mánadagur 7. oktober 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 41 | 7. oktober 2013
Ókeypis lýsingarblað
14
Vilmund Jacobsen
Seinasta mikukvøld fletti Ásbjørn
Svein Kjærbo í Skopun 10 veðrar,
harav fleiri vóru rættiliga stórir. Hin
størsti veðrurin hjá honum vigaði ikki
minni enn 124 pund, og hin næst
størsti vigaði 95 pund, báðir vetur
gamlir.
Men, hetta eru ikki teir einastu
stóru veðrarnir hjá skopuninginum í
ár. Fyri stívliga 14 døgum síðan fletti
hann eisini ein veturgamlan veðr, sum
vigaði 94 pund.
So, hetta eru rættiliga stórir seyðir,
má sigast.
Óvæntað vekt
- Eg væntaði ikki, at veðrurin fór at
viga so nógv, sum hann gjørdi. Men,
hetta var eisini ein óvanliga stórur
seyður sum lamb. Í fjør heyst metti eg,
at vektin helst hevði ligið millum 62
og 65 pund, um hann hevði verið
flettur tá. At hann fór at tvífalda
sína vekt eftir einum ári, hevði eg
ikki væntað.
Ásbjørn Kjærbo vísir á, at ærin,
sum stóri veðrurin er undan, er
frá bóndanum, Thorvaldi Lützen
á Syðradali á Streymoynni.
- Henda ærin, sum nú fer undir
tíggjunda árið, hevur altíð havt
stór lomb. Sjálv er hon størri enn
flestu veðrar. Ærin hevur gjarna
havt tvey lomb, og okkurt árið
hava bæði veðurlombini vigað
yvir 50 pund. Tá stóri veðrurin,
sum nú er flettur, kom undan
ærini, lembdi hon bara tað
eina lambið.
Ásbjørn veit annars at siga,
at ærin fekk fyrsta gimburlambið í
lembingini í vár.
- Brundurin var frá Gutta Guttesen
úr Bø. Hetta var ein ógvuliga vakur
brundur, men tíverri var eg so
óheppin at missa hann, tá hann fekk
høvuðssótt og doyði.
Veðrarnir, sum Ásbjørn fletti sein
asta mikukvøld, hava gingið
á eini trøð beint norðan fyri
bygdina í Skopun.
- Eitt er, at genini hava nógv
at siga. Tað er eingin ivi um tað.
Annað er, at skal veturgamal
seyður gerast so tungur, skal
hann hava seyðafóður hvønn
dag, og tað hava hesir stóru
veðrarnir fingið.
Ásbjørn ásannar tó, at til ber
ikki at geva øllum heimaseyðinum
seyðafóður, tí tað hevði verið alt
ov kostnaðarmikið.
- Tað er eingin loyna, at eg
havi lagt meg eftir at hava stóra
seyðarasu, og soleiðis havi eg
eisini leitað mær eftir stórum
seyði.
Ov stór at turka
Ásbjørn Kjærbo sigur, at hann áður
hevur havt veturgamlan veðr, sum
vigaði 115 pund, og onkur hevur vigað
114 og 112 pund.
- Eg plagi at ræsa alt, sum van
liga verður brúkt til ræst kjøt, eitt nú
háls og ryggjastykki. Bógvarnir verða
turkaðir, men tjógvini eru ov stór til at
turka. Skulu tjógvini turkast, tekur tað
tveir vetrar. Eg plagi at ræsa tjógv
ini, og hetta er heilt einastandandi
góður døgurði. Eitt slíkt tjógv er nóg
mikið til eini 13-14 fólk á jólum ella á
nýggjárinum. Jú, hetta er ein ógvuliga
góð máltíð, leggur hann aftrat.
Rivini verða turkað. Viðhvørt eru
tey kanska heldur feit, men tey kunnu
eisini vera rættiliga kjøtrík.
- Tú sært eisini rættiliga feitar síð
ur á seyði, sum vigar nógv minni enn
hesir, sum eg fletti mikudagin, sigur
skopuningurin, Ásbjørn Kjærbo.
Eitt ræst tjógv
sum mettar 13-14 fólk
- Veðrurin, sum eg fletti seinasta mikukvøld og sum vá 124 pund, er undan ær av Syðradali á Streymoynni,
og brundurin var úr Bø. Ærin hevur altíð havt stór lomb, og sjálv er hon størri enn flestu veðrar. Ærin
hevur gjarna havt tvey lomb, og okkurt árið hava bæði veðurlombini vigað yvir 50 pund. Tá stóri veðrurin,
sum nú er flettur, kom undan ærini, lembdi hon bara tað eina lambið, sigur Ásbjørn Kjærbo í Skopun
Slakt