hósdagur 13. mai 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Vit skulu uppdragast
til at skilja, hvussu
stóran týdning tað hev-
ur, at vit nýta røttu
dekkini til líkindini.
Tað sigur Fríðrikur Blá-
hamar, stjóri á Super
Dekk í Havn. Fyrsti lið-
ur í ætlan hansara er at
ávirka okkara kosnu
menn og kvinnur, so
tey skilja hendan týdn-
ing – og soleiðis fáa
betur førleika at smíða
lógir og kunngerðir. –
Hetta er so upplagt, nú
eitt einmælt løgting tók
undir við null-hugsjón-
ini, heldur Fríðrikur
Bláhamar
DEKK OG
FERÐSLUTRYGD
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Tað eru dekkini, sum hava
sambandið við vegin. Tí er
tað so umráðandi, at vit hava
røttu dekkini til tær ymsu
umstøðurnar, sum vit koyra í.
Tað nyttar so lítið, at vegir og
bilar eru so tryggir, um
sambandið
millum
hesar
báðar liðir – dekkini – ikki
eisini eru í lagi.
Hetta sigur Fríðrikur Blá-
hamar, stjóri á Supðer Dekk í
Havn, sum hevur skrivað til
øll ting- og landsstýrisfólk
fyri at greiða teimum frá
týdninginum av, at reglur eis-
ini verða gjørdar um dekk og
dekknýtslu.
Ov lin krøv um dekk
Fríðrikur Bláhamar heldur, at
krøvini til dekk í Føroyum
eru alt ov lin.
– Eg ivist ikki í, at ferðslu-
vanlukkur og ferðsluóhapp –
størri sum smærri – hvødu
verið nógv færri, um bilarnir
koyrdu við røttu dekkunum,
sigur hann.
Krøvini í Føroyum eru
sambært kunngerð
»at dekk á øllumhjólum við
mynsturdýpd í minsta lagi 1,6
mm á bili til í mesta lagi 9
persónar og bili við loyvdari
heildarvekt upp á í mesta lagi
3.500 kg. Á øðrum bilum skal
mynsturdýpdin vera í minsta
lagi 1 mm«.
Fríðrikur Bláhamar sigur,
at í øðrum londum er kravið
nógv meira útgreinað – ser-
liga í londum á okkara
breiddarstigi, og tað heldur
hann, at myndugleikarnir í
Føroyum eiga at gera nakað
við.
– Trupulleikin er, at vit í alt
ov stóran mun avrita danskar
ónýtiligar lógir – tí verri eis-
ini á hesum øki. Í Danmark er
einki krav um, at tú skalt
koyra við vetrardekkum, tí
har eru góð koyrilíkindi so at
siga alt árið, sigur Fríðrikur
Bláhamar.
Í Noreg, Svøríki og Finn-
landi eru øðrvísi krøv, og har
eru koyrilíkindini meir lík
okkara. Í Svøríki og Finlandi
skalt tú nýta vetrardekk og í
Noregi skalt tú nýta kavaket-
ur ella vetrardekk.
Í øllum trimum londunum
skulu vetrardekkini hava eina
mynsturdýpd við í minsta lagi
3,0 mm. Í Eysturríki er kravið
í minsta lagi 4 mm á vetrar-
dekkunum.
Tað skal vera stuttligt
at selja dekk
– Vit verða so javnan spurdir,
um tað ikki er keðiligt bara at
selja dekk. Og tað kann tað
sjálvandi vera nakað um, og
júst tí er tað, at vit gera so
nógv upplýsingararbeiði um-
framt, sigur Fríðrikur Blá-
hamar.
– Í veruleikanum gera vit
tað arbeiði, sum eitt bransju-
felag fyrr dekkseljarar áttu at
gjørt. Men eitt slíkt felag
hava vit ikki í Føroyum, sigur
Fríðrikur Bláhamar.
Hann vísir tó á, at vit sakt-
ans kundu havt eina slíka
deild undir eitt nú Ráðnum
fyri Ferðslutrygd.
– Í Danmark hava tey tað
tey kalla »Rådet for større
dæksikkerhed«
sum
eina
deild undir »Rådet for større
færdselsikkerhed«,
sigur
Fríðrikur Bláhamar.
Bjarni Djurholm hevur
svarað Super Dekk
Tey á Super Dekk vóna, at
hendan herferðina um reglur
fyri dekk fer at geva úrslit.
– Vit hava fingið eina aftur-
melding frá Vinnumálaráð-
num, sum sigur seg verða
sinnað at viðgera hendan
spurningin, nú broytingar
skulu gerast í ferðslulógini.
Tey fara at ráðføra seg við
sínar stovnar, eitt nú Lands-
verkfrøðingin og Bileftirlitið,
og so vænti eg, at vit frætta
aftur, sigur Fríðrikur Blá-
hamar.
