týsdagur 8. oktober 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. oktober 2013 · Nr. 116
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Heini í skorini
Kjak síða 16
Hvørji
planet eru
Jørgen og
Kaj Leo á?
Rógvi nybo
Kjak síða 26
Flat
skattur
og klæði
keisarans
– Eg havi nógv onnur og størri mál
at arbeiða við, segði Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmaður, tá Sosialurin
vildi vita, um hann vildi broyta
lógina soleiðis, at landsstýrismaður,
sum aftur tekur sæti á tingi, ikki fær
tvær lønir í seks mánaðir.
Løgmaður hevur sjálvur, tá hann
var tingmaður, verið við til at lagt
slíkt uppskot fyri tingið. Nú hann
er løgmaður, kann hann staðfesta,
at ein slík lógarbroyting merkir, at
hann frásigur sær eina fjórðings
millión krónur í inntøku, tá hann
aftur tekur sæti á tingi eftir løg
manstíðina.
Vit skulu ikki siga, at tað er so,
men tað kann hugsast, hesin veru
leiki hevur ávirkan á, hvørja støðu
løgmaður hevur nú. Og tað sama
kunnu vit siga um Kára P. Højgaard,
sum er í hesi støðu nú, og sum tvær
ferðir áður sum tingmaður hevur
lagt hetta málið fram.
– Rímuligt er ikki, at landsstýr
ismenn fáa uppsagnarløn afturat
aðrari almennari løn. Fleiri fyrrver
andi landsstýrismenn fáa bæði upp
sagnarløn og løgtingsmannaløn ella
eitt nú læararløn ella aðra almanna
løn, søgdu tingmenninir Kaj Leo
Johannesen og Kári P. Højgaard í
uppskotinum, sum teir løgdu fram
á ting 22. februar í 2008.
Tað er tí, at vit spyrja løgmann,
um hann hevur broytt støðu og
nú heldur tað vera í lagi, at hann
og hini landsstýrisfólkini undir
honum skulu hava upp í 3,4 milliónir
krónur í tíngmannaløn, samstundis
sum tey fáa løn úr landsstýrinum.
Talan er jú um tvær lønir úr sama
kassa,
fólksins
kassa,
okkara
skattakrónur.
Løgmaður ger vanliga viðmerk
ingar á Facebook, har hann vísir
ymsum aftur, sum hann hevur
sagt í miðlunum. Um vikuskifti
postuleraði hann, at tað ikki var tí,
at hann góðtók dupulta løn, at hann
ikki fór at broyta skipanina, men tí
at hann fekk ikki meiriluta fyri eini
slíkari broyting.
Vit skulu á hesum stað ikki leggja
løgann undir at siga ósatt. Men tað
passar so ikki, sum hann sigur.
Vit hava spurt tingfólk, hvørja
støðu tey hava, og úrslitið er eitt
rungandi nei til hesa skipan:
Tingfólk siga kortanei! Tað eru
bara tvey tingfólk, sum siga seg
halda skipanina vera í ordan, með
an 26 eru beinleiðis ímóti.
Harra løgmður, her hevur tú
meirilutan. Vís nú, at tú meinar tað
tú sigur og fá hesa skipan avtikna
beinanevin!
So hevur tú meirluta kaj leo
Løgtingið skal vera so papp
írsleyst sum tilber.
Tað er málið, nú løgtings
limir hava fingið hvør sín
teldil, iPad, frá løgtinginum.
Endamálið er, at lógar
uppskot og annað tilfar til
løgtingsfólk nú verður sent
løgtingsfólkum umvegis teld
ilin, heldur enn at tað verður
prentað út.
Ein av løgtingslimunum,
ið hevur fingið nýggja ar
beiðsamboðið,
er
Henrik
Old.
– Hetta er eitt fantastisk
framstig, og nú sleppa vit av
við øll pappírini. Nú eri eg
heldur ikki bundin av at vera
eitt ávíst stað, tí nú kann eg
flyta meg alla staðni og finna
alt fram uttan at skula verða
dýktur undir í pappíri, sigur
Henrik Old.
Hann er tó ikki heilt
ókendur við at arbeiða við
tøkni.
