Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-07, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2013síða 56

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 41 | 7. oktober 2013 Ókeypis lýsingarblað 24 Vilmund Jacobsen P/F Jógvan Weihe hevur klæðini, stiv­ lar­nar, íløtini, knívarnar, seyðabyrsuna og patrónirnar og annars alt tað vanliga, sum brúk er fyri, nú fjøllini verða gingin, og flettingin er fyri. - Øll eru vælkomin inn á gólvið til eitt prát um, hvørjir tørvirnir eru. Tað sigur Ólavur Weihe, sum altíð er fryntligur at hitta í stóru og forvitnisligu handilsfyritøkuni í Stiðja­ gøtu í Havn. Stórur veitari P/F Jógvan Weihe er veitari av øllum hugsandi og óhugsandi til frítíðar-og vinnulig endamál. Fyritøkan er eitt kent navn innan sølu- og handilslív í Føroyum. Síðan 2004 hevur P/F Jógvan Weihe hildið til í stóra virkisbygninginum við Stiðjagøtu í Havn. Handilsbygningur­in rúmar einum hópi av ymiskum vør­um og hevur umboð upp á mangt millum himmal og jørð - alt frá hosum til plattar av hoyggi og stórar Viksund bátar. Í handlinum er eisini ein rúgva av bæði arbeiðs- og frítíðaklæðum at finna av kendum merkjum sum Berg­ans, Helly Hansen, Fjällräven og Col­umbia. Eisini umboðar fyritøkan svensku arbeiðsklæðini Tranemo. Fyritøkan er eisini kend fyri sítt stóra úrval av arbeiðsklæðum og fiski­reiðskapi, bæði til vinnu og frí­tíð­ ar­fiskiskap. Í dag eru tað synirnir hjá stovn­ar­ anum, Jógvani og konuni, Hildibjørg, sum reka fyritøkuna - við Ólavi sum stjóra og Gunnari Oluf sum nevnd­ar­ formanni. Jógvan Weihe hevur ymiskt til slaktið - Vit hava alt tað vanliga, sum verður brúkt, nú menn ganga á fjall, og fletting er fyri, prentsigur Ólavur Weihe - Øll eru vælkomin inn á gólvið til eitt prát um, hvørjir tørvirnir eru, nú fjøllini verða gingin, og flettingin er fyri, sigur Ólavur Weihe Mynd: Birgir W. Høgnesen Vilmund Jacobsen Miðstovugarðurin í Trøðum á Sandi ger veruliga nakað fyri at fáa sínar vørur og framleiðslu kring landið. Regluliga fer garðurin úr Sandoynni við sínum vørum, sum fevna um ný­ upptikin sandepli í sekkjum á 20 kilo og neytakjøt í eskjum á 20 kilo. Garðurin selur eisini í durasølu ný­ flett lambskjøt, sum kann keyp­ast sum heil krov ella sum sund­ur­skorið. Ring og spyr - Tey, sum vilja vita meiri um, nær vit eru úti um landið, og hvussu okkara út­boð annars sær út, kunnu ringja til okk­ara á tlf. 220203. Tað sigur Jóannes Johannessen, bóndi á Miðstovugarðinum í Trøðum. Miðstovugarðurin selur kjøt og epli Slakt - Vit selja neytakjøt, nýflett lambskjøt og sandepli, sigur bóndin á Miðstovugarðinum, Jóannes Johannesen Miðstovugarðurin í Trøðum á Sandi selur oksakjøt, nýflett lambskjøt og sandepli