Men herferðin hevur eisini
víst ans aðrastaðni. Eitt nú
hevur danska bransjublaðið
Motormagasinet skrivað um
brævið, eins og Dækspecial-
isten, sum er blaðið hjá
donsku dekkbransjuni.
Super Dekk:
– dekk og trygd
Fríðrikur Bláhamar sigur, at
besta og tryggasta loysnin er
at hava góð vetrardekk um
veturin og góð summardekk
um summarið.
– Tað finst einki dekk, sum
er 100% trygt alt árið, tí er
hetta okkara tilmæli, sigur
Fríðrikur, sum leggur afturat,
at hann ætlar sær vørumerkið
»Super Dekk – dekk og
trygd«.
– Tí vit koyra so nógv upp á
tryggleikan, og tí er tað eisini,
at vit t. d. skipa fyri
dekkkvøldum, sum vit gjørdu
fyri tveimum vikum síðani,
sigur hann.
26
27
Hydra-Grip – nýggja
dekkið hjá GoodYear –
er ment til at koyra á
vátum vegi, og er tað tí
sera væl egnað á vátu
føroysku vegunum
REGNDEKK
Í Skandinavia hava fleiri øki
vátar vegir tríggjar av fýra
døgum um árið í meðal, og í
Føroyum man tað vera fýra av
fimm døgum í meðal. Tað
vita flestu bilførarar sum tí -
sambært
dekkframleiðaru-
num - leggja størstan dent á,
hvussu dekkini klára seg á
vátum vegi. Stórur munur er á
førleikunum at standa fastur á
vátum vegi, vísa nýggjastu
dekkroyndirnar og -kanning-
arnar. Hesi úrslit hava elvt til,
at nakrir dekkframleiðarar
eru farnir at menna serstøk
regndekk.
Regndekkið frá GoodYear
eitur HydraGrip, sum er skapt
til at sleppa undan vatnglíð-
ing (aquaplanning) og at
bremsa best møguligt á vát-
um vegi. Eisini førleikan at
halda bilin á rættari kós, tá
koyrt verður gjøgnum sving,
hevur verið raðfest framm-
aliga.
Nýggju dekkini skilja seg
frá øðrum við, at mynstrið og
samansetingin av ymisku til-
farsliðunum er øðrvísi. Good-
Year hevur skapt dekkmynstr-
ið út frá tí, vit kenna frá tøkn-
ini í nútímans vetrardekkum
við lamellum og drenrásum.
Tað gevur eina ógvuliga
smidliga viðberaflatu millum
dekk og veg, har nógvir smáir
kantar millum smáu lamellir-
nar skapa neyðugu gníggi-
mótstøðuna (friktiónina) og
neyðuga støðufestið.
FDM hevur roynt nýggju
dekkini á GoodYear royndar-
breytini í Mireval í Suður-
frankaríki. Teir
siga,
at
»nýggju dekkni hava eyðsýnt
ein betri førleika at standa
føst á vátum vegi. Samanber-
andi
bremsuroyndir
við
nýggju dekkunum og tey hjá
kappingarneytunum vístu, at
ítøkiligur fyrimunur var við
HydraGrip-dekkunum á øll-
um økjum. Mest undranarvert
var ein roynd, har tveir líka
bilar - ein bilur við Hydra-
Grip-dekkum og ein bilur við
einum dekki frá kappingar-
neytanum - koyrdu við somu
ferð á eini sirkulbreyt, har eitt
øki var sprænt við vatni.
Í váta økinum var bilurin
við
HydraGrip-dekkunum
næstan óávirkaður, meðan
bilurin við dekkunum hjá
kappingarneytanum flutti seg
ein metur til síðuna«.
Royndin vísir, hvat kann
henda, um tú koyrir ígjøgnum
eitt vátt sving. Í ringasta føri
fer bilurin so nógv til síðuna,
at hann kemur yvir í hina
koyribreytina ella fer av veg-
num. HydraGrip er ment til at
halda kósina í slíkum føri.
Super
Dekk
umboðar
GoodYear í Føroyum og
hevur HydraGrip-dekkini.
Kelda: FDM - Motor nr. 4 apríl 2004
Fríðrikur vil ávirka løgtingið
Fríðriku Bláhamar, stjóri á Super Dekk í Havn, hevur skriva til allar politikarar á tingi og í landsstýri um at seta í gildi reglur fyri dekk í Føroyum
´Mynd: Jens Kristian Vang
Nýggj og kollveltandi regndekk
Svenski Goodyear stjórin fyri Norðurlond, Otto Drakenberg, Flemming Christensen, sølustjóri í Danmark, og Fríðrikur Bláhamar,
stjóri á Super Dekk í Føroyum
Mynd: Magnus Gunnarsson