– Umborð á føroysku
skipunum hava tey leingi
verið langt frammanfyri, so
hetta er ikki nakað nýtt fyri
meg, sigur Henrik Old, sum
tó ikki sleppur penninum,
hóast hann hevur teldilin
sum nýtt arbeiðsamboð.
– Tá tú fert upp á røðara
pallin, og onkur setur tær eini
tveir ella tríggjar spurningar,
so er gott líka at skriva niður,
og tá er pennurin hentur, for
telur Henrik Old.
Hóast nýggja arbeiðsam
boðið, hava allir tinglimir
framvegis møguleika at biða
um lógaruppskot á pappíri.
Løgtingslimir fingið teldil
– Svarið upp á setta spurn
ingurin má tí fyri mítt við
komandi bara standa opið,
sigur Sjúrður Rasmussen,
løgfrøðiligur ráðgevi á Løg
mansskrivstovuni.
Soleiðis sigur niðurstøðan
hjá løgfrøðisliga ráðgevanum
hjá løgmanni í málinum, um
hvørt Kári P. Højgaard bar
seg lógliga at sum lands
stýrismaður í málinum um
Skálafjarðartunnilin.
Løgfrøðisligi
ráðgevin
leggur dent á, at frágreiðingin
er ikki – og heldur ikki gevur
seg út fyri at vera – óheft. So
leiðis má talan vera um eina
hefta kanning, sum heldur
ikki má lesast meira enn tað,
at hon er heft.
Men tá nú talan er um
eina »hefta« kanning, sum
ikki reinsar frákoyrda lands
stýrismannin, hvussu mundi
so ein óheft kanning havt
svarað spurninginum, sum
sambært heftu kanningini
framvegis má standa opin.
Kanska ikki so álitisvekj
andi fyri rættarkensluna, at
tað ikki ber til at geva eitt
løgfrøðisligt boð uppá, um
landsstýrismaðurin
hevur
arbeitt lógliga ella ikki. Ikki
tí, tað er ikki problemið, um
landsstýrismaður hevur ar
beitt lógliga ella ikki. Polit
iskt ringt handalag forkom
hesi ætlan, eins og sama av
handahógvi merkta handa
lag forkom ætlaðu kommun
unýskipanini...
Heft og við opnum svari
Tær, ið ganga ferðafólki
til handa í flogfari, nevn
ast flogternur. Orðið “flog
terna” verður ikki borið
fram “tedna”, men orðið skal
berast fram á sama hátt
sum -rn- í orðinum at “ern
ast” ella “gjarna”. Munurin
millum orðini er hesin: Ein
terna (borið fram “tedna”)
er heitið á einum strand
arfugli, sum dvølur her um
summarið, men ein terna
(borið fram “terna”) er ein
kvinna, ið borðreiðir fyri
fólki á skipi ella flogfari.
Fyrr
varð
enska
orðið
“stewardessa” nýtt. Tá ið vit
fingu eitt føroyskt flogfelag
skundaði tað undir at fáa
føroysk starvsheiti á hes
um øki. Og tá varð mælt til
orðið “flogterna” um tær, ið
starvast umborð á flogfør
um.
– Orðið terna kenna vit
úr kvæðum, og tá merk
ir tað “tænastugenta” t. d.
Margata sendi sína ternu á
síns faðirs fund.
Nógv kjak hevur verið
um starvsheitið hjá monn
um, ið hava sama starv í
flogførum. Onkur hevur
funnið upp á at nýta orðið
“flogskarvur”. Tað er ikki
heppið, tí tað styrkir ta fat
an, at (flog)terna er sama
orð sum fuglurin terna og
hevur sama framburð. Tað
hevur tað ikki.
Tað sæst í Orðafari nr. 50
frá 1999, at Málnevndin hev
ur mælt til orðið “flogtæn
ari” fyri menn, ið starvast
sum flogternur, og tað er
skilagott, tí orðini terna
og tænari eru sprottin av
somu rót. So mælast má av
gjørt til at nýta orðið “flog
tænari”.
Flogterna
26 tingfólk eru ímóti at
ávís tingfólk fáa dupulta løn
Málráð
frá Orðafragd
Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum