mánadagur 7. oktober 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 41 l 7. oktober 2013
Ókeypis lýsingarblað
4
Tann 15. august í ár flutti ráðgevandi
virkið PB Consult í egin hølir á R.C
Effersøesgøtu 24 í Tórshavn
Felagið keypti bygningin í januar
mánað, og eru hølini høvuðsumvæld
innan, allur bygningurin er bjálvaður
av nýggjum, nýggj gólv og loftir eru
gjørd, allar el-installatónir og HVS-
skipan eru útskiftar, umframt málara
arbeiði og gólválegging er gjørt, so
bygningurin er sum nýggjur innan.
Í hølunum eru 7 arbeiðspláss, 2
góð fundarhølir, køkur, tøknirúm, arkiv,
goymslu rúm, vesi við brúsu. Hølini eru
sera snøgg og ljós og sera vælegnaði
til endamálið.
Komandi summar verður bygning
urin umvældur uttan.
Bygningurin liggur sera væl fyri í
býnum, við góðum parkeringsviður
skiftum. Eisini er lætt hjá starvsfólk
unum at koma til tær ymisku upp
gávurnar í miðbýnum í Havn uttan
at brúka bil. Felagið hevur eftirlit við
fleiri byggimálum í miðbýnum,
Felagið luttekur í projektering
av nýggjum bygningi høvuðssæti til
BankNordik á Húsagrði í Tórshavn.
Av øðrum uppgávum
sum felagið arbeiðir við
í løtuni kunnu nevnast:
• Umvæling av Ítróttarhøllini á Hálsi
• Ellisheim á Sýnini í Miðvági
• Biskupstorg í Klaksvík
• Varðin Pelagic á Tvøroyri
• Útbygging av miðnámsskúla í
Klaksvík
• FSF-bygning við Tórsvøll
• Kloakkskipanir í Tórshavn
• Reinsaríið í Tórshavn
• IRF
• SEV
• Nýggjan bygning til Havnar
Arbeiðsmannafelag við
Tinghúsvegin í Tórshavn
• Vatnveiting í Sumba
• Kloakkskipanir í Sørvágs kommunu
• Kloakkskipanir í Eysturkommunu
Felagið veitir annars ráðgeving
innan HVS-skipanir, vatnveitingar
og vatnreinsiverk, kloakkleiðingar
og kloakkreinsiverk, fjarhitaskipanir,
sprinklaraskipanir,
køvigasskipanir,
orkusparandi tiltøk, neyðstreymsverk,
projekteringsleiðslu og byggileiðslu.
Felagið hevur sum aðalmál at gera
eitt dygdargott arbeiði, har serligur
dentur verður lagdur á, at tíðarætlan
og kostnaðarætlan skulu haldast.
Starvsfólkini hjá PB Consult hava
drúgvar royndir frá mest avbjóðandi
verkætlanunum í Føroyum. Somuleiðis
eru drúgvar royndir frá arbeiðum
uttanlands.
PB Consult hevur staðið fyri nógv
um orksuparandi tiltøkum bæði fyri
privatar og almennar byggiharrar
seinastu árini og hava sparingarnar
sum heild verið sera stórar.
Felagið hevur nýggjastu telduút
gerð, forrit v.m. til at loysa uppgávurnar
á ein proffesionellan hátt. Síðan PB
Consult bleiv sett á stovn fyri gott
seks árum síðani, hevur felagið verið
við til at loyst uml. 200 uppgávur fyri
bæði privatar, kommunalar og al
mennar byggiharrar. PB Consult hevur
verið við í umvælingum av nógvum
almennum bygningum, saman við
arkitektavirkjum og ráðgevandi verk
frøðingum.
Fimm fólk starvast hjá PB Consult
og starvsfólkini fegnast um at nokk er
at takast við.
PB Consult flutt í egin hølir
Starvsfólk hjá PB Consult í
R. C. Effersøesgøtu f.v.: Pætur
Húsgarð, Bjarni Jakobsen,
Gordon Hofgaard, Ingi
Justinussen og Petur Petersen
Myndir: Álvur Haraldsen