síggja vit enntá, at allur fiskur er mestsum mið­savn­aður á einum einasta virki, sigur Hendrik Old. Hann sigur, at hetta er eitt mál, hann ikki ætlar sær at sleppa og tískil fer hann at reisa tað í Løgtinginum, tí hann vil hava tað sett á dagsskrá í politiska kjaki­ num. Norðoyingar einkarrætt til fiskin undan Føroyum EINKARRÆTTUR Gongdin má steðgast, har allur botnfiskur undir Føroyum verður miðsavnaður á nøkrum heilt fáum virkjum, halda bæði Hendrik Old og Gerhard Lognberg. Hendan talvan vísir, hvus­ su stóran part av fiski­num nøk­ur virki kring landið fingu í fjør. Talan er um eina upp­ gerð, Sosialurin hev­ur fingið frá grann­skoð­ar­a­ virki­num, Januar. Uppgerðin umfatar 69,2 prosent av fiskinum, sum varð virkaður á før­ oysk­um virkjum í fjør og við í uppgerðini eru tey sjey virkini niðanfyri. Uppgerðin vísur, at Kósa­virkið fekk 25,1 pro­ sent av fiskinum. Annars fingu Faroe Origin í Runa­ vík, Vaðhorn á Strondum og Fiskavirking í Gøtu eisini væl av fiski. Tilsamans fingu hesi fýra­ virkini í Norðoyggjum og í Eysturoy 67 prosent av fiskinum. Hendrik Old, ting­mað­ ur, heldur, at gongdin er ræðandi og má steðgast og hetta er ein orsøk til, at hann er farin at kalla hesa samgonguna fyri Land­ nyrð­ings­samgongan. Hann stúrur fyri, at tað er bara ein spurningur um mán­aðir, so lata fleiri virki aftur og tá er vanlukkan full­kom­in fyri fiskaprísin og fyri fiskimannin, held­ ur hann. 25,1 prosent Einkarrættur Hendan samgongan hevur slúsað alt virksemið í landinum í ein landnyrðing. Ein avleiðing er, at Kósavirkið í Klaksvík, hevur fingið mestsum einkarrætt upp á allan fiskin undan Føroyum, sigur Hendrik Old, sum situr hugsunarsamur í tinginum undir liðini á floksfelaganum, Eyðgunn Samuelsen » Kósa­ virk­ið fór við heili 25,1 pro­ sent­um av fiski­num