mánadagur 7. oktober 2013síða 32
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. oktober 2013 · Nr. 115
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
-5°
0°
5°
10°
15°
20°
Mesti
11,8°
13°
Hitin
í dag
Minsti
hiti máldur
7,6°
––––––– 20 –––––––
––––––– 40 –––––––
––––––– 60 –––––––
––––––– 80 –––––––
––––––– 100 –––––––
––––––– 120 –––––––
––––––– 140 –––––––
––––––– 160 –––––––
––––––– 180 –––––––
0
mm
higartil
Miðal:
10,3°
Lot til andøvsgul av norði og
sólglottar, men eisini okkurt
æli. Hitin millum 4 og 7 stig.
Fyrrapartin stívt andøvsgul
av útnyrðingi og ælingur,
men seinnapartin minni
vindur og yvirhøvur turt og
sólglottar. Hitin millum 4
og 7 stig.
Lot til andøvsgul av
útnyrðingi og yvirhøvur turt
og sólglottar. Hitin millum 4
og 7 stig.
Veðrið fríggjadagin og
leygardagin:
Lot til andøvsgul av
útsynningi, leygardagin lot
av ymsum ættum. Yvirhøvur
turt og sólglottar og hitin
millum 4 og 8 stig.
Síðstu nátt:
Eitt lágtrýst, 1002 hPa. vestanfyri Írland fer í
landnyrðing – suður um Føroyar.
Komandi nátt:
Lágtrýstið sunnanfyri Føroyar fer í landnyrðing.
3-8 m/s
11-16 m/s
2-7 m/s
3-8 m/s
8-13 m/s
3-8 m/s
4/7 °C
4/7 °C
4/7 °C
Miðal 1961-1990: 7,4°C
Miðal 1961-1990: 155 mm
HITalag
avfall
týsdagin
hósdagin
mikudagin
lufttrýstið
fyri oktober
fyri oktober
Høvd á høvdi
Karsten Hansen: Ovasti stjóri fyri heilsuverkið er landsstýrismaðurin í heilsumálum.
Handverk
aravinnan
steðgar
upp
Handverkaravinnan
í Føroyum er ikki
kappingarfør, tá talan er
um lønir til starvsfólk. Tí
eru nógvir handverkarar,
tey seinnu árini, farnir
uttanlands at arbeiða.
- Men hóast vit
kunnu fegnast um, at
handverkarar fáa henda
gylta møguleikan, so
kann hetta í longdini
gerast ein stórur
trupulleiki, tí vandi er fyri,
at handverkaravinnan í
Føroyum steðgar upp,
sigur Helgi Abrahamsen,
løgtingsmaður, sum
nú fer at reisa málið í
løgtinginum.
Á tingfundinum
komandi mikudag, fer
Helgi Abrahamsen,
løgtingsmaður, at
seta Johan Dahl,
landsstýrismanni, ein
munnligan fyrispurning
um kappingarførið í
handverkaravinnuni.
Abrahamsen vil hava at
vita, hvat landsstýrið ætlar
at gera við trupulleikan
av, at handverkaravinnan
missir nógv fólk, tí lønar-
og skattaviðurskiftini eru
munandi betri uttanlands
enn tey eru í Føroyum.
Eisini vil hann hava at
vita, nær roknast kann
við, at tiltøk verða sett í
verk, fyri at vinna á hesum
trupulleikanum.
Í viðmerkingunum
til fyrispurningin vísir
løgtingsmaðurin á, at
sjálvt handverksmeistarar
umhugsa at steðga sínum
virksemi í Føroyum, tí
teir fáa størri inntøku og
meira frítíð um teir eru
vanligir handverkarar
uttanlands, enn tá teir eru
arbeiðsgevarar í Føroyum.
Hetta kann í
longdini gerast ein
stórur trupulleiki, tí um
handverksmeistarar snara
lykilin um, so steðgar
handverkaravinnan upp,
sigur hann.
farnu viku søgdu
tveir landsstýrismenn,
at ætlanin er at fáa
útlendskar handverkarar at
arbeiða í Føroyum ístaðin
fyri teir føroyingarnar, sum
eru farnir uttanlands at
arbeiða.
Men hvar skulu
teir arbeiða, tá
handverksmeistararnir eru
farnir av landinum, spyr
Helgi Abrahamsen.
um skattligu
viðurskiftini hjá
føroyingum sum arbeiða
uttanlands, hevur ofta
verið frammi, men hesin
fyrispurningurin snýr seg
ikki um skattainntøkur til
landskassan.
Hetta skal fyrst og
fremst skiljast sum ein
vinnuligur spurningur,
har dentur verður
lagdur á vandan fyri,
at handverkaravinnan í
Føroyum hvørvur, sigur
Helgi Abrahamsen.
Munnligir
fyrispurningar standa
á skrá fyri tingfundin
mikudagin 9. oktober.