Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-07, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2013síða 50

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 41 | 7. oktober 2013 Ókeypis lýsingarblað 18 Slakt Vilmund Jacobsen Í staðin fyri at lata seyðaskinnini enda í ovninum hjá KOB, Kommunalu Orku- og Brennistøðini á Hjalla ella hjá IRF í Leirvík, hava bóndur og fólk annars, sum eiga og fletta seyð, møguleikan at lata skinnini til Sp/f Oikos, sum Jógvan og sonurin, Sigurd Nordendal úr Bø, eiga. Flestu góvust Í byrjanini vóru tað fleiri, sum royndu tað sama. Tá heilsufrøðilig krøv seinni vórðu sett til skinnini, sum skuldu útflytast, soleiðis at djóralækni skuldi góðkenna seyðin, sum varð flettur, góvust tey flestu at taka ímóti og útflyta. Oikos brúkar ein føroyskan djóra­ lækna, sum býr í Danmark. Hon er í Føroyum í umleið ein mánaða, nú fjøllini verða gingin. Tá fleiri av veit­ arunum eru á fjalli samstundis, er viðhvørt neyðugt at hava fleiri djóra­ læknar aftrat til hjálpar, sum allir verða sendir av Oikos, tí tey bera kost­ naðin av djóralæknanum. Skipanin er tann, at bóndur og ánarar annars ringja og siga frá, nær teir fara á fjall, og so kemur djóra­ læknin á rættina at kanna seyðin. Oikos hava veitarar kring alt land­ ið, og tí verður eisini farið víða um at kanna seyðin og eftir skinnum, tá flett er. - Vit avheinta skinnini við dyrnar á fast­landinum, og tí hava tey, sum eiga seyðin, einki stríð av hesum. Tað kost-ar einki hjá bóndrunum at lata skinnini til KOB ella IRF, men tað kostar kommununum pening at senda skinnini til brenningar, og eisini er tað umhvørvisvinarligari at gera brúk av skinnunum, sigur smápartafelagið, sum keypir skinnini. Nýggir marknaðir Sp/f Oikos letur eina samsýning fyri skinnini, sum verður latin til hagan. Annars verður samsýningin latin eftir avtalu. - Seyðaskinnini verða útflutt til eitt nú Noreg, Týskland, Háland og Póland, og flestu keyparar senda lambs­ skinnini til Pólands at verða garvaði. Ærskinn verða smeltaði til lím. Leitað verður allatíðina eftir nýggj­ um marknaðum úti í heimi, sum kunnu rinda ein betri prís, tí Sp/f Oikos vil fegin, at veitararnir eisini kunnu fáa meira fyri skinnini. Men, sum er, er ikki grundarlag fyri at lata meiri enn eina samsýning. Tá Jógvan Nordendal í sínari tíð byrjaði at útflyta skinn, fekk hann, sum øll onnur, stuðul fyri hvørt seyða­ skinn, men tann stuðulin varð tikin burtur fyri umleið fimm árum síðan. Tá treytin fyri at útflyta skinnini kravdi djóra­lækna, var eisini ein stuðul latin til ferðapening hjá djóralækna­num. Tann stuðulin varð tikin burtur fyri tveim­um árum síðan, so nú er eingin stuðul at heinta til hetta virksemi. Sp/f Oikos keypir nøkur garvaði skinn heim aftur úr Pólandi, sum síðan verða seld í Føroyum, og her ber til at keypa garvaði skinn beinleiðis um heima­síðuna faroe­sheepskin.com Vóna at fáa fleiri Føroyar bera umleið 70.000 áseyðir, tó er ikki realistiskt, at øll skinnini verða útflutt, tí tað vildi kravt nógv fleiri djóralæknar. Tó er tað vónin hjá Oikos at fáa nøkur fleiri. - Vit arbeiða miðvíst við at fáa nýggj sambond runt um landið við fólk sum hava hug at takast við tílíkt arbeiði. Í fjør útflutti Sp/f Oikos 25.000 seyðaskinn, og árið fyri var talið um­ leið 19.000. Hvussu stórt talið verður í ár, er trupult at meta um. - Vit hava nakrar fastar veitarar. Onk­ur fellur frá, og onkur kemur aftrat. Høvuðssætið hjá Sp/f Oikos til salting av seyðaskinnum er í Kolla­ firði, men annars verða skinnini saltaði ymsa­staðni kring landið. Tey, sum vilja sleppa av við skinn­ ini, nú slaktið er byrjað, kunnu ringja á tlf. 260026 fyri at fáa meir at vita. Sp/f Oikos keypir, saltar og útflytir seyðaskinn Í 2001 byrjaði Jógvan Nordendal at keypa seyðaskinn, sum so nógv onnur um tað mundi. Tað byrjaði í smáum. Fyrsta árið vórðu nøkur hundrað skinn keypt, saltaði og síðan útflutt. Í 2011 varð talið 19.000 og í fjør 25.000 skinn