Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mai 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 31 VW eru komnir á marknaðin við nýggja Caddy, sum verður gjørdur bæði sum Van og sum Kombi við upp til sjey sitiplássum BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Nýggi Caddy er bygdur yvir sama plattform sum VW Golf og Touran. Vørubilurin Caddy Van er ein tann rúmligasti í sínum klassa. Vørurúmið er 3,2 rúmmetrar, og bilurin er sera arbeiðsligur við stórari hurð á síðuni og aftan við siðu- hongdum hurðum ella stórari baklúku. Hann lastar 750 kg og tekur sum einki ein euro- platt og nakað væl afturat. Caddy Kombi er ein fimm persónabilur, har møgleiki er fyri tveimum setrum afturat á aftasta rað, soleiðis at hann kann hava sjey sitipláss. Caddy fáast við hesum motorum: 1,4 bensin við 75 hk og 1,6 bensin við 102 hk, 2,0 SDI diesel við 69 hk, 1,9 TDI diesel við 104 hk. Prísir úr kr. 179.000 VW Golf er mest fram- leiddi bilur í søguni, hann er farin fram um Ford T og VW Bobluna, sum annars hava sett framleiðslumet. Hvønn dag verða seldir 2100 nýggir Golfar um allan heim BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin VW Golf er ein góð íløga. Kvaliteturin er góður, bilarnir halda leingi og hava góðan prís sum brúktir. Nú er Golf komin í fimtu generatión, og í ár eru 30 ár liðin, síðan fyrsti Golfurin kom á marknaðin í 1974. Nýggi Golfurin er longri, breiðari og hægri enn for- gangarin, talan er sostatt um ein størri og rúmligari bil. Serliga aftan er betri bein- pláss, og viðførisrúmið er vaksið við 20 litrum til 350 litrar. Golf fæst við hesum mot- orum: 1,4 bensin við 175 hk, 1,6 FSI bensin við 90 hk, 1,6 bensin við 102 hk, 1,6 FSI bensin við 115 hk, 2,0 FSI bensin við 150 hk, 2,0 SDI diesel við 75 hk, 1,9 TDI die- sel við 105 hk, 1,9 TDI diesel við 140 hk. Allir motorarnir lúka tey strongu Euro-4 krøvini til umhvørvisvernd. Prísir úr kr. 195.000 VW Touran er ein MPV, ið er bygdur yvir nýggja Golf plattform- in og fæst sum fimm og sjey persónabilur. Bil- urin verður gjørdur í trimum útgávum: Bas- is, Trendline og High- line. BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo VW Touran er ein rúmligur MPV við nógvum ymiskum møguleikum til innrætting. Í standard útgávuni hevur Touran fimm sitipláss, men hann fæst eisini við sjey siti- plássum. Við fimm sitiplássum er viðførisrúmið 600 litrar. Bil- urin er arbeiðsligur og lættur at koma úr og í, og lessihædd- in er lág. Touran fæst við hesum motorum: 1,9 TDI diesel við 100 hk, og 2,0 TDI diesel við 136 hk, 1,6 bensin við 102 hk, 1,6 FSI bensin við 115 hk, og 2,0 FSI bensin við 150 hk. Allar útgávurnar uttan 1,6 við 102 hk hava 6-trins girkassa sum standard. Prísir úr kr. 249.000. VW Touran við upp til sjey sitiplássum VW Golf – heimsins mest framleiddi bilur Rúmligur Fólkvognur sum familju- og vørubilur VW Touran er ein rúmligur MPV við nógvum ymiskum møguleikum til innrætting VW Golf er mest framleiddi bilur í søguni, hann er farin fram um Ford T og VW Bobluna Sum nakað nýtt er Bilasølan nú farin at selja VW bátamotor- ar. Motorarnir eru so gott sum teir somu sum í VW-bilunum. Talan er um Volkswagen Marine motorarnar í ym- iskum støddum heilt frá 40 til 150 hk. Motorarnir fá- ast bæði við og uttan gir- kassa ella drevi. Eisini er møguleiki fyri einkultari ella dupultari installatión. Nú eisini Volkswagen Marine bátamotorar Anton Jacobsen – Koyrikortið skal ikki bara vera nakað, tú fært yvir økslina ein tilvild- arligan seinnapart. Tað heldur Rúna Sivertsen, forkvinna í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Hon ætlar at arbeiða fyri, at tað skal verða meira hátíðarligt enn í dag, tá tú fært koyrikort FERÐSLUTRYGD Magnus Gunnarsson – Koyrikortið er so ógvuliga virðismikið og týdningarmik- ið, tí et tað undrunarvert, at so lítið verður gjørt burturúr tí merkisløtu, sum tað í veru- leikanum er, tá tú fært koyri- kortið, sigur Rúna Sivertsen, forkvinna í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Koyrikortið er tað skjalið, sum gevur okkum loyvi at koyra bil restina av lívinum. Tá vit so vita, at ferðslan er størsta hóttanin móti fólka- heilsuni, so er sanniliga orsøk til at gera meira burturúr koyrikortinum, sigur hon. Hon vísir á, at tá næmingar fara úr 10. flokki og prógvið verður handað er hátíðarløta í skúlanum. Næmingarnir eru oftast í Føroyskum klæðum, røður verða hildnar og tey ungu fáa blómur og gávur. Tað sama endurtekur seg, tá miðnámsútbúgvingin er av. – Tað sama átti at verið gjørt, tá koyrikortið verður handað, og eg ivist ikki í, at tað hevði havt eina positiva psykologiska ávirkan á tey ungu og hugburðin til koyri- kortið, sigur Rúna Sivertsen. Hon sigur, at RFF fer at ar- beiða fram móti, at koyrikort- ið verður hátíðarliga handað, og at mynd kemur í bløðini av teimum, sum hava fingið koyrikortið, eins og vanligt er, tá fólk hava tikið onnur prógv. Fyri einum góðum ári síðani gjørdist Rúna for- kvinna í RFF. Eitt av málu- num, hon sum formaður hev- ur sett sær fyri, er at menna og broyta hugburðin hjá bil- førarum. Hon heldur, at virð- ingin fyri ferðsluni er alt ov lítil, og tekur dømi í øðrum flutningsvegum, eitt nú loft- vegis og sjóvegis. Henda vanlukkur har, verða tær væl og virðiliga kannaðar og niðurstøða verður gjørd um, hvat hendi og hvør feilur- in var. Men tá tað kemur til vanlukkur í ferðsluni, tá verð- ur einki kannað og vit mugu bara geva okkum til gitingar. – Vit mugu ongantíð sláa okkum til tols við, at ferðslan krevur sítt, men blíva við at gera alt vit kunnu, fyri at gera ferðsluna so trygga sum yvir- Koyrikortið ómetalig ábyrgd Heri Vang í Klaksvík - ein av komandi ungu bilførarunum - avmyndaður saman við koyri- lærara sínum, Olgu Jensen, og Rúnu Sivertsen, formanni í Ráðnum fyri Ferðslutrygd Ferðslutrygd fer at arbeiða fram móti, at koyrikortið verður hátíðarliga handað, og at mynd kemur í bløðini av teimum, sum hava fingið koyrikortið, eins og vanligt er, tá fólk hava tikið onnur prógv, heldur Rúna Sivertsen, forkvinna í Ráðnum fyri Ferðslutrygd