Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-07, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 41 | 7. oktober 2013 Ókeypis lýsingarblað 6 Vilmund Jacobsen Uppgávurnar hjá snikkaranum, Bødvari Hjartvarsson, eru ymiskar, men síðan hann fór undir egið virksemi í Dali í ár 2000, hevur hann tikið sær av nógvum ymiskum uppgávum - alt frá at smíða eitt knæfall til kirkjuna í Dali til nú at hava innilokað eitt neyst í bygdini. - Jú, eg kann saktans gera ymiskt fyri­fallandi, men tað er serliga trapp­ur, eg havi fingist við, og tað er framvegis hetta handverk, sum fyllir mest á verkstaðnum. Síðan eg fór í læru sum snikkari í 1981 hevur handverkið at smíða trappur hugtikið meg. Eg dugi ikki at seta tal á, hvussu nógvar trappur eg havi smíðað øll hesi ár, men eg veit, at tær eru fleiri enn túsund í tali. Bødvar Hjartvarsson sigur, at hann hevur verið víða um landið og tikið mát, tá fólk hava bílagt trappur. - Eg fari út at taka mát, um fólk ynskja tað, og tá er tað líka mikið, um tað er í Svínoy ella aðrastaðni. Tá trappan er liðug, fari eg - eisini um fólk ynskja tað - út at seta trappuna upp. Hann lærdi til snikkara á Snikkara­ verkstaðnum í Grønlandi í Havn, og áðrenn hann bygdi sær verkstað í Dali, hevði hann verkstað í Havn í eini fimm ár. - Konan Helga Hilmarsdóttir er úr Dali, og tað er her, vit búgva. Tí pass­ ar tað mær væl at hava verkstað her suðuri. Serliga trappur Størsti marknaðurin hjá Bødvari Hjart­ varsson er í høvuðsstaðarøkinum, men tað passar honum og familjuni væl at búgva og hava Snikkarakjallaran í Dali. Verkstaðurin hjá Bødvari hevur avrikað mong snotulig arbeiði og handverk av ymiskum slag. - Umframt at gera trappur, smíði eg eisini einar 2-3 køkar um árið, um­ framt at spísiborð og stólar eisini er ein eftirspurdur partur av mínum kon­septi. Slíkt verður alt evnað úr massivum træ, eitt nú eik og bók. Snikkarin heldur seg til tað, sum hann dugir væl, og hetta er eisini orsøk­in til, at hann hevur so gott orð á sær sum serstakliga vælgjørdur. - Eg smíði ikki vindeygu og út­ hurðar, tí her havi eg ikki royndirnar, men eg havi smíðað onkrar innhurðar, legg­ur hann aftrat. Á heimasíðuni www.snikkara­ kjall­arin.com sæst ymiskt av tí, sum Bød­var Hjartvarsson hevur gjørt, og her er eisini kunning um, hvussu fólk kunnu seta seg í samband við Snikka­ rakjallaran. Alt sjálvgjørt Vikublaðið hevur áður vitjað í snotu­ liga heiminum hjá Bødvari og Helgu í Dali, og tað er einki at taka seg aftur í, at sera hugtakandi er at síggja alt tað heimagjørda - um man so kann siga - sum hesi húsini í Dali eru vitni um. - Hetta er barnaheimið hjá konu míni, sum vit hava bygt um, og her havi eg gjørt alt sjálvur - eisini tað, sum inni er, eitt nú køk, borð, stólar og skenkir. Bødvar Hjartvarsson møtti konu síni hin 9. desember í 1994, og tey bæði giftust hin 5. august árið eftir. Børn­ini eru fýra í tali. Hevur smíða fleiri enn túsund trappur Bødvar Hjartvarsson í Dali, sum eigur fyritøkuna, ið hann rópar Snikkarakjallarin, hevur avrikað mangt snotuligt handverk. Í fleiri enn 30 ár hevur hann smíðað trappur. - Eg geri eisini einar 2-3 køkar um árið, og annars geri eg alt vanligt snikkaraarbeiði, sigur dugaligi handverkarin í Dali - Eg haldi meg til tað, sum eg dugi væl og har, sum mínar royndir eru sum snikkari. Tí smíði eg ikki vindeygu og úthurðar, men geri annars alt vanligt snikkaraarbeiði, sigur Bødvar Hjartvarsson í Dali Mynd: Vilmund Jacobsen VIKUSTJÓRIN