mánadagur 7. oktober 2013síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 41 | 7. oktober 2013
Ókeypis lýsingarblað
8
Lýs teg sjálvan
við trimum orðum?
Positiv, forvitin og ótolin.
Hvat merki er bilur tín?
Hvar merki hava býarbussarnir?
Hvat merki er telefon tín?
Sony Ericsson
Hvør er tín besta
summarfrítíðaruppliving?
Tað er ringt at taka dagar ímillum hvør
summarfrítíð hevur verið best. Eg elski,
tá summar er í Føroyum. Vinir og familja
koma heim á klettarnar at vitja. Ljós
summarkvøld við prátið, lívligum kjakið,
lekrum mati, spontanum útferðum,
festivalar, Ólavsøkan og ein rúgva av øðrum
tingum og upplivingum. Eg dyrki at verða í
Føroyum um summarið, eg haldi virkuliga,
at tað er tann árstíðin, har Føroyar vísur seg
frá síni bestu síðu á nógvar ymiskar mátar.
Hvat orð ella hvønn
setning nýtir tú oftast?
Uha, sjálv haldi eg at tað er »Ha?«
Men spyr tú onkran annan so er
tað sikkurt »Nå, men altso...«
Hvørjum hyggur tú
at hjá hinum kyninum?
Tað er mest heildin, sum eg hyggi
eftir. Men humor, tað er umráðandi,
spontanitetur og so er tað vigtugt, at
man ikki er bangin fyri at diskutera.
Hvat ger teg í góðum lag?
Har er nógv. Men at sleppa til arbeiðis, tað
ger meg altíð í góðum lag, eg eri so heppin,
at eg arbeiði saman við stuttligastu og
dugnaligastu fólkunum í Føroyum. At verða
saman við vinfólki og familju. Men eisini tá
eg geri nakað, sum bert eg fái ágóðan av,
tað kann verða at renna mær ein túr, gera
lekkran mat, lesa eina góða bók, hoyra góðan
tónleik, onkrar tíðir so verið eg eisini í betri
lag, tá eg vaski klæði. Eg haldi ikki, tað skal
so nógv til fyri at eg verið í betri lag, eg tími
betri at verða í góðum lag enn í ringum lag.
Hvat stressar teg?
Tá eg útseti ting! eg eri meistari
til at útseta ting!
Hvør er tín yndisrættur?
Alt møguligt! Eg elski góðan mat. Beint nú
eri eg nokkso glað fyri sterkan mat og salat.
Hvat gleðir teg?
At eg havi tvey arbeiði, sum eg dyrki og,
sum hvør sær, gera mín dag sera inni
haldsríkan og ymiskan. Ongin dagur er
líka, og soleiðis dámar mær tað best.
Hvat var seinasta ynskið,
sum tú fekst uppfylt?
At SummarNám (ein summarskúli fyri
børn frá 2. til og við 5. fl) eydnaðist so
væl, og at vit høvdu so nógv dugnalig
fólk, sum stuðlaðu verkætlanini so væl.
Hvar arbeiðir tú?
Eg eri sjónleikari, og so starvist eg
eisini á Margarinfabrikkini.
Hví valdi tú at
arbeiða innan júst
hesa vinnu ella øki?
Eg var 13 ár, tá tað gekk upp fyri mær,
at eg vildi verða sjónleikari. Eg havi altíð
verðið hugtikin av sjónleikaraheiminum, og
tí sum leiklistin kann. Evni kunnu gerast
so nógv greiðari og sjónligari, tá man lýsur
tað ígjøgnum leiklist ella list yvirhøvur.
Orsøkin til at eg valdi Margarinfabrikkina
var tann, at eg hevði hoyrt nógv um
tey dugnaligu fólkni sum vóru har, og
at hetta staði var ein drívmegi, tá tað
kemur til nýggj og spennandi projektir.
At hetta var eitt stað har barna- og
ungdómsmentanin var í háðsæti og eg kann
ikki siga annað enn, at alt sum eg hevði
hoyrt, hevur prógva seg at verið rætt.
Hvør er stuttligasta
uppliving tín í starvinum?
Eg haldi, eg flenni nógv og ofta, hvønn dag
eg eri til arbeiðis. Eg dugi ikki at taka nakra
einstaka hending frammum nakra aðra.
Hvørjum tónleiki
lurtar tú eftir?
Mær dámar væl at verða presentera fyri
nýggjum tónleiki. Men eg detti altíð aftur
til Thomas Dybdahl, Ane Brun, Joni Mitchell
og Leonard Cohen. Eg lurti eisini, so nógv
sum gjørligt eftir føroyskum tónleiki.
Hvat er besta
uppfinningin og hví?
Internetið er genialt. At kunna sita
heima í køkinum, og fáa alla ta vitan,
eg havi tørv á er fantastiskt.
Hvat er besta íløgan,
tú hevur gjørt?
Eg haldi at bestu íløgurnar, eru tær
persónligu íløgurnar. Eg haldi, at ein
sera avgerðandi og umráðandi íløga fyri
meg, var at taka kjansin og søkja inn á
sjónleikaraskúlan, eg var so nógv í iva,
um eg skuldi fara, men lukkutíð gjørdi
eg tað og slapp inn. Ein onnur íløga sum
eg eri sera glað fyri, var tá eg avgjørdi
at flyta aftur heim til klettarnar.
Hvat er títt
besta heimaráð?
Um tað følist rætt, so er tað rætt!
Hevur tú nakað húsdjór?
Nei.
Hvat hevði tú gjørt,
um tú vann eina millión?
Goldið lán, givið familjuni okkurt og so hevði
ein stórur posi fari til vælgerðandi endamál.
Hvat hevði tú gjørt, um
tú vann tíggju milliónir?
Eg haldi, eg hevði gjørt tað saman sum
omanfyri, men bara størri upphæddir, posin
til vælgerðandi endamal hevði sikkurt eisini
verið størri, og so haldi eg, at eg hevði gjørt
eina íløgu í Fríðskúlanum í Havn, hasin skúlin
er fantastiskur og við honum, tryggjaðum
pengaliga, stúri eg ikki fyri framtíð Føroya.
Hvat er best við
Føroyum og hví?
Náttúran, fólkið og veðrið. Tað er so nógv,
sum ber til í Føroyum, hugurin at hjálpa
er stórur hjá okkum føroyingum, og um tú
hevur hug at gera mun í okkara samfelag,
er ikki so langt frá tanka til gerð.
Hvar ert tú um 10 ár?
Eg veit ikki og havi, sum so, ikki hug at
vita tað. Eg vóni bara at eg eri glað og
umgivin av góðum fólkið og so kanska at
eg enn havi okkurt eftir av teimum tíggju
milliónunum, eg vann fyri tíggju árum síðani.
At sleppa til arbeiðis ger meg altíð í góðum lag
STÓLURIN
Eg var 13 ár,
tá tað gekk upp
fyri mær, at
eg vildi verða
sjónleikari
Navn: Beinta K. Clothier