Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. oktober 2013 · Nr. 116 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Hetta kann vera dropin, sum fær bikarið at flóta yvir hjá nógvum barnafamiljum og sum ger, at tær missa hús- ini. Tað heldur Kristina Há- foss, fíggjarpolitiskt talsfólk hjá Tjóðveldi í fíggjarmálum, um ætlanina hjá samgonguni at lækka rentustuðulin til set húsa lán. Í løtuni er fáa tey, sum hava húsalán, 36 prosent av rentunum afturgoldið í stuðuli úr Landskassanum. Men hesi næstu fýra árini, ætl ar samgongan at lækka stuðul in, so at hann er komin nið ur í 30 prosent í 2018. Tað merkir, at tey, sum hava tvær milliónir í láni, skulu rinda góðar 400 krónur meiri um mánaðin alt eftir, hvussu rentustigið verður. Sam stundis verður ongin stuðul latin fyri tann part in av rentunum, sum er oman- fyri 100.000 krónur. Í løtuni er hámarkið 130.000 krónur. Hetta fer at spara landi- num slakar 16 milliónir um ár ið og kommunum 700.000 krón ur tilsamans. Mugu finna varandi loysn Politikarar vísa á, at tað er álvarsligt at gera inntriv í fíggjar viðurskifti hjá húskj- um og eru tískil sinnaðir at lýsa málið gjølliga. Men Kristinu Háfoss dám- ar ikki mátan, hetta verður gjørt upp á. Hon heldur, at hetta ber ikki brá av at vera úrslitið av einum væl umhugsaðum fíggjar politikki. Tvørtur ímóti heldur hon, at einasta enda mál ið er at fáa almenna hall ið at minka. Men hon heldur ikki, at tað ber til at gera húsaeigarar til finnur í einum talvi, har enda málið er at tippa eitt hol á fíggjar lógini. - Rentustuðulin hevur sera stóran týdning fyri barna familjurnar og møgu- leik ar nar hjá teimum at varð veita húsini, tí tá ið tey tóku lán, hava tey roknað við rentu s tuðlinum. Serliga tórfør verður støð- an, skuldi tað hent, at rentan fer at hækka munandi. Kristina Háfoss heldur, at tað eru mong, sum rinda 100.000 krónur í rentum um árið, so hetta kann fáa álvars- ligar avleiðingar fyri nógvar húsa eigarar. - Hetta kann verða sein- asti dropin, sum ger, at set- húsa eigarar ikki orka meir. - Hinvegin er heldur einki at ivast í, at rentustuðulin ger sítt til at trýsta prísin á set- húsum upp, tí tá ið ein keyp- ari fær rentustuðul, er hann før ur fyri at rinda størri lán. Kristina Háfoss sigur, at skal renstustuðulin broytast, má talan vera ein varandi broyt ing. Tískil má hon vera væl gjøgnumhugsað og tað má gerast yvir eitt langt árá- mál. Lækka spakuliga til 2040 Aksel V. Johannesen úr Javn- að ar flokkinum, heldur, at tað er torført at broyta skipan- ina, tí húsarhald hava roknað við stuðlinum. Men hann ásannar, at talan er meiri um ein stuðul til peningastovnarnar, tí ren- tu stuðulin ger fólk før fyri at rinda størri lán og tað trýst ur sethúsaprísin upp. Men Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við at lækka stuðulin niður í 30 prosent í 2018, tí tað rakar húseigarar við nýggjum húsum og stór- um láni, hart, sigur hann. Hann sigur, at tað ber heldur ikki til at strika rentu- stuðulin fyri lán, sum verða tikin hereftir, tí tað fer at gera tað ómøguligt hjá teim- um, sum selja hús, at fáa lík- inda prís fyri húsini. Hinvegin tekur flokkurin und ir við, at hámarkið fyri rentustuðuli verður lækk að- ur so líðandi, til hann er heilt burt ur í 2040. - Tað rakar so ongan, so leingi fólk rinda lán aftur. Javnaðarfólk og Tjóð- veldis fólk halda annars, at tað rætta er at gera semju ímill um allar flokkar um, hvussu skipanin skal vera. Ófyrireikaðir sethúsaaeigarar Poul Michelsen í Framsókn heldur, at hetta er eitt inn- triv, sum verður gjørt fyri at sleppa landskassanum und- an eini útreiðslu. - Samgongan hevur givið summu m skattalætta. Nú mangla pengar í og so verður far ið eftir sethúsaeigarunum fyri at fylla í holið. - Men hetta er eitt inntriv, sum verður gjørt ímóti set- húsa eigarar, uttan at teir eru fyri reik aðir upp á tað. Hann heldur ikki, at rentu stuðulin er gagnligir, tí hann kemur ikki set húsa- eigar unum til góðar. - Tað einasta, hann førir til, er at húsini verða dýrari. Hann mælir til, at allir flokk ar royna at finna semju um eina varandi semju, tí hann heldur ikki, at tað ber til, at sethúsaeigarar skulu alla tíðina ganga og stúra fyri, hvat politikarar kunnu fin na upp á. Fer at raka fleiri húsaeigarar hart HÚSALÁN Ætlanin hjá samgonguni at lækka stuðulin til sethúsalán, fer at raka húsaeigarar hart og hjá barnafamiljum kann hetta verða dropin Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi ávara ímóti ætlanini hjá samgonguni um at lækka stuðulin til rentur av sethúsalánum Áki Bertholdsen - Eg eri glaður fyri, at eg havi roykt og drukkið sum eitt svín, so at eg veit við vissu, at eg doyggi, áðrenn eg verði 70. Hesi orðini eigur kendi, danski rithøvundurin, Knud Rom er. Næsta mikukvøld, tann 16. oktober, heldur hann fyri l estur í Norður landa- húsinum um seinastu tíð- ina hjá pápanum, sum var minnis wveikur. Tað er eldrafelagið, Tign, sum skipar fyri fyrilestrinum, ið eisini snýr seg um støðuna hjá teimum eldru á røktarheimum. Knud Romer hevur vakt ans, tí hann hevur gjørt ein stuttan film um seinastu tíðina hjá pápanum og tann filmin fer hann eisini at vísa í Norðurlandahúsinum Flmurin, Et Blad falder til Himlen, hevur elvt til nógv orðaskifti í Danmark um umstøðurnar hjá teimum eldri. Pápin búði á røktarheimi eitt stutt skifti til hann doyði og Knud Romer er skelkaður av umstøðunum hjá teimum eldri. Hann sigur, at støðan á røktarheimunum er skammiliga og hann mælir rætt og slætt avvarðandi og starvsfólki til at gera uppreistur. - Tað var ringasti dagur í mínm lívi, tá ið eg pápi mín fór á røktarheimi. Útlitini, hann hevði, var at liva sínar seinastu dagar í einsemi í einum hamstarabúri á 20 fermetrar, sum luktaði í landi og uttan at kunna vænta sær annað enn sundurkókað grønmeti til døgverða, sigur hann. Tað kostar at fara til fyrilesturin og atgongumerki kunnu keypast í forsølu. Umleið klokkan 21, tað er beint eftir fyrilesturin hevur eldrafelagið, Tign, aðalfund og hann er ókeypis. Á aðalfundinum skal nýggj nevnd veljast og viðtøkurnar skulu samtykkjast. Eitt blað dettur av himli í Norðurlandahúsinum ELDRARØKT Eldrafelagið, Tign, fær nú kenda, danska rithøvundan, Knud Romer, til Føroya at greiða frá um seinastu tíðina hjá pápanum, sum var minnisveikur Tað rakar so ongan, so leingi fólk rinda lán aftur